Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 89 - 9. mai 2006 Norðoyartunnilin er eitt stórt frambrot fyri allar Norð­ oyggj­ar íroknað útoyggjarnar har norðuri. Nú um dag­­arnar hevur verið tos um, at útoyggjaviðurskiftii mugu betrast. Hetta sjónarmið er væl skilligt, men vit mugu ansa eftir, at man ikki kjakast á einum órealistiskum grundarlagi. Vit sóu fyri nøkrum árum síðani eitt útoyggjaálit, ið var á tremur við góðum intentiónum, men tað var kanska ikki líka fult í realismu. At búgva á út­oyggj verður ongantíð tað sama sum at búgva á meginøkinum. Tey, ið vilja búsetast á útoyggj, gera tað, tí okkurt annað enn høgligt ferðasamband dreg­ ur. Tað fer ongantíð at verða so, at man búsetist á útoyggj, tí tað loysir seg. Tað vil altíð verða náttúran, heimstaðurin, friðurin o.s.fr., sum dregur. Tá hetta er sagt, so er tað skyldan hjá samfelagnum at tryggja eitt líkinda samband til hesar útoyggjar. Tað hevur seinastu árini verið gjørt við regluligum sambandi sjóvegis og við tyrlusambandi. Tyrlan man eiga lívið í meiri enn einari útoyggj, og er hon eitt gott dømi um, hvussu man við einum skilagóðum samferðslupolitikki heldur lív í útoyggjum. So leingi sum fólk vilja búleikast á hesum plássum, so hevur samfelagið skyldu til at tryggja hesum fólkum eitt líkinda ferðasamband, streym, telefonsamband og almennar tænastur annars. Tað er órealistiskt at halda, at vit kunnu blása lív í útoyggjarnar við almennum verkætlanum av ymsum slag, tá fólkið, ið er uppvaksið á hesum oyggjum flyta frá teimum. Politikkurin eigur at verða, at so leingi fólk er har, so skulu tey fáa tær almennu tænastur, tey hava krav uppá. Tað, sum júst er hent við farmakleiðum, er helst eitt afturstig fyri útoyggjarnar. Tað er spell, tí hóast man ikki frá almennari síðu er so forferdiliga ekspansivur viðvíkjandi útoyggjunum, so er tað ikki rætt í hesum døgum, har tunnlar og annað raplar úr tí almenna, at beinleiðis lækka tænastustøðið á útoyggj. Tað er eitt fátækt land, ið ikki er nóg stórt í sinni til at tryggja, at korini eru rímilig í útjaðaranum. Her tosa vit ikki um studning av kunstigum verk­ ætl­anum, men bert um almennar tænastur og flutn­ing. Okkara áheitan skal verða á politikarnar at hyggja at avleiðingunum av tí, sum júst er hent við Farmaleiðum og bera so í bandi, at korini á útoyggj ikki versna. Hóast avmarkað er, hvat kann hækkast viðvíkjandi útoyggjajáttanum, so kann afturstig ikki góðtakast. DAGSINS MEINING Sosialurin Samferðsla og útoyggjar VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Nú má politiski mynd­ug­ leik­in siga okkum, um tað er verulig kapping á jøvn­um føti, ella hesi ikki rættiliga meina, at borgarin skal hava ágóðan av ein­skilj­ing­ar­til­ gongdini.. Hví vilja vit hava, at al­­ menn­ar fyritøkur verða sett­ ar á sølulista og verða bjóð­ að­ar út til sølu á almenna søl­u­­marknaðinum. Eg veit væl, hvat tað merk­­ir, at nú skal borgarin fáa tænastur fyri rætta prísin – heilt einfalt merkir tað, at tú fer inn til teir ymsu út­­ bjóð­ar­arnar og spyr eftir tí tú ynskir, og so er tað bara spurningurin, hvat tann ávísa vør­­an ella tænastan kostar – “that´s it”. Og so kunnu vit spyrja – er tað rætt og rímiligt, at ein almenn fyritøka kann sleppa at bjóða á jøvnum føti við aðrar privatar, tá hesar ikki hava sama kapitalin at spæla sær við? NEI! – tað er ikki rætt, at hesar skulu hava sama møg­ u­leik­in, tí tað er júst tað, at verða almennar fyr­i­tøk­ur leys­givnar, er tað borgarin sum fær ágóðan – og ongin annar! Hvat skal veruliga end­a­ mál­ið annars verða, um vit bara siga, at