Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 88 - 8. mai 2006 ] AaB-verjuspælarar skora mál Verjuspælararnir hjá danska superligafelagnum AaB duga at gera mál. Sunnudagin skoraðu bæði Michael Jakobsen og Kasper Risgaard í sigrinum á FC Midtjyllandi. Danska heimasíðan bold.dk skrivar, at verjan hjá AaB hevur havt truplleikar alt árið, men sunnudagin var tað hon, sum syrdi fyri sigrinm á FC Midtjyllandi. Og so ber til at skoyta upp í , at føroyski verjuspælarin í AaB, Jón Rói Jacobsen, eisini hevur gjørt mál AaB í ár. Premier League seld fyri 18 milliardir Besta enska fótbóltsdeildin er nakað av tí besta sjónvarpsundirhaldinum, sum finnist, og tað sæst aftur í keypinum av rættindunum til at vísa hesar dystir. BSkyB og írska felagið Setanta hava keypt rættindini til Premier League fyri árini 2007 til 2011, og tað skuldu feløgini gjalda 18 milliardir krónur fyri. Hetta er ein príshækking á 65 prosent síðani seinasta keypið. BSkyB stóð fyri 14,3 milliardum av keypinum, meðan Setanta keypti fyri 4,26 milliardir. Stutt sagt Í HB leguni vóru teir vónbrotnir Mistu fullkomuliga takið HB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir eftir dystarlok. Teir hildu seg vera burturdømdar, tá ið KÍ javnaði til 2-2. – Linjuverjin markeraði fyri at Mortan úr Hørg lá í málteiginum. Tá ið dómarin bríkslaði, roknaðu vit ikki við, at tað var fyri, at KÍ skuldi taka fríspark. Harvið vóru eftiransingarnar ikki upp á pláss. Í okkara eygum var talan um stórt mistak, og sjálvandi skuldi linjuverjin ikki havt tikið flaggið niður aftur, sigur Jákup á Borg. Hann heldur, at HB kann takka sær sjálvum fyri, at teir ikki høvdu avgjørt í 2. hálvleiki, og hóast vónbrotið kunnu teir liva við einum stigi í Klaksvík. Serliga fegnast Jákup um, at tað leikliga hekk so væl saman í 2. hálvleiki: – Krzystof Popczynski vil hava okkum at spæla fótbólt, og hann gevur okkum víðar ræsur at brúka hugflogið. Tað elvir til stóra spæligleði. Fyri meg og allar hinar hevur tað ógvuliga stóran týdning. Vit eru eitt sindur frá toppinum, men eg haldi, at gongdin boðar frá góðum, sigur væl upplagdi lands- liðsspælarin hjá HB. Jákup legði upp til fyrsta málið, skoraði tað næsta, og fekk tiltuskað sær brotssparkið. Hví skeyt tú ikki sjálvur? – Tað eru Rókur og eg, sum plaga at skjóta. Eg var troyttur eftir langa túrin, og Rókur plagar at vera tryggur. Tíverri miseydnaðist tað hesa ferð. Og málið hjá tær? – Eg rakti hann ikki serliga væl. Eg rokni við, at Meinhardt metti, at bólturin fór at fara við síðuna av málinum. Og hin stóri møgu- leikin? – Meinhardt hálvbjargar sera væl. Hóast hann ikki stendur uppi, so fyllir hann væl. Eg royndi at skjóta upp í nettakið, men tíverri fór bólturin uppum. Eg ivist í, at hann hevði farið tað, um eg hevði ætlað at fingið hann uppum! - J Landsliðsspælarin hjá KÍ, Atli Danielsen, var vónbrotin av 2. hálvleiki. – Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki, men tá vóru vit vandamiklari enn teir, og vit kundu havt verið frammanfyri. Í 2. hálvleiki dettur tað sundur hjá okkum. Vit megna ikki at fáa tak á bóltinum, teir stýra fullkomuliga miðvøllinum, og tí verður tað til nógva renning eitt nú aftaná Jákupi á Borg, sum reikaði nógv og var sera vandamikil. Hvør var orsøkin? – Teir spældu rættuliga væl. Hjá okkum datt Sinisa Jovanovic heilt aftur í verjuna. Tað var ikki ætlanin, men soleiðis varð tað, tí teir spældu við trimum heilt frammi. Harvið gjørdist fjarstøðan millum miðvallararnar hjá okkum ov stór. Munurin gjørdist serliga eyðsýndur, tí teir vóru tættari og vunnu leingi so at siga allar returbóltarnar. Burtursæð frá góða møguleikanum, sum Hjalgrím fekk, so megnaðu vit ongantíð at spæla okkum til málmøguleikar. Tí var tað gott, at vit kundu javna eftir deyðbóltsstøðu, sigur Atli Danielsen, sum roknar við stórari avbjóðing á Eiði mikukvøldið: – Tá skulu vit vísa heilt øðrvísi hugburð og avrik, um vit framvegis skulu vera ósigraðir. -J á gólvið