mánadagur 8. mai 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 8. mai 2006
31
Stutt sagt
UTTAN ÚR HEIMI
Sambært einari
nýggjari kanning
hava norðmenn
bara funnið eitt
prosent av oljuni í
tí týdningarmesta
partinum av
Norðsjónum enn.
Olja
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hevur Holger Justwan á
jarðfrøðideildini á lærda
háskúlanum í Bergen rætt,
kunnu norðmenn hava
ovmikið eftir av bæði olju
og gassi í Norðsjónum.
Seinastu trý árini hevur
hann kannað ta jarðfrøðiligu
gongdina í hesum økinum
tey seinastu 60 milliónir
árini, og niðurstøða hansara
er, at enn hava norðmenn
bara funnið eitt prosent av
teirri olju, sum eina ferð
varð til undir havbotninum
frá Frigg-økinum í norði
til Sleipner-økið í suðri.
Har kann eisini vera nógv
gass eftir, tí sambært
útrokningunum
hava
oljufeløgini bara funnið 10
prosent av gassinum, sum
varð til har.
Tann stóri spurningurin
er, um oljan og gassið eru
har enn. Í samrøðu við
Aftenposten sigur Holger
Justwan, at ein stórur partur
av oljuni og gassinum kan
vera horvin seinni. Tað er
heldur ikki vist, at tað ber
til at finna alt, sum er eftir,
sigur hann. Hinvegin ivast
hann ikki í, at tað ber til at
finna fleiri keldur afturat.
Hann skal drepast
Fleiri ódnir og skjálvtar
Húsmóðurin nógv verd
Druknaðu í betong
Lillian Gertrud
Asplund sá pápan og
brøðurnar standa
eftir við lúnningina,
tá “Titanic” sakk.
Andlát
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Lillian Gertrud Asplund
var millum ferðafólkini
við “Titanic”, tá skipið
fórst á sínum fyrsta túri um
Atlantshavið tann 12. apríl
í 1912. Hon, pápin og fýra
brøður hennara høvdu verið
í Svøríki, haðani pápin og
mamman vóru ættað, og
vóru á veg aftur til USA,
har tey búðu. Sjálv var hon
fimm ára gomul.
Seinni greiddi Lillian
frá, at hon varð sett í ein
bjargingarbát ígjøgnum eitt
vindeyga, og at hon gloymdi
ongantíð andlitsbragdið á
pápanum og brøðrunum, sum
stóðu eftir við lúnningina, tá
skipið sakk.
Um vikuskiftið doyði
Lillian Gertrud Asplund sum
tann seinasti amerikanarin,
sum var við “Titanic”. Hon
var 99 ára gomul.
Tvær aðrar kvinnur,
sum vóru við skipinum,
eru framvegis á lívi, men
tær vóru so lítlar tá, at tær
minnast einki frá vanlukkuni.
Hildið verður, at báðar búgva
í Bretlandi.
Flogseðlar,
sum
pakistanskir ættarleiðarar
hava fingið teir seinastu
dagarnar,
mæla
leiðarunum til at beina fyri
pakistanska forsetanum,
Pervez Musharaf, skrivar
AP. Flogseðlarnir eru frá
yvirgangsfelagsskapinum
al-Qaeda, og á teimum
verður
Musharaf
umrøddur sum trælur hjá
amerikanska forsetanum,
George W. Bush. Eitt nú
verður Osama bin Laden
endurgivin fyri at siga:
–Eg biði Guð geva
Bush, Pervez og heri
teirra ta lagnu, teir hava
uppiborið, og at onkur av
Guðs leyvum fær høvi til
at drepa pakistanska trælin
hjá Bush.
Tað er ikki greitt,
um áheitanin veruliga
er frá bin Laden, men
eygleiðarar í Pakistan siga
innihaldið á flogseðlunum
ver eina greiða ábending
um, at stríðið ímillum
pakistanska herin og
uppreistrarmenninar
á markinum ímillum
Pakistan og Afghanistan
er vorðið harðari í
seinastuni.
Stjørnufrøðingar á einum
stovni í Burma siga seg
síggja tekin í stjørnunum,
sum boða frá, at vit kunmnu
vænta fleiri jarðskjálvtar
og ódnir.
Than Htay, varaleiðari
á stovninum, sigur við
tíðindastovurnar, at hann
og hansara felagar eru so
sannførdir um tað, sum teir
síggja, at teir ætla sær at
gera eina ávaringarskipan,
sum skal varskógva fólk,
tá jarðskjálvti ella ódn er
á veg.
Í løtuni arbeiða teir
burmesisku
stjørnu–
frøðingarnir
við
at
samanbera kanningar–
úrslitini við hagtøl hjá
altjóða veðurfrøðini. Vísir
tað seg, at upplýsingarnar
samsvara við hvør aðra,
kunnu vit vænta tær
fyrstu ávaringarnar ímóti
jarðskjálvtum og ódnum
næsta ár.
Ein kanning í USA vísir, at
hevði ein húsmóður fingið
løn fyri alla ta tíð, hon
arbeiðir, hevði hon fingið
meiri løn enn flestu stjórar.
Í USA hevði hennara
ársløn ligið um knappar
800.000 krónur.
Amerikanska kanningin
vísir, at ein húsmóður
arbeiðir vanliga 44 tímar
á sínum arbeiðsplássi
og 49,8 tímar heima
við hús um vikuna.
Húsmøður, sum ikki er
á arbeiðsmarknaðinum,
arbeiða í meðal 91,6
tímar heima við hús um
vikuna.
Bill Coleman, sum
hevur verið við til at gera
kanningina, sigur við AP, at
5,6 milliónir amerikanskar
kvinnur
eru
ikki
á
arbeiðsmarknaðinum, men
arbeiða heima við hús.
Hann heldur, at samfelagið
eigur
at
viðurkenna
týdningin av arbeiði teirra,
tí tað er nógv meiri vert,
enn tey flestu geva sær far
um, sigur hann.
Tríggir
amerikanskir
arbeiðsmenn
doyðu
leygardagin, tá teir duttu
niður á eitt nýstoypt gólv í
einum háhúsum í Miami.
Gólvið var stoypt við
betongi,
sum
tornar
serliga skjótt, og hóast
starvsfelagar
teirra
royndu at fáa teir leysar,
eydnaðist tað ikki. Ein
av monnunum fór undir
beinanvegin, meðan hinir
báðir royndu at sleppa
uppaftur, men til fánýtis,
skrivar blaðið Miami
Herald. Ein talsmaður hjá
bjargingartænastuni sigur
við blaðið, at teir tríggir
vórðu jarðaðir livandi.
Tað eydnaðist seinni at
fáa líkini leys, men tað tók
drúgva tíð, tí nógv jarn var
í betonggólvinum.
Teir tríggir vóru saman
við øðrum í ferð við at
stoypa tað seinasta gólvið
í einum háhúsum í 27
hæddum, tá vanlukkan
hendi. Tað er ikki greitt,
hví tað, sum teir gingu á,
fór undan teimum.
Nógv olja kann vera
eftir í Norðsjónum
Hon var við “Titanic”
Borin út Jødisku niðursetufólkini á Vestara Áarbakka seta seg javnan upp ímóti ísraelska herinum. Í gjár máttu
hermenninir bera hesa kvinnuna burtur, tá hon sýtti fyri at fara úr einum húsum í Hebron, sum palestinar eiga.