vit velja poli­t­it­ iskt at liberalisera bara fyri at lib­e­r­alisara – HVØR SKAL HAVA ÁGÓÐAN? Meina tit, at nú skulu vit hava kapping, sum kann standa seg á jøvnum føti bæði her á klettunum og úti í stóru verð; so mugu tit boða greitt frá, at endamálið við einskiljingartilgongdini er, at vit hava vørur og tænastur fyri tann prísin, sum privati marknaðurin kann bjóða! Annars, er tað væl ongin mein­ing í at ein­skilja al­­ mennu fyritøkurnar...? Tað er í lagi, at Føroya Tele sleppur - og....? Fríðálvur Jensen Í útvarpinum á miðdegi 4. mai 2006 segði løgmaður í sam­røðu við Dagmar Joen­sen - Næs um Hoyvíkssáttmál­an, at landsstýrið uppruna­liga ætl­aði at leggja sátt­mál­an fram sum uppskot til sam­ tykt­ar og av øllum alvi royndi at fáa tey uppskot við, sum vóru neyðug, men  tók fyrivarni fyri, at okk­­­­urt neyð­ugt lógaruppskot ella rík­islógartilmæli mangl­­­aði, men tað helt Løg­­­tings­skriv­ stov­an ikki vera nøktandi. Van­­lig mannagongd er, at samskifti millum L­øg­­ting­ um­siting og uppskotssetara, áðrenn mál verða løgd fram, ikki kemur alment fram, men nú løgmaður leggur á­byrgd­ ina fyri gongdini í málinum á umsiting Tingsins, loyvi eg mær at koma við hesi lítlu frágreiðing.. Sam­bært  tingskipanini § 22, stk. 1 ansar Løg­tings­skriv- stovustjórin m.a. eftir, at øll ting­mál eru løgfrøðiliga røtt. Upp­skot til samtyktar um at seta Hoyvíkssátt­ mál­an í gildi kom á skriv­ stovu Tings­ins umleið 20. sep­­tem­ber  seinasta ár. Tá hugt var eftir uppskoti­ num, varð greitt, at uppskotið ikki var sambærligt við § 52, stk. 3 í stýrisskipanarlógini, sum er so­ljóð­andi: ”§ 52. Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørj­ ar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyð­ug eru, til tess at mill­um­landa­ sátt­mál­in kann verða útint­ur.” Or­søkin var, at tað við ein­ um hálvum eyga sást, at yv­ir­liti yvir tær lógir og tey rík­is­til­mæli, sum vóru neyð­ ug fyri at sáttmálin  kundi verða út­intur, var ófullfíggj­ að, og Løgtingsumsitingin helt ikki, at  eitt generelt fyr­i­varni  var nógmikið sam­ bært regluna í § 52,stk.3. Løg­mansskriv­stov­an var gjørd varug við henda trupulleikan, og við­ur­kendi henda. Síðan fór  fram nógv orðaskifti um­vegis telefon,  og nógvir teldu­ post­ ar vóru sendir aftur og fram, og var endin, sum vit øll vita tann, at sáttmálin var lagdur fyri Tingið sum lógaruppskot tann 19. oktober 2005. Á  henda hátt var sloppið utt­an um regluna í § 52, stk. 3 í stýriskipanarlógini og  slapst eis­ini undan, at fara gjøgnum alt lógarverkið at kanna um hvørjar broytingar skuldu ger­ast í sambandi við at sátt­málin kom í gildi, tí við at gera hann til lóg vórðu lógirnar samstundis broyttar, og var sloppið undan vand­a­­num fyri møguligari lands­ stýr­ is­­mann­a­ábyrgd um okkurt varð gloppið burtur ímillum. Løgmaður vísti í samrøðuni eisini á, at  reglan um burt­ur­vísn eftir § 57 stk. 1 ikki var brúkt. Við at loypa uppum regluna í § 52, stk. 3 og leggja málið fram sum lógaruppskot var eisini sloppið undan, at málið var viðgjørt eftir regl­unum um burturvísn, tí lógaruppskotið var ikki bein­ leiðis í stríð við tær reglur, sum sambært § 57 stk. 1 pkt. 1-4, sum kunnu leggjast til grund fyri at mæla Tigninum til at vísa málum burtur. Regl­an í § 57, stk. 1 kann bert brúkast um mett verð­ ur, at eitt uppskot greitt er í stríð við tær regl­ur, sum eru nevndar har, men tað at uppskot ikki koma und­ir hesa reglu er ong­ in trygd fyri góðum  lóg­ ar­smíði og lógargóðsku. Løg­­ting­ið 4. mai 2006 Til tíðindideild Útvarpsins Løgtingsstjóri Súsanna Danielsen