mánadagur 8. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
B36-EB/Streymur 2-2 (2-1):
Oddaliðið helt um sessin
Meitelberg søkti Brønshøj
Besta liðið hjá ÍF Føroyum, sum spælir í Københavnerserien,
vann hóskvøldið heldur óvæntað á útivølli ímóti Brønshøjg.
Úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til ÍF Føroyar, og Jørgen
Meitelberg gjørdi bæði málini. Hann hevur rættiliga krút
í gaggunum, tí hann hevur skotið fýra mál í teimum fyrstu
trimum dystunum. Undan dystinum ímóti Brønshøj helt
veddingarfyritøkan Nordicbet, at Brønshøj var stórur
favorittur til at vinna dystin, meðan føroyska útisetaliðið
vildi tað øðrvísi.
Símun skoraði undan tapi
Íslendska felagið Keflavík spældi undan vikuskiftinum steypadyst ímóti
FH, sum er íslendskur meistari, og tað endaði við 3-2 tapi. Keflavík kom
aftur um 3-0, áðrenn teir royndu at venda dystinum. Vágbingurin Símun
Samuelsen setti gongd á liðið hjá Keflavík við einum máli til 3-1. Løtu
seinni minkaði Keflavík til 3-2, men nærri komu teir ikki. Næsta vikuskiftið
byrjar íslendska landskappingin, og tá sleppur Símun Samuelsen av álvara
at royna seg í týðandi dysti aftur.
Við stórum mannfalli
var talan nærum
um unglingalið
hjá B36, men sama
unga liðið átti so
ruddiliga annað
stigið uppiborið, tá
oddaliðið var á vitjan
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað mundu vera fleiri av
B36-viðhaldsfólkunum, sum
stúrsaðu nakað við, tá Petur
Reinert í fagrasta várveðrið
blásti dystin í Havn ígongd.
Mannfallið í B36 hevur
verið
hampuliga
stórt
seinastu tíðina, og fram um
nakað, sum skuldi breiddin
í hópinum hjá B36 standa
sina roynd sunnudagin. Og
tað kom eisini til sjóndar
við
nøkrum
taktiskum
rokeringum, har tað ikki
minst tóktist ein djørv
avgerð at lata 17 ára John
Hansen spæla sín fyrsta
dyst á besta B36-liðnum
mitt í brennideplinum á
miðvøllinum.
Mikkjal í essinum
Hóast truplu fortreytirnar,
so stóð tó hampuliga skjótt
greitt, at B36 so avgjørt
eisini hevði sínar ætlanir við
dystinum.
Gestirnir, ið mest sum
hava verið flúgvandi í ár,
spældu í eyðkenda kontra-
stílinum, har Sorin Anghel
var einsamallur á toppinum,
men har tríggir framrættaðir
miðvallarar vóru skjótir
at stuðla. Á miðvøllinum
arbeiddu Ronnie og Bárður
hart og væl, soleiðis at
annars stinna verjan ikki
kom undir nakað serligt
trýst.
Uppskriftin var eyðsýnt,
at tað skuldi ganga skjótt
fyri seg, tá B36 misti
bóltin, men tað gekst tó
illa at revsa slík mistøk.
Fyrst og fremst, tí vertirnir
rættiliga tilvitað ansaðu
eftir, at slík mistøk ikki
vórðu framd. Men eisini tí
Mikkjal Thomassen á B36-
miðvøllinum so ruddiliga
átók sær ábyrgdina sum
tann,
ið
skuldi
stýra
spælinum.
Óteljandi
ferðirnar var hann maðurin,
sum stýrdi bæði ferð og kós
á álopunum, samstundis
sum hann dugdi væl at
halda hóskandi dýpdina í
miðvøllinum. Hetta so hesin
mest sum ongan tíð varð
yvirspældur, tá gestirnir
royndu at kontra.
Júst
leikluturin,
sum
Mikkjal hesa ferð tók á
seg, hevur kanska verið
ein tann størsti mangulin í
spælinum hjá B36 í ár. Og
hann var í øllum førum ein
av høvuðsorsøkunum til, at
B36 fekk eitt veruligt tak á
dystinum sunnudagin.
Hanus við í tí mesta
Tað gekk tó heldur striltið
at skapa teir heilt opnu
møguleikarnar,
men
fleiri ferðir var talan um
vandamikil innlegg. Og
tí var tað á ongan hátt
óuppiborið, tá B36 legði
seg framum, tó at málið
kom nakað óvæntað. Í
øllum førum varð Rene
Tórgarð tikin púrasta á
bóli, tá Hanus Thorleifsson
av
brotsteigarhorninum
smekkaði til móti nærra
stólpanum, og so stóð 1-0.
Tað var tó ikki liðugt við
teimum løgnu málunum.
B36 helt áhaldandi eitt gott
tak um dystin, men bara
10 minuttir seinni var aftur
javnvág í málroknskapinum.
Eitt langt innkast varð tveitt
inn í brotsteigin hjá B36.
Bárður H. Joensen royndi
at stúta burtur, men hann
fekk bara longt bóltin
aftur um seg, soleiðis at
ein púra sakarsleysur Jákup
Mikkelsen ikki fekk gjørt
annað enn at staðfesta, at
bólturin endaði í málinum.
Og tá Sorin Anghel í næsta
álopinum
smekkaði
til
á stongina, kom veruliga
lív
í
alsamt
vaksandi
áskoðarafjøldina
hjá
gestunum.
Hetta kundi kanska tikið
nakað av luftini úr partvíst
óroyndu manningini hjá
EB/S
B36
Stutt sagt
Jákup
ivasamur til
Pólandsferð
Stóran part av seinna
hálvleiki var Jákup
Mikkelsen ikki nógv
meira enn hálvur í B36-
málinum. Øll málspørt
vórðu hesa løtuna tikin
av Klæmint Matras, eins
og talan bert gjørdist um
tað eina útsparkið – við
vinstra! – seinasta hálva
tíman.
– Eg fekk ein skaða í
lærkrikan, og so var tað
best at taka tað róligt.
Men longu mikudagin
er dystur aftur, umframt
at
landsliðið
skal
avstað beint eftir hetta.
Verður tú tøkur til hesar
dystirnar?
– Tað veit eg ikki.
Mána- og týsdagin taki
eg mær so av løttum,
og so mugu vit síggja,
hvussu leikur annars
fer. Men verður tað ikki
betri, enn tað er í løtuni,
so er ikki hugsingur um
at spæla, segði Jákup
Mikkelsen eftir dystin
sunnudagin.
-mørk
Johan breyt
nøsina
Tað tóktist ikki av nógvum,
tá ein lítil samanbrestu á
miðvøllinum sendi Johan
V. Gunnarsson hjá B36 í
gólvið. Saman við Ronnie
Samuelsen fór hann upp í
luftdyst, tá høvdini bóru
saman.
Johan gekk sjálvur
út av vøllinum, har tað
skjótt varð staðfest, at
nøsin var brotin. Lækni
var hjástaddur, og alt
fyri eitt varð brotið
sett upp á pláss, men
ein eftirfylgjandi vitjan
á
skaðastovuna
og
røntgendeildina slapst tó
ikki undan.
Avloysarin hjá Johan
var
annar
tvíbura-
beiggin, Ásbjørn. Ein
útskifting, sum skapti
eina heldur ørkymlandi
støðu hjá dómaranum,
sum at byrja við ikki
varnaðist, at talan var
um útskifting. Hann helt,
at sami maður kom aftur
á vøllin. -mørk
Fyri tað nógva høvdu Klæmint Matras og B36-verjan eitt sera gott tak á Rafael Kwiecinski og hinum