Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006  Stutt sagt Løgtingslóg um adressur Hin 6. mars 2002 staðfestir og kunngerð Anfinn Kallsberg løgmaður løgtingslóg nr. 17 um adressur. Eitt punkt kallast “Tilluting av adressum”. Her verður m.a. sagt: § 1. Allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar, grundstykki og almenn tilhaldsstøð skulu verða tillutað eina adressu. § 2. Adressan skal í hvørji bygd sær eyðskilt og eintýtt siga, hvar adressueindin er. Stk. 2. Adressan verður sett saman av: 1. navni, sum vísir til adressuøkið (staðið) í bygdini, 2. nummari, sum skilvíst býtir upp adressuøkið, og 3. einum upp- ískoyti, um fleiri eindir eru á adressuni. § 3. Kommunustýrini eru adressumyndugleiki og hava ábyrgdina av adressutillutingini og umsiting av adressu- skipanini í kommununi. Stk. 2. Kommunustýrið skal fyri hvørja bygd í kommununi: 1. seta navn á vegir og gøtur og eitt nú á býlingar og tún v.m. og harvið býta bygdina upp í hóskandi avmarkað adressuøki, hvørt við sínum serstaka navni, 2. talmerkja adr- essueindirnar í hvørjum adressuøki, 3. um fleiri eindir eru í sama bygningi ella á sama grundstykki, eyðmerkja tær við uppískoyti til adressuna. § 4. Kommunustýrið skal síggja til og bera kostnaðin av, at neyðug skelti og tilvísingar verða sett upp, og kann um neyðugt seta upp skelti v.m. inni á privatari ogn. § 5. Í kommununi skal adressunavn og nummar skrásetast á kort í hóskandi stødd. Adressukortið skal dagførast, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, og tá adressur verða broyttar. Jógvan Joensen, vanliga nevndur Jógvan í Niðristovu – býr hann í Niðristovu ella Niðri í Stovu? Ikki er altíð so lætt hjá ókunnugum fólki at vita hetta allastaðni. Men tá talan er um neyðsynjarørindi er neyðugt at vita heilt nágreiniliga, hvar viðkomandi býr. Adressur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gøtunøvn: Tú ert postboð og skal við dagsins posti til ein ávísan bústað á rutuni. Á brævbjálvanum stendur eitt navn og bústaðurin Rættarvegur 18 í Hósvík. Fyri postboðið, oljufelagið, fólkayvirlitið og kommununa er eingin ivi, hvar hetta húsið er. Adressan á brævbjálvanum sigur jú týðiliga og greitt, hvar posturin skal latast. At hetta ber til – og tað enntá so neyvt – kemst av, at Hósvík hevur eina almenna adressuskipan, sum bæði er kend og roynt. Skalt tú burtur í bygd, har ein líknandi skipan ikki finst, ert tú ikki væl fyri, um tú ikki er staðkendur ella fær fólk at hjálpa tær. Her vita tey oftast at viðkomandi persónur býr t.d. í teimum gulu húsunum við síðuna av húsunum hjá tí og tí persóninum. Hetta er sjálvandi ein máti at gera tað uppá, men er talan um ein neyðstøðu, har brúk er fyri sjúkrabili og sløkkiliðsbili er avgjørt neyðugt at vita heilt nágreiniliga hvar farast skal. Í hesum førum telur hvørt einasta sekund. Her hjálpist ein ikki við litinum á húsunum, býlingi og øðrum tílíkum lokalum upplýsingum. Tá er neyðugt við heilt neyvum upplýsingum og sum øll kunnu skilja. 