týsdagur 9. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
11
VIÐMERKINGAR
Yvirlýsing
Maskinmeistarafelagið
Líka síðani stovnanina hevði
Maskinmeistaraskúlin vána
ligar hølisumstøður og tí
var tað eitt stórt framstig
fyri skúlan, tá ið flutt varð í
bygningin við Krákugjógv
fyri nøkrum árum síðani og
alt virksemi skúlans umsíðir
var samlað undir einum taki.
Hesin bygningur er síðani
serliga tillagaður útbúgving
av
maskinmeistar-um,
soleiðis at umstøðurnar
hjá lærarum og næmingum
hava verið rættiliga góðar.
Fyri einum árum síðani
komu so boðini um, at
ástøðiliga
undrivísingin
á maskinmeistaraútbúgv
ingini skuldi flytast út á
Føroya
sjómansskúla
meðan verkligi parturin
framhaldandi skuldi fara
fram undir Krákugjógv.
Hetta var eitt sera álvarsligt
mistak. Hølini á Føroya sjó
mansskúla vóru als ikki á
sama støði, sum á skúlanum
undir Krákugjógv. At hava
ástøðiligu undirvísingina
á einum stað og verkliga
partin aðrastaðni er sera
óarbeiðsligt og darvandi
fyri undirvísingina sum so.
Harafturat tykist sum mask
inmeist-araútbúgvingin er
nógv niðurprioriterað við tí
úrsliti, at útbúgvingarstøð
ið helst lækkar. Sambært
lógini skal eitt útbúgv
ingarráð við umboðum fyri
viðkomandi partar setast til
at viðgera útbugv ingina,
men hóast lógin er frá frá
24.04.2001, so er eingin
kunngerð komin enn, hóast
bæði Maskinmeistarafel
agið og onnur fleiri ferðir
hava spurt eftir hesum.
Samanumtikið so tykist tað
ikki sum nakar myndugleiki
kennir sær ábyrgd av
hesum
útbúgvingarøki
og Maskinmeistarafelag
ið metir, at støðan nú er
so mikið álvarslig, at út
búgvingin er við at fara
fyri bakka orsakað av
kleyvarskapi og vanstýring
frá myndugleikanna síðu.
Vit heita tí á politisku skip
anina um sum skjótast at
álegg ja Mentamálaráðnum
at flyta maskinmeistaraút
búgvingina niðan aftur á
maskinmeistaraskúlan und
ir Krákugjógv, soleiðis at
undirvísingini kann byrja
har aftur í august mánaða í ár.
Harafturat má trygg jast,
at umsitingin av hesum út
búgvingarøki verður fingin
í eina trygg a legu.
Maskinmeistaraútbúgvingin í vanda
Tíðindaskriv
Maskinmeistaraútbúgvingin
er ikki í vanda og Mentamála
ráðið og leiðslan á skúlanum
kenna fulla ábyrgd av hesum
útbúgvingarøki
Maskinmeistarafelagið
vísir í tíðindaskrivi í gjár
á, at felagið vil hava skúlan
aftur undir Krákugjógv.
Felagið vísir m.a. á, at mask
inmeistaraútbúgvingin er í
vanda, og heitir á politisku
skipanina um at álegg ja
Mentamálaráðnum at flyta
útbúgvingina niðan aftur á
Maskinmeistaraskúlan und
ir Krákugjógv, soleiðis at
undirvísingin kann byrja
har eftir summarfrítíðina.
Mentamálaráðið vil við
hesum vísa á, at Maskin
meistarafelagið ongantíð
hevur vent sær til Ment
amálaráðið
viðvíkjandi
hølisumstøðunum á skúla
num. Harumframt hevur
Maskinmeistarafelagið
ikki vent sær til Menta
málaráðið viðvíkjandi tí,
at útbúgvingin skal vera
í vanda. Mentamálaráðið
undrast á arbeiðsháttin hjá
Maskinmeistarafelagnum.
Leiðslan á skúlanum hev
ur tikið avgerð um, at øll
ástøðilig undirvísing fram
eftir skal vera í Nóatúni,
og hevur Mentamálaráðið
fult álit á, at tað, sum er
gjørt í hesum sambandi, er
rætt, eisini sæð í ljósinum
av, at arbeitt verður við, at
hølisumstøður skulu fáast
til vega soleiðis, at samlaða
virksemið hjá skúlanum
frameftir skal verða undir
sama taki.
Mentamálaráðið
veit,
at nakrir fáir lærarar, sum
undirvísa á maskinmeistar
aútbúgvingini, eru ónøgdir
við tað, sum er farið fram í
sambandi við flytingina av
ástøðiligu undirvísingini,
men Mentamálaráðið hevur
fult álit á tí, sum leiðslan
hevur gjørt.
