týsdagur 9. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 89 - 9. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Eitt norskt felag fer nú at
byggja nakrar ferjur, sum
skulu fáa fleiri ferðafólk at
njóta náttúruna á teimum
longu firðunum í Vestur
noregi.
Í fyrsta umfari er ætl
anin at byggja tvær bil
ferjur, sum skulu sigla á
Hjørundfjørðinum og Geir
angerfjørðinum, og gongst
sum ætlað fara tær í rutu
í 2008. Skipini, ið verða
bygd sum tvíkiljur, verða
44 metrar long, og kostn
aðurin fyri hvørt skipið
fer at liggja oman fyri 60
milliónir norskar krónur.
Á
summum
rutum
skulu tær nýggju ferjurnar
kappast við skip, sum longu
sigla har, men reiðaríið
ivast ikki í, hvør fer at
vinna kappingina. Næstan
allur yvi8rbygningurin á
ferjunum verður úr glasi,
og tað fer at geva ferða
fólkunum heilt aðrar
møguleikar enn teir, sum
verandi skip bjóða, sigur
reiðaríið.
Bumbuatsóknin á frítíðar
oynni Bali í fjør var hevnd
fyri teir muslimar, sum lata
lív í Irak og Afghanistan.
Tað segði ákærin, tá rætt
armálið ímóti fýra víð
gongdum monnum byrjaði
í morgun.
Rættarmálið er tað
fyrsta í sambandi við til
burðin í fjør, tá tríggir
sjálvmorðsbumbumenn
sprongdu seg og 20 onnur
fólk í luftina. Indonesisku
myndugleikarnir
hava
alla tíðina sagt, at tað var
yvirgangsfelagsskapurin
Jemaah Islamiyah, sum
skipaði fyri atsóknini.
Felagsskapurin heldur til
í Landssynningsasia og
sigst vera ein grein av al-
Qaeda.
Verða teir fýra menninir
funnir sekir, kunnu teir fáa
deyðarevsing.
Í USA er samveldisløg
reglan FBI farin at leita
eftir Warren Jeffs, sum
stendur á odda fyri teirri
víðgongdu kristnu sektini
Fundamentalist Church
of Jesus Christ of Later
Say Saints. Sektin var fyrr
partur av momonska trú
arsamfelagnum, men fór
haðani, tá mormonararnir
bannaðu monnum at hava
meiri enn eina konu.
FBI sigur, at tann 50 ára
gamli Warren Jeffs hevur
millum 60 og 70 konur,
og løgreglan hevur eisini
illgruna um, at hann hevur
havt kynsligt samband við
eina gentu, ið er ov ung til
slíkt.
– Vit gera alt fyri at
fáa fatur á honum, sigur
Tim Fuhrman hjá FBI
við tíðindastovuna AP,
men hann ásannar, at tað
kann gerast trupult, tí
eingin sigur seg hava sæð
Warren Jeffs tey bæði
seinastu árini. Løgreglan
hevur lovað fólki 100.000
dollarar, um tey kunnu
avdúka, hvar maðurin er,
men higartil uttan úrslit.
Stjórarnir í teimum stóru
norsku peningastovnunum
fingu rættiliga góða lønar
hækking í fjør, skrivar
Dagens Næringsliv.
Ta størstu lønarhækk
ingina fekk Finn Haugan,
sum er stjóri í Sparbank 1
Midt-Norge. Í 2004 fekk
hann 1,87 millión krónur
í løn, men í fjør var lønin
2,21 milliónir krónur, og
harumframt fekk hann
1,16 millión krónur sum
samsýning fyri, at bankin
hevði eitt gott ár í fjør, so
hansara lønarhækking var
heili 75 prosent.
Í meðal fingu teir norsku
bankastjórarnir 14 prosent
meiri í løn í fjør enn í
2004.
Best løntur er stjórin
í Storebrand Bank, Per
Kumle. Hann fekk 6,8
milliónir krónur í løn í
fjør, og tað var 16 prosent
meiri enn árið fyri. Næstur
honum er Svein Aaser,
stjóri í DnB Nor, sum fekk
6,125 milliónir krónur inn
á lønarkontuna í fjør.
