mánadagur 8. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
LÍF tykist vera nóg
sannførandi at halda
tørn um oddasessin,
og hóast tað bilaði
eitt sindur, so fingu
bæði AB og B71 fulla
úrtøku, meðan FSV04
meiri enn hálvsnávaði
á heimavølli
1.DEILD 7. UMFAR
Jóannes Hansen
LÍF hevur verið oddalið
higartil, og tað er LÍF eisini
eftir sjeynda umfarið. Um
gongdin framvegis verður
tann, sum hon higartil hevur
verið, so eru sannlíkindi fyri,
at LÍF í 2007 verður partur
av bestu deildini. Har hava
leirvíkingar ikki verið síðani
1993. Eingin veit tó betri enn
leirvíkingar, at tað er langt
inntil hálvan oktober. At
tað er hugaligari at kappast
í tí endanum, sum LÍF nú
stríðist, enn tað hevur verið
at boksast í hinum endanum,
vita leirvíkingar alt um.
7. umfar var merkisvert á
tann hátt, at tað var bara í tí
eina førinum, at tað eydnaðist
heimaliðnum at fáa fulla
úrtøku. 8. umfar eigur
sambært skipanini at vera
á skránni næsta leygardag.
Soleiðis verður tað tó ikki.
Orsaka av landsliðsferðini til
Póllands í vikuskiftinum:
AB-KÍ 3-2
Heimaliðið var favorittur,
og inntil tíggju minuttir
undan leikloki bendi einki
á, at talan ikki fór at verða
um trivaligan heimasigur.
AB legði seg framum 3-0,
tá ið tað restaði eitt korter,
og argjamenn høvdu tá
havt møguleikar at fáa
uppaftur fleiri mál. KÍ
svaraði tvær ferðir aftur
síðstu 10 minuttirnar, og
í síðsta trýstinum høvdu
klaksvíkingar onkran hálvan
møguleika afturat.
Tummas Hans Rubeksen
skoraði einasta málið í 1.
hálvleiki, og eftir steðgin
økti AB liðformaðurin og
toppskjúttin Allan Mørkøre
tvær ferðir. Í seinna førinum
var talan um brotsspark,
sum varð dømt, tá ið Allan
Mørkøre var togaður niður í
brotsteiginum.
Erling Fles minkaði um
munin, tá ið tað restaðu
tíggju minuttir, og í síðsta
minuttinum av vanligu
leiktíðini var Rani Dal-
Christiansen so óheppin,
at hann stýrdi bóltinum
í sítt egna mál, eftir at KÍ
hevði sent fríspark innfyri
málið. Ovi Nysted, sum
hevði verið í KÍ verjuni, fór
síðstu løtuna fram í álopið,
men tað spurdist ikki meiri
burturúr.
FSV04-HB 1-1
Í Sandavági vilja teir fegnir
vera við frammi í spíssinum.
Um tað skal eydnast, so
er tað neyðugt at vinna á
heimavølli. Tað gongur
stríggið við tí. Í fimta umfari
vann B71 1-0 í Sandavági,
og nú misti FSV04 aftur tvey
stig á heimavølli.
Ferðin var einki at reypa
av í góðveðrinum á Vall-
oyrini. FSV04 hevði bóltin
mesta partin av tíðini, og
HB hevði kanska bestu
málmøguleikarnar. Størsta
møguleikan í 1. hálvleiki
hevði HB, tá ið teir stútaðu
í tvørtræið.
Tað tóktist leingi at skula
enda málleyst. Átjan min-
uttir undan leikloki legði
heimaliðið seg framum.
Veteranurin Hannus Olsen
var málskjútti. Hann lyfti
úr høgru og inn fyri málið,
og bólturin dalaði niður í
handara síðunetið.
Hendrik Rubeksen javnaði
til 1-1 fimm minuttir eftir,
at FSV04 hevði lagt seg
framum. Eftir innlegg úr
høgru stýrdi hann bóltin í
málið við høvdinum.
SÍ-TB 2-2
Eisini í Sørvági býttu teir
stigini ímillum sín, og eisini
í Sørvági vóru líkindini so
mikið góð, at tað tóktist
ávirka ferðina. Úrslitið var 2-
2, og øll málini vórðu skorað
í 1. hálvleiki. Serliga síðsta
løtan undan steðginum var
hendingarrík.
Petur Niclasen legði SÍ
framum, tá ið lítið korter
var farið. Málið skoraði
hann úr spískum í vinstru
og í handara síðunetið.
Tíggju minuttir undan
steðginum javnaði Kaj
Roest, eftir at fríspark
varð lagt innfyri, sum Óli
Johannesen við høvdinum
hevði stýrt upp á tvørs. Tveir
minuttir seinni legði Búi
Mortensen eftir trunkaspæl
TB framum 2-1, og aftur
tveir minuttir seinni javnaði
Jens Erik Rasmussen til 2-
2. SÍ fór í skjótt mótálop
í høgru, og Jens Erik var
leysur, tá ið bólturin varð
lagdur innfyri.