Viðvíkjandi útbúgv ing
arráðnum, so fer Ment
amálaráðið ein av næstu
døgunum at senda upp
skot til fundarskipan fyri
útbúgvingarráðið til hoyr
ingar hjá avvarðandi pørt
um, soleiðis at hesi viður
skifti koma í rættlag skjót
ast tilber.
At enda skal vísast á,
at Maskinmeistaraútbúgv
ingin er altjóða góðkend
grundað á dygd armenn
ingarskipan og eftirlitskrøv
frá IMO (International Mar
itime Organisation).
Maskinmeistaraútbúgvingin er ikki í vanda
PM hevur um dagarnar
havt tvey lesarabrøv um
bygging av Tekniska skúla
í Tórshavn. Yvirskriftin í
seinnu greinini, er “Enn
meira svik – Annita!”
Í greinunum báðum royn
ir Poul Michelsen at geva
Tjóðveldisflokkinum skyld
una av, at Tekniski skúli
ongan veg er komin. Nú
skal eg líka minna á, at Tjóð
veldisflokkurin hevur sitið
í andstøðu í 2½ ár, og at
PM hevur sitið í samgongu
hetta tíðarskeið. Og at tað
tí neyvan kann verða Tjóð
veldisflokkurin, sum hevur
forhálað eini loysn av bygg
ingini.
Men trupulleikin hjá PM
er, at eitt projekt lá klárt uppi
í Mentamálaráðnum, tá ið
Jógv an á Lakjuni tók við
í febr 2004. Tingfólk hava
fingið møguleika fyri at sæð
tað projektið, og varð tað
sera væl móttikið av bæði
samgongu og andstøðu.
Men so kom kynkur í
sitandi samgonguna um
skúlan, og valdi hon tí at
punkterað ta ætlanina, sum
Tjóðveldisflokkurin annars
handaði Jógvani á Lakjuni.
Men tað sum verri er, at með
an samgongan hevur valt
hesa verkætlan frá, so hevur
hon ikki arbeitt við nøkrum
alternativið.
Skilji væl, at PM er skuff
aður av síni egnu samgongu,
men eri samstundis skuffað
av, at hann velur at skjóta
eftir Tjóðveldisflokkinum
fyri hetta. Eri eisini skuffað
av, at PM uttan orð ella eið
góðtekur, at Jógvan á Lakjuni
biðjur um 180 milliónir utt
an at vita, hvør skúli skal
bygg jast fyri pengarnar.
Poul Michelsen góði, skilji
væl tínar frustratiónir, nú
samgongan ikki er samd um,
og ikki veit, hvør skúli skal
byggj ast. Men tað er ófatiligt,
at tú ikki hevur trýst Jógvan
á Lakjuni at arbeitt við ein-
um alternativið til okkara
uppskot, tá ið tú góðtókst, at
okkara uppskot varð vrakað.
Ístaðin verður orkan brúkt
til at skriva lesarabrøv móti
Tjóðveldisflokkinum og und
irritaðu.
Og so er tað fígg ingar
hátturin, sum skilir Tjóðveld
isflokkin og samgonguna.
PM sigur, at tað einasta
rætta er at fígg ja skúlan
yvir 20 ár, tí at ein lóg um
yrkisskúlar loyvir hesum.
Tað er rætt, at lógin loyvir
stuðli til skúlabygg ing av
yrkisskúlum. Men hon sigur
onki um, at hesin stuðul skal
verða rentu og avdráttarfrítt
veðhaldslán yvir eitt óav
markað tíðarskeið. Og hon
sigur heldur onki um, at
stuðulin ikki skal sígg jast
aftur á fígg jarlógini. Men
hetta heldur PM kortini er í
fínasta lagi. Og (mis)brúkar
lógina sum umbering.
Um PM heldur hetta verða
ein skilagóðan fígg ingarhátt,
so kann samgongan bara
gera hetta lógligt til eina og
hvørja verkætlan. Vit eru jú
lógg evandi valdið og hava
tí amboðið til tað. Tað var
eisini tað, sum samgongan
ætlaði
skuldi
verða
mannagongdin við Hovs
tunnlinum, at gera hendan
fíggingarháttin lógligan.
Men hesum stríddust Tjóð
veldisflokkurin ímóti við
hjálp frá PM - og vit vunnu!
Men nú er PM eftir øllum at
døma hvokkin og orkar ikki
at stíðast ímóti tilvildarligum
samgonguavgerðum.
