Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 7 Handlarnir og mat­ støðini gjørdu nógv burturúr í síðstu viku, tá ið tað var ókeypis at ferðast kring landið. Alt kókaði í Klaksvík, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar kommunu TUNNILSVIKAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo – Hetta hevur verið sum ólavsøka í Klaksvík í eina viku. Alt hevur kókað! Handlarnir og matstøðini hava gjørt nógv burturúr, og tunnilsskráin var framúr, sigur Marianna Poulsen frá Kringluni. Klaksvíkin hevur rættiliga sett seg á landakortið í síðstu viku. Nógv fólk hava verið og vitjað í Klaksvíkini. 57000 bilar hava koyrt ígjøgnum tunnilin, og nógv hevur verið hjá teimum vitjandi at fara til. Handlarnir havt jólaviku – Hetta her hevur verið sum á jólum, sigur Hilmar Danielsen frá El-In. Nógv fólk hava verið á gólvinum, og sølan hevur verið betri enn væntað. El-In er akkurát farið í nýggj høli, so tað hevur kanska eisini drigið fólk inn at hyggja. – Eg meti, at meira enn helvtin av kundunum hesa vikuna vóru avoyggjafólk, sigur Hilmar. Vit vóna, at vit hava givið fólki so góða tænastu, at vit hava vunnið okkum nakrar fastar kundar. Marianna Poulsen frá bakarínum Kringlan sigur, at tað hevur verið nógv at gjørt tunnilsvikuna. – Tað hava allatíðina verið fólk á gólvinum, og úrslitið hevur verið nógv betri enn vit høvdu vónað. Tað hevði verið eitt gott hugskot, um tað varð frítt at ferðast kring landið av og á. Tað er gott fyri handlarnar, sigur Marianna. Gott fyri okkara samleikakenslu Dávur Winther heldur, at tað er ein styrki, at føroyingar ferðast kring landið. Hann heldur, at tað hevði verið eitt fínt hugskot, um tað var ókeypis at ferðast av og á. – Eg var ein túr í Gásadali og í Suðuroynni í tunnilsvikuni, og har vóru nógvir norðoyingar. Tann ókeypis ferðingin ger, at føroyingar ferðast meira í sínum egna landi og tískil koma at kenna sítt egna land betri. Handlarnir og ymisk samlingsstøð spenna seg veruliga út til eitt tílíkt tiltak. Handlarnir í Klaksvík hava veruliga satsað stórt. Nógvir nýggir handlar eru opnaðir, og summir eru farnir í nýggj høli. Vit mangla kanska eitt gott dansistað, men her kunnu vit vænta okkum okkurt i nærmastu framtíð, sigur Dávur Winther, sum tó ikki vil avdúka nakrar smálutir enn. Nú síggja norðoyingar fram ímóti norðoyastevnu og Summarfestivalinum. – Tað verður gjørt nógv burturúr, og okkurt serligt verður eisini á skránni, sigur Dávur Winther at enda. – Tað er ikki heilt tilvildarligt, at vit hava landsfundin í Klaksvík. Vit meta, at vit hava góðan møguleika at fáa tinglim úr Norðoya valdømi á næsta vali, segði Bill Justinussen á landsfundinum hjá Miðflokkinum leygardagin LANDSFUNDUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Miðflokkurin hevði leyg­ardagin landsfund í kjallaranum á Sjó­mans­ heiminum í Klaksvík. Umleið 50 fólk vóru á landsfundi. Regin Jacobsen úr Runavík varð valdur til fundarstjóra. Fundarfólkið fegnaðist um, at støðan í Føroyum er so góð, og tey løgdu dent á, at neyðugt er at verja tey Gudgivnu virðini, tjóðin er signað við. Millum evnini, sum vórðu umrødd á fund­ inum vóru alheimsgerð, einskiljingar, tann órættvísa skattalógin, manglandi sosial raðfesting av ríkidømi landsins og støða Ísraels. Landsfundurin harmaðist, at tey frálíku sosialu uppskotini hjá tingmonnum floksins vórðu kveistraði til viks. Heitt varð á teir um framvegis at arbeiða fyri at betra um korini hjá familjum og millum annað royna at fáa oljuavgjaldið strikað og at hækka barnafrádráttin. Miðflokkurin vil feg­in síggjast betri í fjøl­miðla­ heiminum, og flokkurin ynskir at verða rikin meira professionelt. Terji Vester­gaard segði, at ein marknaðarføringsnevnd eigur at verða sett á stovn við fólki, sum hava skil fyri tílíkum. Terji Vestergaard tók annars orðið nógv, og summi hildu, at hann skuldi gerast meira virkin í flokkinum, tí at hann hevur ein slíkan eldhuga. Kanska vit fara at síggja meira til Terja Vestergaard á politiska pallinum tey komandi árini. Annars varð tosað um at hava fundir oftari og at broyta floksskipanina, so at flokkurin fær eina meira einfalda leiðslu. Tosað var um, at fáa ein floksformann, sum kann vera andlitið úteftir. Málið hjá flokkinum skal vera at hava ein fund um mánaðin. Flokkurin má hava gott samband við limirnar, so at hann kann fyrireika vallistan í