Royn-B71 1-2
Hvalbingar eru framvegis
stigaleysir. Hesa ferð var
um reppið, at teir megnaðu
javnleik móti einum av
oddaliðunum. Royn stríddist
so at siga fyri lívinum. Um
hugburðurin verður tann
sami næstu ferðirnar, so
kann tað so væl fara at vera,
at teir fara at vinna stig og
sigrar.
Einki mál kom í 1.
hálvleiki. Fýra minuttir
eftir hvíldina legði Rasmus
Nielsen B71 framum eftir
skjótt álop í vinstru og
innlegg frá Magnusi Olsen.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
javnaði liðformaðurin
hjá Royn, Frits Eið. Hann
umsetti úr ellivu metrum,
eftir at brotsspark var dømt
fyri at halda.
Sigursmálið skoraði topp-
skjúttin Clayton Soares.
Eisini í hesum førinum átti
Rasmus Nielsen sín lut, tí tað
var hann, sum legði bóltin
fram ímillum til Soares, sum
rann verjuna av.
VB/Sumba-LÍF 2-4
Heimaliðið var tvær ferðir
á odda. Báðu ferðirnar fekk
oddaliðið teir aftur, og at
enda var tað LÍF sum vann.
Páll Brattalíð átti fyrra
VB/Sumba málið. Tá var
eitt korter farið, og tíggju
minuttir seinni javnaði
Magnus Skoralíð til 1-1.
Dómarin dømdi brotsspark
fyri hands. Heini Jacobsen
hálvbjargaði royndini úr
ellivu metrum, men Magnus
Skoralíð var sjálvur fyrstur á
returbóltinum.
LÍF fekk eitt brotsspark
afturat í 1. hálvleiki, sum
eisini varð dømt fyri hands.
Magnus Skoralíð hevði eisini
ábyrgdina av tí royndini,
men ta ferðina bjargaði
Heini Jacobsen.
Tveir minuttir eftir
steðgin fekk VB/Sumba
brotsspark fyri hands. Kári
í Lágabø var tryggur av
brotssparksblettinum.
Heimaliðið var framman-
fyri bara í fýra minuttir. So
svaraði miðvallarin Allan
Joensen aftur, og so var LÍF
betri. Bárður á Lakjuni legði
teir fyri fyrstu ferð framum,
og Magnus Skoralíð bøtti
um brotssparksmissin, tá
ið hann stutt undan leikloki
staðfesti 4-2 LÍF sigurin.
Stórir trupulleikar í Holbæk
Toppliðið í 2. deild eystur í Danmark, Holbæk, hevur fingið
trupuleikar. Felagið hevur ligið klárt á odda í deildini og
hevur stevnt beint ímóti uppflyting til donsku 1. deild, men
seinastu fýra dystirnar hevur tað gingið illa, tí liðið hevur
tapt tríggjar av hesum dystum. Tað eru júst fýra dystir
síðani, at fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik
Larsen tók við sum venjari í Holbæk, og hann hevur tí
fingið eina keðiliga byrjan í felagnum. Um vikuskiftið tapti
Holbæk 2-1 ímóti Søllerød-Vedbæk. Holbæk er framvegis
á odda, men nú er lítil munur millum felagið og nærmastu
kappingarneytarnar.
Horsens má styrkja seg
Liðformaðurin hjá AC Horsens, Mads Rieper, heldur, at felagið má styrkja seg
til næsta kappingarár í superliguni. Í ár hevur AC Horsens, har Johan Byrial
Hansen hevur verið ein av spælarunum, klára at hildið sær í deildini, men tað
verður truplari næsta ár, heldur Mads Rieper.
– Vit hava havt tað sera trupult í ár, og vit skulu verða púra greiðir yvir, at tað
verður enn verri næsta ár. Nú vita øll hini liðini, hvussu vit spæla, og eingin fer
at undirmeta okkum næsta ár. Tí mugu vit styrkja liðið við nýggjum spælarum,
sigur Mads Rieper við bold.dk
Fakta um 1. deild
AB-KÍ 3-2 (1-0)
1-0:
Tummas
Hans
Rubeksen 34.
2-0: Allan Mørkøre 60
3-0: Allan Mørkøre br 75
3-1: Erling Fles 80.
3-2: sjálvmál 90.
FSV04-HB 1-1 (0-0)
1-0: Hannus Olsen 72.
1-1: Hendrik Rubeksen
77.
SÍ-TB 2-2 (2-2)
1-0: Petur Niclasen 12.
1-1: Kaj Roest 35.
1-2: Búi Mortensen 37.
2-2: Jens Erik Rasmussen
39.
Royn-B71 1-2 (0-0)
0-1: Rasmus Nielsen 49.
1-1: Frits Eið br 65.
1-2: Clayton Soares 80.
VB/Sumba-LÍF 2-4 (1-1)
1-0: Páll Brattalíð 15.
1-1: Magnus Skoralíð 24.
2-1: Kári í Lágabø br 47.
2-2: Allan Joensen 51.
2-3: Bárður á Lakjuni 55.
2-4: Magnus Skoralíð 89.
FAKTA
Heimaskansin helt bara á Argjum