mánadagur 8. mai 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
Upp til tíggju
spælarar høvdu
búkilsku, tá
Tottenham í seinasta
umfarinum av
Premier League mistu
fjórða plássið, sum
teir annars hava havt
størsta partin av
árinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani 3. desember hevur
Tottenham hildi tí so
týdningarmikla fjórða
plássinum í ensku Premier
League. Týdningarmikla,
tí hetta gevur atgongd til
lovaða pengalandið, sum
Champions League so
mangan verður rópt.
Lógu slaktaðir
Undan seinasta leikdegi
hevði liðið av White Hart
Lane framvegis eitt stig
niður til arvafíggindarnar úr
Arsenal. Men við munandi
betra málmuninum, sum
Arsenal hevði, stóð greitt,
at Tottenham skuldi fáa líka
stóru úrtøku úr útidystinum
á Upton Park móti West
Ham, sum Arsenal fekk á
heimavølli móti Wigan.
Ætlanirnar hjá Spurs fingu
tó eitt stórt skot fyri bógvin
longu sunnumorgunin. Helst
var talan um ein mildan form
av mateitran, men undir
øllum umstøðum høvdu
einir tíggju av spælarunum
hjá liðnum búkilsku. Alt
fyri eitt varð roynt at fáa
týdningarmikla dystin
útsettan, men hetta var tó
sera trupult. Ikki minst, tí
politikkurin altíð hevur
verið, at á seinasta leikdegi
skulu allir dystir spæla
samstundis. Og tá boðini
frá løgregluni so vóru, at
dysturin í mesta lagi kundi
flytast tveir tímar, helt Spurs-
leiðslan, at so kundi dysturin
tað sama verða spældur.
Sheringham kundi
søkt Spurs
Tað var eisini sjónligt, at
West Ham var liðið, sum var
betri fyri á degnum. Hóast
Jermaine Defoe fekk javnað,
eftir at Carl Fletcher hevði
lagt West Ham á odda, so var
tað mest sum alla tíðina við
rygginum móti múrinum, at
Tottenham spældi.
West Ham trýsti seg fram
til alt fleiri møguleikar,
og tað var líkt til, at
Teddy Sheringham skuldi
verða maðurin, sum sendi
Tottenham út í myrkri. Júst
felagið, sum Sheringham í
so nógv ár skeyt so nógv mál
fyri. Robinson bjargaði tó
brotssparkinum, men eisini
hann mátti geva skarvin yvir,
tá ísraelsi Yossi Benayoun
sendi bóltin í netið eftir
hornaspark.
Og so kundi Marin Jol og
hansara menn bara ásanna, at
Tottenham gjørdust akkurát
ov stuttir. Hóast talan er
um eitt tað besta árið hjá
felagnum í eini 20 ár, so
gjørdist talan um vónbrot,
nú plássið í pengamaskinuni
hjá UEFA gjørdist av ongum.
At talan so kortini verður um
europeiskan fótbólt, er helst
eitt stórt plástur á sárið, men
á inntøkusíðuni kann UEFA-
Cup á ongan hátt viga ímóti
Champions League.
Henry sløkti á
Highbury
Hóast Tottenham soleiðis
tapti, so hevði Arsenal
eisini sítt arbeiði at gera.
Á seinasta dystinum hjá
felagnum nakran á Highbury
var setningurin, at Arsenal
skuldi fáa í minsta lagi eitt
stig meira enn Tottenham.
Ein setningur, sum við 4-2
á Wigan so væl og virðiliga
varð rokkin.
Sigurin var í sjálvum
sær nakað, sum Arsenal-
fjeppararnir høvdu alla
orsøk at fegnast um,
men løtan var tó serliga
kensluborin, nú hetta eisini
var seinasti dysturin hjá
felagnum á Highbury. Í fleiri
ár hevur verið arbeitt við
nýggjum stadion-ætlanum,
og tá farið verður undir
nýtt kappingarár, verður
hetta gjørt á spildurnýggja
Emirates-Stadion.
Gjøgnum ár og dag hevur
Arsenal átt nógvar stórar
spælarar. Men fáur teirra man
tó hava verið eins stórur, sum
Thierry Henry hevur verið
tað seinnu árini. Maðurin,
sum í ár tók metið frá Ian
Wright sum mest skorandi í
Arsenal nakrantíð, gjørdist
eisini heilt stóra stjørnan á
seinasta Highbury-dystinum
hjá felagnum. Ein dystur,
sum summi eisini halda var
tann seinasti fyri Arsenal
í Premier League, nú tað
ljóðar, at Barcelona vil hava
spælarar til sín.