Loysir seg at vera
bankastjóri
Leita eftir sektleiðara
Atsókn var hevnd
Nýggjar ferjur
ST-sendimaðurin
Jan Egeland og fylgi
hansara máttu taka
til rýmingar, tá ill
flóttafólk løgdu á
tey. George W. Bush,
forseti, mælir til at
senda hermenn til
Darfur at halda skil á.
Darfur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Glaspetti fuku um oyruni
á ST-umboðunum, tá ill
flóttafólk brutu rútar í ST-
bilunum, og trygdarmenn
máttu hjálpa Jan Egeland
burtur frá teimum illu flótta
fólkunum.
Jan Egeland, sum samskip
ar alla neyðhjálp hjá ST, var
komin til Datfur at visaa fólk
um, at altjóða samfelagið
hevur ikki gloymt tey. Men
júst sum hann var í ferð við at
greiða frá, rópti ein kvinna,
at ein av tulkum hansara
hevði verið hermaður hjá
tí sera illa lýdda vápnaða
Janjaweed-bólkinum, sum
hevur beint fyri túsundtals
fólki í Darfur tey bæði
seinastu árini.
So var alt í einum ruðu
leika. Fólk herjaðu á ST-
bilarnar, og Jan Egeland
visti sær eingi onnur ráð
enn at taka til rýmingar. Tá
avtornaði, lá ein av tulkum
hansara eftirá, og seinni varð
ein annar maður myrdur, tá
ill flóttafólk herjaðu á eina
løgreglustøð hjá afrikanska
eindarfelagsskapinum.
Hermenn til Darfur
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, segði í
gjárkvøldið, at hann hevur
biðið Kongressina játta
225 milliónir dollarar, sum
skulu brúkast til neyðhjálp
til Darfur, og í fyrsta umfari
hevur USA lovað at senda
40.000 tons av mati og
øðrum neyðsynjarvørum
hagar.
Men sambært Bush er
tað ikki nóg mikið við
neyðhjálp. Teir 7.000 her
menninir hjá afrikanska
eindarfelagsskapinum hava
ikki megnað at tryggja
frið í Darfur, og tí vil
Bush hava ST at senda
eitt
friðarvarðveitandi
herlið hagar. Ætlandi fer
Condolleezza Rice, uttanrík
isráðharri, at leggja áheitan
forsetans fyri trygdarráðið
hjá ST í dag.
Tann høgi oljuprís
urin kemur teimum
fátæku londunum í
Afrika og aðrastaðni
illa við og er steinur
oman á byrðu
Oljuprísur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Altjóða orkustovnurin IEA
sigur, at í 2002 innfluttu tey
afrikonsku londini sunnan
fyri Sahara-oyðimørkina
olju fyri 8,6 milliardir
dollarar, men at í fjør var
hetta talið oman fyri 24
milliardir dollarar. Í fjør
var meðalprísurin á olju 55
dollarar fyri tunnuna. Nú er
hann oman fyri 72 dollarar,
og so mikið meiri mugu lond
ini rinda fyri oljuna.
Fremsti búskaparfrøðing
urin hjá Heimsbankanum,
Francois
Bourguignon,
sigur við Aftenpæosten, at
heldur oljuprísurin sær, fer
oljan at kosta teimum fátæku
londunum í Afrika einar 25
milliardir krónur meiri í ár
enn í fjør. Bourguignon sigur,
at tey seinastu árini hevur
tann hækkandi oljuprísurin
ikki havt so stóra ávirkan í
teimum fátæku londunum, tí
teirra egnu útflutningsvørur
hava eisini fingið góðan og
hækkandi prís. Men hetta
tykist ikki vera so longur,
og tí kann tann dýra oljan
fáa álvarssamar avleiðingar,
sigur hann.
Francois Bourguignon sig
ur, at fleiri afrikonsk lond
hava lænt pengar til ta dýru
oljkuna, men tað gongur
ikki í longdini. Tí fer oljan
at ávirka búskapin, og tað
fáa tey fátækastu at kenna
fyrst, sigur hann.
Fólkið í Darfur mist tolið
Jan Egeland tosar við flóttafólk í Kalma-leguni. Løtu seinni mátti hann taka til rýmingar
Dýr olja ger tey fátæku fátækari