góðari tíð áðrenn valið. Bill Justinussen nevndi møguleikan fyri at fáa ein mann á ting úr Norðoyggjum. Hann heldur, at serlig orka skal leggjast í at vinna veljarar í Norðoyggjum, tí at tað hevði helst verið ein tinglimur úr Norðoyggjum, sum hevði kravt minst vunnar atkvøður í mun til síðsta val. – Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eru viknaðir í økinum. Kristiligi Fólkaflokkurin hevði fyri nøkrum árum síðani ein mann í Norðoya valdømi. Um vit fáa tær atkvøðurnar, so kann Miðflokkurin fáa ein tinglim úr Norðoyggjum. Men vit skulu serliga leggja okkum eftir at fáa ein nátúrligan vøkstur. Tað vil siga, at vit fáa atkvøðurnar frá teimum veljarunum, sum atkvøða fyri fyrstu ferð, sigur Bill Justinussen. landsfundurin samtykti eina yvirlýsing, sum fevndi um hetta: - at etisku, moralsku og andaligu virðini verða rað­ fest í fremstu røð. - at kristnu lívs­virð­ini, sum eru avgerandi grund­ ar­lagið undir samfelag og sam­felagskipan okkara, verða vard og styrkt. - einari rættvísari rað­ festing av ríkidømi lands­ ins. - korunum hjá teim­­um veikastu sam­felags­borg­ ar­unum, herundir ófødda barninum, teim gomlu og sjúku- og teimum, ið av ymiskum orsøkum eru tarnaði. Somuleiðis varð samtykt at heita á landsstýrið um: - at virka fyri, at ágóðin av sølu av til­feingisrættind­ um í eini líðandi tilgongd gerst partur av inntøkum landskassans, tó uttan at leggja tilfeingisrentu á vinnuna. - at virka fyri at rús­­­­­­ drekkalógin verður broytt, soleiðis at hon verður nýtslu­­tálm­andi. - at veita størri stuðul til felagsskapir, sum virka fyri at verja børn og ung móti rúsdrekka- og rúsevnismísnýtslu og fylgjunum av hesum. - at bera so í bandi, at Føroyar taka virknan lut í alheimsgerðini, ikki bara sum eftirgevandi parturin, men eisini sum tann gevandi. - at bøta um kor teirra veiku, sum hóast glottar eru, enn tørva hjálp, sum í grannalondum okkara verður mett sjálvsøgd. Her verður hugsað um bæði barnafamiljur, gomul, sjúk og fólk við serligum tørvi. Alfred Olsen var ein av røðarunum á eldradegnum. Hann fegnast um virksemi hjá pensjónista­feløg­ unum. Hann metir, at pensjónsaldurin skal hækkast ELDRADAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Alfred Olsen fegnaðist um, at landsfelagið og tey ymisku lokalfeløgini eru so virkin, tí at teirra virkna pensjonistatilvera er við til at birta upp undir ein virknan landspolitikk á eldraøkinum. – Búskaparfrøðingar ávara okkum ímóti tí komandi eldrabylgjuni, men tað taki eg sum nakað positivt og ikki negativt, tí at samstundis sum vit liva longri og longri, so verða vit eisini ung ein størri part av okkara lívi, sigur Alfred Olsen Arbeiðsmarknaðurin – Vit kunnu seta spurningin, um tað er neyðugt, at ein raskur arbeiðsmaður skal verða uppsagdur, tá ið hann verður 67 ár. Samstundis sum vit liva betri og longri, eru vit eisini før fyri at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, og tað eigur at verða upp til tann einstaka og arbeiðsgevaran, um tú skalt halda fram at arbeiða, eftir at tú ert vorðin 67 ár, sigur Alfred Petersen. – Men tað kostar at liva, sjálvt um ein er 70 ár, og tá ongin arbeiðsinntøka er, er neyðugt at fólkapensjónin er so mikið stór, at ein stakur eins og hjún, kunnu liva og gjalda hvørjum sítt fyri fólkapensjónina. – Vit fegnast um, at dagtilhaldini, sum verða væl vitjað og sum hava fjølbroytt tilboð (sms, teldur, skype v.m.), verða fleiri og fleiri runt landið. Vit meta, at møguleikin fyri at byggja eldraíbúðir kemur at betra um og broyta nakað uppá verandi bústaðarmynstur. Tann politiska ætlanin gongur út uppá, at komm­ unur, feløg, einstaklingar kunnu byggja eldraíbúðir, innrættaðar til førleikan hjá eldri fólki, og verða frítikin fyri mvg, fáa rentufrádráttin og eina lagaliga fígging gjøgnum Húsalánsgrunnin. Hetta kundi t.d. viðført, at eini hjún, sum búgva í stórum eldri húsum, selja hesi og flyta inn í eina eldraíbúð, móti at gjalda 10% av kostnaðinum (er kostnaðurin 800.000,- kr., skal gjaldast 80.000,- kr.) og síðani gjalda eitt hóskandi mánarligt gjald. Klaksvíkin hevur notið væl av, at tað hevur verið ókeypis at koyrt ígjøgnum tunnilin fyrstu vikuna. Handils- og mentanarlívið hava koyrt uppá hægsta bluss Mentanar- og handilslívið ganga hond í hond í Klaksvík Miðflokkurin ætlar sær mann í Norðoyggjum næstu ferð Eldrabylgjan er ongin hóttan