Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 5 Bæði talið á ferðafólki og talið á bilinum, sum ferðaðust við strandfaraskipunum, reyk upp í loft í farnu viku, tá ið tað varð ókeypis at sigla Ókeypis sigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað fekk rættiliga føroyingar upp úr stólinum, at tað hevur verið ókeypis at siglt við Strandferðsluni í alla farnu viku. Tølini hjá Strandferðsluni vísa, at hetta tiltakið at lata fólk ferðast ókeypis, hevur verið stak væleydnað, tí heilt nógv fólk hava tikið av tilboðnum. Hesa vikuna, tað var ókeyp­is at sigla, hevur Smyr­il sostatt meiri enn tví­faldað ferðafólkatalið og næstan trýfaldað bilatalið afturímóti tí, sum hann er vanur at føra. Tað var kanska væntandi, at nógv fólk fóru at ferðast um vikuskiftið, men tað kem­ur eitt sindur óvart á Strandferðsluna, at tað eisini ferðaðust so nógv fólk mitt í viku, at onkran túrin mitt í viku sluppu ikki allir bilarnir við Smyrli, hóast hann tekur yvir 200 bilar. Sunnukvøldið vóru 209 bilar norður við Smyrli, men eisini tá stóðu einir 15 bilar eftir. Hendan túrin vóru 195 privatbilar, 12 vøruvognar og tveir lastbilar við Smyrli úr Suðuroy til Havnar. Alment er Smyril annars roknaður at taka 200 bilar, men sunnukvøldið varð stúvað væl, men 209 bilar má avgjørt metast at vera tað mesta, hann kann taka. Túrurin hetta sama sunnu­kvøldið var eisini met­túrurin yvir øllum hjá Strandferðsluni um Suð­ ur­oyarfjør, tí umframt teir 209 bilararnar, vóru 843 ferðafólk við hendan túrin og so stórt tal av bilum og fólki hevur Smyril aldrin flutt fyrr. Eisini Teistin hevur flutt reiðiliga nógv ferðafólk hesa vikuna, men hjá Teistanum er tað serliga bilatalið, sum hevur verið munandi økt. Strandferðslan fer nú at út­greina tølini meiri og at skriva eina frágreiðing um gongdina. Men Andrass Jensen, sam­ferðsluleiðari á Strand­ ferðsluni, heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin at koma til onkra niðurstøðu útfrá hes­ um ókeypis tiltakinum. Hann heldur, at skulu vit fáa eina neyva mynd av, hvussu nógv ókeypis sigling hevði ávirkað ferðafólkastreymin og bilatalið, skal tað roynast eitt longri tíðarskeið. Nú er Smyril eisini rætti­ liga nýggjur og onki er at ivast í, at nógv fólk hava nýtt høvið til at royna skip fyri fyrstu ferð. Annars sigur samferðslu­ leiðarin, at siglingin hevur gingið, hóast nógv vólk hava verið við og fólk eru farin væl um skipið. Tølini vísa, at hesa vikuna í fjør, ferðaðust 137 fólk í miðal við Smyrli hvønn túr, men hesa vikuna, tað var ókeypis at sigla, ferðaðust 340 fólk við Smyrli í miðal fyri hvønn túr. Sostatt er miðaltalið á ferða­fólki vaksið 203 fólk og tað gevur ein vøkstur upp á 148 %. Ein samd landsstýrismálanevnd sigur, at tað er ílagi, at Føroya Tele varð við til at keypa Sosialin Fjølmiðlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroya Tele fór ikki útum sínar heimildir, tá ið tað var við til at keypa Føroya Tele. Tað staðfestir landsstýris­ málanevndin hjá Føroya Løgtingi. Tá ið tað frættist, at Før­ oya Tele skuldi keypa ein part av Sosialinum frá javn­aðarflokkinum, leyp tað so ilt hjá tinglimir í tjóð­veldisflokkinum, at tað endaði við, at Heidi Peter­ sen, tingkvinna, heitti á lands­stýrismálanevndina um at kanna málið til botns, sum hon orðaði seg. Eftir at hava gjørt eina løgfrøðiliga kanning, kom Landsstýrisnevndin so í gjár til eina niðurstøðu og hon er, at Føroya Tele gjørdi onki skeivt. – Við støði í tilfarinum, sum er til taks, metir nevndin  ikki, at tað er  nøkur rímilig grund at halda, at brot er framt á lóggávuna, sigur Landsstýrismálanevndin. Og hon leggur afturat, at tískil ger hon ikki meiri við málið. Innanfyri mark Ein løgfrøðilig niðurstøða í hesum málinum er, at Í Føroyum hevur tað ver­ið ætlanin, at hugtakið “fjar­ skifti” skal lýsast nøkun­ lunda sum tað verður lýst í grannalondum okkara, sum vit kappast við og ikki leyst av hvat onnur lond halda. Ætlanin við lógini var var ikki at binda menningina av Føroya Tele innanfyri trong­ ar, óbroytiligar karmar. Tí er metingin, at Føroya Tele er ikki farið út um karm­ arnar fyri, hvat lógin hevur ásett, men kanska er komið út ímóti karmunum, soleiðis sum teir síggja út í dag. Tí sigur løgfrøðiliga met­ ingin, at tað kann forsvarast, at Føroya Tele