Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 89 - 9. mai 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin í morgin 10. mai. Gordianus, deyður í umleið 362. Heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð hálshøgdur. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá elskaða mamma, omma, langomma, olduromma, vermamma og systir okkara Brynhild Hansen Sørvágur doyði og varð jarðað. Hjartaliga tøkk til Margar Toftegaard í kapellinum og Ingu Dam Poulsen, prest, og Margar Toftegaard fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og ein serlig tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyr peningagávur til Sørvágs kirkju og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi Børn og ommubørn við familju Fríggjadagin 5. mai var móttøka á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum í samband við at nýggj talgild røntgenskipan varð tikin í nýtslu, sum nú eisini er virkin á hinum báðum sjúkrahúsunum í Føroyum Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Røntgenútgerðin á øllum trim­um sjúkrahúsum í Før­oyum hevur í nógv ár verið sera gomul og ótíð­ ar­hóskandi, men nú eru sjúkrahúsini bundin saman við eini framkomnari tal­ gildari skipan. Á móttøkuni seinasta fríggja­dag varð hátíðarhildið at nýggja skipanin varð tikin í nýtslu. Bæði starvsfólk og læknar kundu fegnast um at røntgenvirksemið á føroysku sjúkrahúsunum nú er bundið saman í eina eind, og tað verður møguligt at síggja myndir á telduskíggja uttan mun til á hvørjum sjúkrahúsi, myndin er tikin. Teir sum hildu røðu vóru yvirlæknarnir Marius Rasmussen og Jógvan Dahl Niclasen og Tummas í Garði, læknastjóri. Fyri tey smáu sjúkrahúsini merkir nýggja skipanin mill­ um annað, at tað verð­ur nógv einfaldari enn frammanundan, tá ið røntgenlæknar á Lands­sjúkra­húsinum skulu útgreina myndir, sum eru tiknar har. Við talgildingini koma røntgenmyndirnar í framtíðini at verða goymdar sum teldufílar í staðin fyri, at filmar skula framkallast og goymast í tungum og tjúkkum sjúklingajournalum. Hetta viðførur eina sera stóra broyting í dag­liga arbeiðinum á rønt­gen­deild­ unum á føroysku sjúkra­ húsunum. Tá alt arbeiðið er liðugt, verða samlaðu ú­treiðslurnar umleið 24 mió. krónur fyri hesa verk­ætlanina, sum eisini umfatar út­skifting av gomlum rønten­gentólum. Talgilda røntgenskipanin verður eins og nýggja lab­ora­ toriiskipanin knýtt at stóru Talgildu Heilsuskipanini (THS), sum skjótt fer at verða tikin í nýtslu í øllum føroyska heilsuverkinum. Tað fer at lætta munandi um alt samskiftið við deild­ ir­nar á sjúkrahúsunum og kommunulæknar, tá ið røntgendeild og rann­sókn­ ar­stova kunnu móttaka ávís­ingar og geva svar yvir telduskipanina. Landssjúkrahúsið: Røntgenskipanin bundin saman í eina eind Landssjúkrahúsið hevur fingið nýggja talgilda røntgenskipan Frá móttøkuni á Røntgendeildini, f.v.: Nelly Sørensen, móttøkufólk, Sanna Dahl Niclasen, pensioneraður røntgenlækni, og dótturin, Helena Dahl Joensen, røntgensjúkra­ røktarfrøðingur. Sanna Dahl Niclasen, sum er í dag er 90 ára gomul, var fyrsti røntgenlækni í Føroyum. Deildin varð sett á stovn í 1960. PS. Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni, er eisini sonur Sannu Dahl Niclasen F.v.: Helena Dahl Joensen, røntgensjúkrarøktarfrøðingur, Jógvan Dahl Niclasen, virkandi leiðandi yvirlækni á røntgendeildini, Tummas í Garði, læknastjóri, Sven Åge Seloy, medico-teknisk deild, og Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri F.v. Einar Venned, leiðari á medico-teknisku deild, Marius Rasmussen og Anders Harboe Ree, yvirlæknar á røntgendeildini Starvsfólk á røntgendeildini, f.v.: Arnhild Rubeksen, radiografur, Haraldur Kristiansen, radiografur, Jóna Hentze, 1. radiografur, Ragna Skylv Reinert, leiðandi røntgensjúkrarøktarfrøðingur, Sunneva Jacobsen, móttøkufólk, Nelly Sørensen, móttøkufólk, Sigga Maris Hansen, radiografur, og Turið Müller, radiografur