týsdagur 9. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 89 - 9. mai 2006
Marknaðarrák
Prísurin á olju er lækkaður
seinastu vikuna, og ein tunna
av Brent ráolju kostar nú um
70 dollarar. Seinastu tríggjar
vikurnar hevur oljuprísurin
tríggjar ferðir verið heilt uppi
á 75 dollarum. Spurningurin
er nú, um lægri prísir munnu
vera fyri framman. Tað metir
Kaupthing ikki. Vit vænta, at
prísurin ikki fer langt niður
um 70 dollarar í bræði.
Tó so, hann sveiggjar sera
nógv, og tí kann hann fara
niður um onkran dag. Men
seta vit kikaran á teir næstu
2-3 mánaðirnar, vænta vit
sum heild ein hægri prís
enn í dag. Vit hava áður
hugt at oljuprísinum, og
orsøkirnar til høgu prísirnar
eru enn, at eftirspurningurin
er so stórur, samstundis
sum møguleikarnir at
økja framleiðsluna eru
avmarkaðir. Kina hevði
bert ein lítlan part av økta
eftirspurninginum í fjør. Í ár
vænta vit, at millum annað
ein økt bilasøla har fer at
økja munandi um kinverska
eftirspurningin eftir olju. Tá
lond sum Iran og Bolivia
samstundis nýta oljuna sum
eitt politiskt vápn, eru óttin
fyri minkandi útboði væl
grundaður.
Lánsbrøv standa í stað
Lánsbrævarenturnar standa
framvegis í stað. 10-ára
rentan hevur aftur hesa
farnu vikuna sveiggjað
millum 4,0%-4,1%. Útlit
eru fyri, at næsta rørslan í
rentunum verður eitt sindur
niðureftir.
Roknskapur frá
GN Store Nord
GN store Nord, ið vit meta
áhugavert, kunnger roknskap
í dag. Kappingarneyti teirra,
Plantronics, kunngjørdi
í farnu viku ein slakan
roknskap.
Nú
verður
spennandi at síggja um
hetta var orsakað av lægri
eftirspurningi sum heild, ella
um GN Store Nord hevur
tikið hesar marknaðarpartar
frá teimum. Um so er, kann
kursurin á GN Store Nord
hækka.
Hesa vikuna
Hesa vikuna fara fíggjar
marknaðirnir at leggja dent á
rentufundin hjá amerikanska
tjóðbankanum og BTÚ-tøl
fyri Evropa. Harumframt
fara roknskapir at seta dám
á partabrævamarknaðirnar á
okkara leiðum.
Framhaldandi høgur oljuprísur
Vika 19 2006
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Føroyagrunnurin frá 1971 og
Granskingarráðið hava gjørt
samstarvsavtalu um umsiting
av stuðli til ph.d. verkætlanir
innan fiskivinnu.
Eitt av endamálunum
hjá Føroyagrunninum er at
lata stuðul til lesandi innan
fiskivinnu, og framyvir fer
grunnurin at lata hendan
stuðul til ph.d verkætlanir.
Roknað verður við, at
grunnurin
fíggjar
eina
nýggja ph.d. verkætlan um
árið.
Av tí at upphæddin, sum
Føroyagrunnurin
hevur
tøka til hetta endamál,
er lítil, heldur nevndin í
grunninum tað ikki verða
rætt, at grunnurin átekur
sær at lýsa eftir og viðgera
umsóknirnar fakliga, men
heldur at brúka teir førleikar,
sum
Granskingarráðið
hevur innan hetta økið.
Granskingarráðið
fær
nógvar umsóknir um stuðul
til ph.d. verkætlanir, men
hevur
ikki
møguleika
fyri at veita fígging til
allar skikkaðar umsóknir.
Samstarvsavtalan snýr seg
í høvuðsheitinum um, at
Granskingarráðið
boðar
Føroyagrunninum
frá
ph.d verkætlanum, sum
lúka formligu krøvini hjá
ráðnum og snúgva seg um
fiskivinnu. Síðani viðgerð
nevndin í Føroyagrunninum
hesar verkætlanir og tekur
avgerð um, hvør fær játtað
stuðul
úr
grunninum.
Granskingarráðið
skriv
ar sáttmála við játtanar
móttakaran
og
hevur
umsitingarligu ábyrgdina
av verkætlanini.
S a m s t a r v s a v t a l a n
liggur á heimasíðuni hjá
Granskingarráðnum www.
gransking.fo.
Fríggjakvøldið
verður
konsert í Bygdarhúsinum
á Strondum. Tríggir kendir
tónleikarar úr Klaksvík fara
at syngja og spæla
Hans
Hjalti
Skaale,
Karl Martin Samuelsen
og Eyðun Nolsøe fara at
syngja og spæla til konsert í
Bygdarhúsinum á Strondum
fríggjakvøldið.
Hans Hjalti er kendur fyri
at syngja tættir, sum hann
og Andrias Justesen skriva
um alskyns viðurskifti -
fólk munnu kenna sangir
sum Tubbakstátturin og
Sjey drykkjunætur. Tað
nýggjasta er ein sangur um
Norðoyatunnilin.
Fríggjakvøldið fer Hans
Hjalti at spæla til konsert
saman
við
tveimum
kendum tónleikarum úr
bólkinum Hjarnar – Karl
Martin Samuelsen og Eyðun
Nolsøe.
Konsertin
byrjar
fríggjakvøldið kl. 21.00.
Megahittið hjá The
Rasmus, In the
Shadows, er nú tað
finska tónleikaverkið,
sum hevur selt mest í
útlandinum
Sangurin In The Shadows
hjá The Rasmus er nú tann
finski sangurin, sum hevur
staðið seg best í útlandinum.
Megahittið, sum fór sum ein
brandur um allan heim, er
nú ovast á einum yvirliti
hjá felagnum fyri finska
komponistar.
Higartil hava tvey verk hjá
Sibelius ligið ovast, men The
Rasmus er nú farin fram við
teimum.
Harvið hevur The Rasmus
eisini megnað at havt eitt
størri hitt í útlandinum enn
Bomfunk MC’s hevði við
Freestyler, Darude hevði við
Sandstorm og HIM hevði
við Join Me.
– Hetta er nakað heilt
serligt. Eg rokni við, at In
The Shadows eisini verður
spældur um 100 ár á sama
hátt sum violinkonsertir og
symfoniir verða spældir í
dag, sigur Lauri Ylonen,
sangari í The Rasmus.
The Rasmus spælir á
Summar Festivalinum í
august, og tá verður eisini
høvi at hoyra risahittið In
The Shadows.
The Rasmus yvirhálar Sibelius Samstarv millum Føroyagrunnin
og Granskingarráðið
Klaksvíkingar spæla á Strondum