mánadagur 8. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
árstalsfelagnum, men tað
gjørdi tað tó ikki. Restina
av hálvleikinum hildu teir
á við ágrýtna spælinum,
og í seinasta minuttinum
undan steðginum fingu teir
eisini løn fyri stríðið. Tað
tóktist vera ivasamt, hvør
vildi taka ábyrgdina á seg,
tá Hanus Thorleifsson varð
feldur í brotsteiginum. At
enda gekk Mikkjal tó fram
at bóltinum, og uttan nakað
suim helst hóvasták hamraði
hann í besta Lerby-stíli
bóltin í meskarnar.
Heimamenninir
iðraðu seg
Við leiðsluni var væntandi,
at B36 fór at liggja dúpri
eftir steðgin, soleiðis at
teir kundu gera sær dælt av
eyðkenda kontra-vápninum,
sum EB/Streymur plagar at
duga so væl.
Tað spældi tó ongan tíð
soleiðis av, at gestirnir
satsaðu alt í royndini eftir
einum útjavnandi máli.
Men tað eydnaðist teimum
spakuliga at skapa eitt
miðvíst trýst móti B36,
og einstakar vandastøður
íkomu eisini.
Hálvbíligt
Og tað eydnaðist teimum
so eisini at enda at fáa
útjavnandi málið. Talan var
tó um hálvbíligt brotsspark.
Mikkjal Thomassen hevði
vunnið bóltin í verjustøðu,
og skuldi júst til at sparka
burtur. Ronnie Samuelsen
fekk tó prikað bóltin undan
honum, og hóast Mikkjal
helt aftur í sparkinum, so
datt Ronnie um fótin.
Brotssparkið sendi Egil
á Bø trygt í kassan, og so
varð lagt upp til eina sera
spennandi finalu. Ikki minst,
tá
Mikkjal
Thomassen
dekan ov óneyðugt fekk
sítt seinna gula kort, tá
dómarin ikki vildi hoyra
fleiri viðmerkingar um
dømingina.
Men
talan
gjørdist tó ongantíð um
nakað veruligt trýst móti
B36-málinum
kortini.
Spælið gekk eins nógv
hinvegin, og tá dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð,
mundi talan hóast alt vera
um eitt hampuliga rættvíst
úrslit. Skuldi nakar vinnari
verið, so skuldu tað helst
verið teir á heimaliðnum,
men teir megnaðu ikki at
gera arbeiðið liðugt. Og
ein gamal æviga galdandi
lærdómur er jú eisini, at tey
keðiligu málini telja eins
nógv, sum tey uppibornu…
FCK vann DM við tapi
FC Keypmannahavn tapti í gjár útidystin ímóti OB,
men hóast tapið gjørdust teir danskir meistarar.
Orsøkin til tað var, at AC Horsens vann dystin ímóti
Brøndby, og nú kann Brøndby ikki fáa FCK aftur í
stríðnum um danska meistaraheitið. Bert eitt mál
kom í dystinum í Odense, og tað skoraði Jose Junior
fyri OB. Harvið heldur OB fast um bronsuplássið í
superliguni, meðan FCK er meistari fyri fimtu ferð
í søguni hjá felagnum.
Stabæk stílar høgt
Í seinasta kappingarári tók Start øll á ból í norsku tippuliguni. Felagið kom úr
næstbestu deildini og setti beina kós í oddin í bestu deildini. Í ár er eitt annað
felag við at gera Start kynstrið eftir í Noregi. Stabæk flutti upp í tippuliguna í
fjør, og eftir fyrstu seks umførini liggur Stabæk sum nummar trý í deldini. Og tá
spældi liðið javnleik á útvølli ímóti oddaliðnum Brann sunnudagin. Stórfeløgini
Vålerenga og Rosenborg hava ikki fingið ta byrjan í norsku kappingini, sum
roknað varð við. Tey liggja ávíkavist nummar 9 og 10 í deildini.
Stutt sagt
Tungt á
størri vølli
Soleiðis sum úrslitini
kring landið lagaðu seg,
so helt EB/Streymur
fast um oddasessin við
javnleikinum í Havn.
Einum javnleiki, sum
teir heldur ikki vóru so
øgiliga ónøgdir við.
– Tað er altíð tungt
at spæla í Havn. Vit
eru ikki vanir við, at
vøllurin er somikið
stórur, og tí kann tað
gerast nakað langt
millum
keturnar.
Nakað sum heldur ikki
gjørdist betri, tá vit
– serliga fyri steðgin –
sparka rættiliga nógv,
helt Ronnie Samuelsen
eftir dystin.
– Eftir steðgin haldi
eg tó, at vit fáa tað
spælið fram, sum vit
eiga at sýna, og tá
gekst okkum munandi
betri. Og tað er í øllum
førum flott av okkum,
at vit koma aftur
í dystin aftur tvær
ferðir, tá B36 annars
er á odda.
Onkur
hjá
B36
hevði hug at ilskast
um brotssparkið, sum
tú vann. Var talan um
brotsspark?
– Eg prikið bóltin
undan Mikkjal, beint
áðrenn hann skjýtur,
og har var eisini
kontakt. Tað
kann
vera, at eg hjálpi nakað
til, men nú havi eg
spælt fótbólt í somikið
nógv ár, at eg detti, um
onkur tekur beinini á
mær í brotsteiginum.
-mørk
framrættaðu spælarunum hjá EB/Streymi. Men oddaliðið megnaði kortini tvær ferðir at javna – og harvið halda fast um oddasessin
Mynd: Álvur