Eftir at Wigan hevði lagt
seg á odda 2-1, gjørdi Henry
nevnliga reint hat-trick. Og
so fingu søguskrivararnir enn
eina góða orsøk at seta 14-
talið í ævigu søguskrivingina
hjá Arsenal.
Seinasti heimadysturin hjá Zidane
Ein av heimsins bestu nakrantíð, Zinedine Zidane, takkaði fyri seg á
Estadio Bernabeu, tá Real Madrid í ársins seinasta heimadysti spældi
3-3 móti Villareal.
Tá Zidane varð skiftur út í seinasta minuttinum reistust allir
áskoðararnir, sum annars eisini høvdu sæð ein heilt undirhaldandi
fótbóltsdyst. Ikki minst var fagnaðurin stórur, tá Zidane sjálvur stútaði
Real Madrid á 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Við javnleikinum vann
Real Madrid seg upp á annað plássið í fremstu sponsku deildini.
-mørk
Newcastle í Inter-Toto
Við einum 1-0 sigri á meistarunum úr Chelsea vann Newcastle seg akkurát somikið
upp á talvuna, at liðið sleppur í Europa komandi heyst. Tað verður tó gjøgnum
bakdyrnar, tí Newcastle noyðist at spæla Inter-Toto fótbólt, har høvuðsvinningurin
eru trý atgongumerki til UEFE-Cup. Soleiðis eydnaðist Glen Roeder at flyta
Newcastle heilt langt, eftir at hann tók við eftir sekkjaða Graeme Souness, men nóg
mikið til fast starv í felagnum er tað tó neyvan. Hóast hetta er ynskið hjá Newcastle,
so hevur Roeder ikki neyðugu pappírini at standa sum venjari í Premier League.
-mørk
Mateitran spilti Tottenham-spælið
Stutt sagt
Ruud
liðugur
Nógvi slaturin kring
framtíðina hjá Ruud
van Nistelrooy fekk eyka
nógva ferð á sunnudagin.
Sir Alex Ferguson hevði
nevnliga gjørt av, at ungi
Giuseppe Rossi skuldi
byrja í álopinum saman
við Louis Saha. Seinastu
tíðina hevur tað elvt til
gitingar um framtíðina
hjá Nistelrooy, at Saha er
tikin framum, tá liðið hjá
United hevur verið sett.
Hóast hollendingurin
aftur í ár gjørdist
toppskjútti hjá liðnum
við 21 málum, so er hetta
eftir øllum at døma ikki
nóg mikið hjá Sir Alex,
sum eftir dystin málbar
seg soleiðis.
Tað hava verið nakrar
hendingar
seinastu
vikuna, sum fingið meg
at ivast í hugburðinum
í felagnum. Og til ein
somikið
týdningar-
miklan dyst helt eg bara,
at Ruud ikki skuldi vera
á liðnum.
Sjálvur fór Nistelrooy
beina
leið
av
Old
Trafford, tá uppstillingin
var kunngjørt, og nú
verður roknað fyri víst,
at hann ikki verður í
Manchester
United,
tá farið verður undir
næsta
kappingarár.
Hópin av europeiskum
stórfeløgunum tykjast
eisini vera til reiðar
at opna pengapungin,
soleiðis at stórskjúttin
kann skifta felag.
United vann annars
dystin móti Charlton við
4-0, og vissaðu teir sær
harvið silvurmerkini í
Premier League. Louis
Saha skeyt fyrsta av
málunum hjá reyðu
devlunum.
-mørk
Farvæl Highbury. Thierry Henry skoraði reint hat-trick í seinasta dystinum, sum Arsenal spældi á Highbury. Her fær svørðurin
ein koss eftir triðja málið frá metmanninum hjá Arsenal
Mynd: Reuters
Úrslit, Premier League
Arsenal-Wigan
4-2
Everton-WBA
2-2
Portsmouth-Liverpool
1-3
Aston Villa-Sunderland
2-1
Fulham-Middlesbrough
1-0
West Ham-Tottenham
2-1
Blackburn-Man City
2-0
Man Utd-Charlton
4-0
Bolton-Birmingham
1-0
Newcastle-Chelsea
1-0
FAKTA