60 % mangla Tað var m.a. út frá hesum veruleikum, at løgtingslógin um adressur varð sett í gildi fyri fýra árum síðani. Her varð staðfest, at kommunurnar innan 7. mars í fjør skuldu hava hesi viðurskiftini í lagi. Í dag kann kortini staðfestast, at av teimum 117 postbygdunum í Føroyum hava bert 70 teirra adressur. Tað vil aftur siga, at 60 % teirra hava ikki fylgt ásetingini í hesi lógini. Hinvegin kann sigast, at fleiri kommunur eru í gongd við adressuarbeiðið. Av Matrikulstovuni fáa vit upplýst, at fleiri av størru kommununum – t.d. Tvøroyri, Fuglafjørður, Runavík og Miðvágur – hava sent inn uppskot um veganøvn til Landsadressuskránna. – Onkrar viðmerkingar vórðu gjørdar til hesi uppskotini, soleiðis at tær kunnu arbeiða víðari við at tilluta húsanumrini, verður sagt. Á heimasíðuni hjá Matrikulstovuni – www. matrikul.fo - sæst eitt yvirlit yvir tær bygdir, sum ikki enn hava fingið adressur sínar góðkendar. Hjálpandi hond Hjá nógvum av smærru kommununum er arbeiðið so smátt farið í gongd, hóast tað ikki er liðugt enn. Ein av hesum kommunum er Kunoyar kommuna, sum fevnir um bygdirnar Haraldsund og Kunoy. Borgarstjórin, Heini O. Heinesen sigur, at teir ikki enn eru komnir so langt við hesum arbeiðinum, - eitt arbeiði, sum hann metir sum verandi sera áhugavert. – Vit hava havt so nógv onnur mál til viðgerðar. Men arbeiðið verður gjørt, eingin ivi um tað, sigur Heini við Sosialin. Í bygdunum báðum eru ikki so nógvar gøtur, og tí átti eitt slíkt arbeiði ikki at tikið langa tíð. Serliga tí, at Matrikulstovan hevur boðið sær til at veita kommununum eina hjálpandi hond í hesum arbeiðinum. Nógvir býlingar Í báðum bygdunum í Kunoyar kommunu eru gjørdar fleiri útstykkingar. Her átti ikki at verið stórvegis trupulleikar at ásett gøtunøvnini. Hinvegin hava hesar bygdirnar – eins og so mangar aðrar – nógvar býlingar við hvør sínum navni. – Og tað er nú bara einaferð so, at fólk hava vant seg at brúka nøvnini á hesum býlingum, og eru eisini góð við hesi nøvnini, sigur Heini. Tí kann tað gerast eitt ávíst arbeiði at fáa gøtunøvnini í hesum býlingum sett inn í eina hóskandi skipan. Bygdirnar eru kortini ikki so stórar, og tí metir Heini O. Heinesen ikki at hetta arbeiði fer at taka langa tíð. Eftir ætlan verður hetta eitt av málunum á fyrstkomandi bygdaráðsfundi í Kunoy. Borgarstjórin, Kristin Michelsen sigur tó í stuttari viðmerking, at arbeiðið í roynd og veru er liðugt. Uppskotið til gøtunøvn í kommununi varð sent Matrikulstovuni, og hagani fingu tey tað aftur við bert smærri viðmerkingum. – Hinvegin, so fingu vit rós frá teimum fyri ásetingarnar av gøtunøvnum. Okkara arbeiði var væl úr hondum greitt, sigur Kristin Michelsen. »Gula húsið hjá Óla« er ikki eitt gøtunavn Rós fyri ásetingar Kemur tú til Hósvíkar ber væl til at finna fram til, um ein ávísur persónur býr á Áarvegi ella Rættarvegi. Bæði gøtunummar og húsanummar finnast á øllum bústøðum í bygdini Mynd: Jens Kr. Vang § 2. Kommunustýrið skal býta bygdina upp í hóskandi adressuøki, hvørt við sínum eintýdda staðfesta navni. Adressuøkið kann vera ein vegur, gøta, býlingur ella tún ella eitt annars natúrliga avmarkað øki. Er talan um heilt lítla bygd, kann øll bygdin verða mett sum eitt adressuøki. (KUNNGERÐ NR. 69 FRÁ 13. OKTOBER 2004 UM ADRESSUR) FAKTA Tvøroyri: Umframt hesar størru kommunurnar eru fleiri kommunur kring alt landið, sum ikki hava fingið hesi viðurskifti í rættlag. Frá Matrikulstovuni verður heitt á kommunurnar um at skunda undir hetta arbeiðið. Men tey eru samstundis vitandi um, at slíkt arbeiði krevur bæði tíð og orku. Hinvegin so eru fleiri av smærru og størru kommununum komnar væl áleiðis við hesum arbeiðinum. Og sum skilst verður hetta arbeiðið liðugt um ikki so langa tíð. Ein av størru kommununum, hvørs viurskifti ikki enn eru komin í rættlag er Tvøroyrar kommuna.