Tjóðveldisflokkurin mælti
til, til atkvøðugreiðsluna
í tinginum mikudagin, at
tekniski skúli varð bygd
ur, og at hann varð fígg j
aður yvir 5 ár. Soleiðis
høvdu vit sæð virksemi
av hesi bygg ing aftur á
fíggj arlógini. Men hesum
atkvøddi PM ímóti! Meðan
Tjóðveldisflokkurin – eisini
Tobbi og Finnur – atkvøddu
fyri! Tjóðveldisflokkurin hin
vegin atkvøddi so ímóti, at
skúlin skuldi fígg jast yvir
20 ár, meðan PM atkvøddi
fyri tí. Soleiðis atkvøddi alt
tingið fyri at tekniski skúli
skuldi bygg jast í Havn, men
ósemjan stóðst um fíggi ng
arháttin.
So hvør er meira fyri,
og hvør er meira ímóti, at
nýgg jur Tekniskur skúli skal
byggjast í Havn, tað kann
lesarin sjálvur meta um.
At PM í tveimum blað
greinum verjir ein fígging
arhátt, sum vit sígg ja sum
ræðumynd frá 80 árunum,
kann bara verða tí, at hann er
partur av eini samgongu, sum
ikki ynskir ein sjálvberandi
búskap. So hvør í svikar
hvønn, kann lesarin og
veljarin eisini meta um.
Tekniski skúli – fíggjast nú ella í 2027!
løgtingskvinna
Annita á
Fríðriksmørk
KONSERT
Rókur Jákupsson
Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Nú sólskin er, gerast
fólk so glað og spontan.
Hetta kann í øllum
førum sigast um Mark
Joensen.
Mark hevur avgjørt
at skipa fyri eini stórari
uttandurða rockkonsert
í Havn. Á konsertini
luttaka fleiri av okkara
allarfrægastu tónleik
abólkum. Men tað besta
av øllum er – konsertin
er ókeypis!!
Mark Joensen sigur
við Planet at hann fekk
hugskotið av tí góða
veðrinum.
"Tað er ikki oftari
enn so, at tað er so gott
veður, men tá ið sólin er
so gávumild, so mugu
vit eisini verða tað", sig
ur Mark Joensen.
Mark fór á www.
kjak.fo og setti fram ein
fyrispurning um tónleik
arar vorðu við uppá eitt
slíkt tiltak. "Og tað var
beinanvegin ein super
kulir stemmningur mill
um bólkarnar. Teir vildu
beinanvegin luttaka, og
tí fór eg alt fyri eitt at
fyrireikað tiltakið. So
setti eg meg í samband
við
mynduleikarnir.
Eg roknaði við at hetta
fór at verða tungt, men
kommunan,
Kunn
ingarstovan og Politistøð
in vóru ófør at hjálpa.
Tað skulu tey hava eina
hjartan tøkk fyri", sigur
Mark.
Bólkarnir ið luttaka
eru: Dejavu, The Dre
ams, The Story Ends,
Skunk og 3 colours.
Fyrivarni má tó takast
fyri skránna, tí at skoð
bráð-ið er so stutt, men
allir bólkarnir gera sítt
besta at megan at samla
tropparnar til konsertina.
Og kanska verður onkur
bólkur afturat.
Konsertin byrjar kl.
15, og heldur áfram til
kl. 22. Mark sigur, at har
eru ymiskir hentleikar
á økinum so sum w.c.,
men um fólk vilja hava
eitthvørt til at leska
sær við, má tað gerast
aðrastaðni.
Konsertin er ókeypis.
"Í dag hugsa vit bara um
tónleik, ikki pengar",
sigur Mark Joensen at
enda.
Rock n’roll
yviri við Strond
Tíðindaskriv
Í dag, týsdagin 9. mai,
almannakunngjørdi Vik
ublaðið ein nýgg jan
tíðindaportal. Á heima
síðuni www.vikublad.
fo ber nú til at fáa tey
feskastu
tíðindini,
bæði úr Føroyum og úr
útheiminum.
Vikublaðið hevur í
eina tíð arbeitt við at
seta tíðindaportalin á
stovn, og nú er hann so
veruleiki. Roynt verður
at hava so mikið fjøl
broytt tíðindi sum gjør
ligt, og ætlanin er, at
okkurt skal verða bæði
fyri yngra og eldra ætt
arliðið.
Ætlanin er somuleiðis
at menna www.viku
blad.fo so líðandi, og
einki er at ivast í, at
við tíðini koma eisini
fleiri hentleikar á heim
asíðuna.
Vikublaðið vónar, at
Føroya fólk fer at taka
væl ímóti nýgg ja tíð
indaportalinum, og øll
eru vælkomin at venda
sær til Vikublaðið við
hugskotum og góðum
ráðum.
Nýggjur portalur