hevur keypt seg inn í eina fyritøku, sum er eitt miðlahús, sum eisini veitir tænastur bein­ leiðis til ein part av kjarnu­ tænastunum hjá Føroya Tele, sum internetið er, herundir portalur v.m. Við hesum verður víst til, at í nógv ár hava Sosialurin og Føroya Tele samstarvað um Portalin, Rás 1 hjá Tele­ varpinum o.s.fr. Løgfrøðisliga metingin sig­ur eisini, at longu tá ið fjarskiftislógin og um­­legg­ing­ ar­lógin vóru samtyktar, var tankin at geva rúmd fyri, at Telefonverkið kundi menna seg í kapping á altjóða pallinum og víst var á, at hetta kom at hava broytingar í virkisøkinum frá tí traditi­ on­ella kjarnuøkinum og til onnur virkisøki, sum høvdu samband við hetta. Í tilfarinum, sum Lands­ stýr­is­málanevndin hevur arbeitt við í hesum málið, sæst, at Føroya Tele skuldi gerast ein minniluta parta­ eigari í Sosialinum við 34% av partapengunum. Tað er eisini upplýst, at Sosialurin varð seldur fyri 10 milliónir krónur. Fingu føroyingar upp úr stólinum Føroya Tele var innanfyri mark At keypa ein part í Sosialinum er innanfyri virkisøkið hjá Føroya Tele, sigur ein samd landsstýrismálanevnd Kanningarnar fyri at staðfeseta, um landsstýrið hevur brotið lógina í sam­ bandi við ætlanin at byggja ellis-og røktarheim í Vági, eru ikki lidnar enn Kanning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hevur landsstýrið lagt trýst á kommunurnar fyri at fáa tær at byggja ellis- og røktareim á stykkinum í Vági, har miðnámsskúlin upp­runaliga skuldi byggj­ ast. Og um so er, hevur lands­ stýrið so víst komm­un­unum á nakrar sakligar grund­ gevingar fyri hesum. Hetta eru tveir spurn­ ing­ar, sum Landss­týr­is­ mála­nevndin nú vil hava svaraðan. Landsstýrismálanevndin hevur tískil sent øllum komm­ununum í Suðuroy skriv við nøkrum spurn­ ing­um í samabandi við ætl­anin at byggja ellis- og røktarheim í Vági. Landsstýrismálanevndin hevur nú í eina tíð arbeitt við eini kæru, sum Høgni Hoydal hevur lagt fyri nevndina. Í kæruni vil tjóð­veld­ ismaðurin hava lands­stýr­ ismálanevndina um at taka alt málið upp í sam­ bandi við ætlaða ellis- og røktarheimið í Vági. Ikki minst vil hann hava nevndina at kanna, hvønn leiklut, Landsstýrið hevur havt í málinum. Høgni Hoydal mæl­ ir beinleiðis nevnd­ini til at krevja, at løg­tings­ formaðurin setir kanning­ ar­stjóra at kanna um løg­ maður, landsstýrismenn og fyrisitingar teirra, hava hildið seg til galdandi lógir og reglur á økinum ella hava fyrisitið eftir góðum fyri­sitingarsiði, um tey hava hildið notatskyldu, hava hildið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, hava hildið fyristingarlógina og hava hildið stýris­skip­an­ arlógina.  Eitt, sum Høgni Hoydal hugsar um í hesum føri, er, hvørja heimild lands­­ stýrið hevur havt at bjóða kommununum í Suðuroy serlig lán frá lands­ stýrinum. Landsstýrismálanevndin er komin væl áleiðis við kanningunum, men nú vil hon hava kommunurnar í Suðuroy at svara nøkrum spurningum Eitt nú hevur vanlig manna­gongd verið, at tað eru kommunur, sum taka stig til at byggja ellis-og røktarheim. Men nú vil landsstýris­ mála­nevndin hava at vita, um tað eru kommunurnar ella landsstýrið, ið tóku stig til at fara undir at byggja eldrarøktina í Suðuroy út.. Nevndin vil eisini hava at vita, hvat veruligi tørv­ ur­in á røktarplássum er í Suðuroy og, hvussu nógv fólk bíða í løtuni eftir ellis- og røktarheimsplássi í hvørjari bygd í økinum. Kommunurnar skulu eisini siga um tær halda, at mismunur er gjørdur á kommununum og um tær hava havt útreiðslur útfrá tí, at tilsøgnin um serliga fígging var bindandi. Vilja hava at vita um suðuroyingar føla seg trýstar Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv fólk og, hvussu nógvar bilar, tey bæði størstu strandfaraskipini, Smyril og Teistin, fluttu í farnu viku, tá ið tað var ókeypis at sigla, afturímóti somu viku í fjør. Tað kann ikki sigast annað enn at føroyingar tóku av tilboðnum um ókeypis sigling Smyril Ókeypis Sama vika Vøkstur Vøkstur sigling í fjør í % Ferðafólk 10.881 4.387 6.494 148 Privatbilar 2.941 998 1.943 195 Vinnubilar 411 208 203 98 ------------------------------------------------------------------- Teistin Ókeypis Sama vika Vøkstur Vøkstur sigling í fjør í % Ferðafólk 5.866 4.284 1.582 37 Privatbilar 2.474 1.015 1.459 144 Vinnubilar - 192 - -