týsdagur 9. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Halldor
Olafsson
fer
úr
Landssjúkrahúsinum
mikukvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Ebenser hósdagin kl.
13.30.
Jógvan
Heinrikur
Norðbúð, Tórshavn,
andaðist á landssjúkra
húsinum sunnumorg
unin 7. mai, 58 ára
gamal. Farið verður
úr kapellinum á lands
sjúkrahúsinum heim í
Ebenezer týskvøldið 9.
mai kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Ebenezer
mikudagin 10. mai kl.
13.
Marianna Elleby, fødd
Jacobsen á Oddafløtti
í Vági, búsitandi í
Rødovre, andaðist á
sjúkrahúsinum í Herlev
leygardagin 6. mai, 71
ára gomul.
Jytte Hansen, ættað
úr Skive, búsitandi í
Klaksvík, andaðist á
Landssjúkrahúsinum,
leygardagin 6. mai, 68
ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið
kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Jarmundur Joensen
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Berg Jacobsen prest í Keypmannahavn,
prestarnar í Klaksvík, organist, kirkjutænarar, sangarar
og gravara.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaði
John Apol
andaðist og fór til jarðar.
Ein serstøk tøkk verður veitt til starvsfólkið á B7,
Hera Joensen prest, fyri troystarrík orð
og til øll tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Tín Anna-Elisabeth
Luitjen bróðir við familju
Systrarnar Anita og Birgit við familju
Og pápi
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæri
maður og pápi
Jógvan Heinrikur Norðbúð
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnumorgunin 7. mai, 58 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
heim í Ebenezer týskvøldið 9. mai klokkan 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 10. mai
klokkan 13.00.
Familjunnar vegna
Elin, Elsa, Júst, Poula og John
Tey, ið vilja minnast Jógvan, kunnu lata eina gávu á kontu
í Føroya Sparikassa.
Okkara kæri pápi, verpápi og abbi
Halldór Olafsson
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnukvøldið 7. mai,
94 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
heim í Ebenezer mikukvøldið 10. mai kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin 11. mai kl.
13.30.
Familjunnar vegna
Árni, Anna og Malan
Sunnumorgunin andaðist Jógvan
Norðbúð í Havn 58 ára gamalur.
Hóast illa sjúkur, so vildi hann liva, og
næstsíðsta leygardag eydnaðist honum
at sleppa gjøgnum undirsjóvartunnilin
og norður til heimbygdina.
Jógvan var ættaður úr Klaksvík.
Foreldrini vóru Poulina og Eskild Norð
búð. Poulina fødd Jensen var ættað av
Sandi, og Eskild er klaksvíkingur.
Tey búðu við Sandin, har Eskild
hevði klippistovu í veghæddini. Poul
ina var sálin í hugnaligum heimi í
erva, og mong stukku inn á gólvið.
Poulina, sum doyði í 1990, og Esk
ild eiga tríggjar dreingir: Jógvan,
sum var føddur 10. september í 1947,
Anfinnur føddur í 1951 og Sjúrður
føddur í 1952. Anfinnur býr í Hirts
hals, og Sjúrður býr í Havnini.
Jógvan gekk í realskúla í Klaksvík
og tók handilsskúlaprógv í 1967. Hann
royndi sjólívið, lærdi í Føroya Banka
í Klaksvík og Havnini, arbeiddi hjá
pf. Stella í Klaksvík og Hans Joensen
í Havnini, og fyrst í sjeyti árunum
fóru hann og pápin undir nýmótans
klædnahandil í bygninginum við
Klaksvíksvegin, sum HF skeiðið í
Klaksvík nú er í. Einki er at ivast í,
at Norðtex var frammanfyri sína tíð.
Í 1976 flutti Jógvan til Keypmanna
havnar, har hann las á handilsháskúl
anum og arbeiddi. Fyrst í áttati árunum
flutti hann aftur til Havnar, og hann
og familjan búsettust í Kálvagerði.
Jógvan arbeiddi hjá Mortani
Johannesen, Olafi Nielsen og seinastu
nógvu árini var hann í skrivarastarvinum
hjá Reiðarafelagnum. Har hevur
hann verið umsitingarliga álitið, og
tað kendist á honum, at fjølbroyttu
avbjóðingarnar í júst hesum starvinum
dámdi honum ógvuliga væl. Eisini
hetta síðsta árið, nú hann hevur stríðst
við sjúku, hevur hann verið til arbeiðis
í tann mun, sum hann hevur orkað, og
hann hevði bara havt gott at siga um
arbeiðsgevaran.
Jógvan var ógvuliga fjølgávaður
maður, hann var trúgvur, og hann
spenti víða. Hann var miðvísur og
neyvur, og eingin nýttist at fara aftur
um aftur, har hann hevði verið.
Ítróttarligu avrikini vórðu nevnd
her í blaðnum í gjár.
Sum blaðungur fór Jógvan at
syngja í sangkórinum í Betesda í
Klaksvík. Djúpa og klára bassrøddin
var fyrst í sjeyti árunum partur av
Nikodemusarsangbólkinum, sum vin
maðurin M. C. Restorff var oddamaður
fyri. Jógvan var við á slóðbrótandi Meist
arans hond plátuni, sum kom í 1972.
Seinnu árini hevur Jógvan sungið í
sangkórinum í Ebenezer, og seinasta
árið hevur hann, hóast støðugt og alt
meiri plágaður av sjúku, sungið saman
við MC og Ólavi Jøkladal. Umframt
ymsa staðni í høvuðsstaðnum hevur
tað eitt nú í Klaksvík og Eysturoy verið
undrunarvert og kveikjandi at staðfest,
hvussu glaður Jógvan var fyri at syngja
og at bera sín vitnisburð fram um, hvat
tað var, sum hevði størsta týdningin, nú
tað stóð so nógv á.
30. desember 1977 giftist Jógvan
Elini Olsen. Hon er dóttir Elsubeth
og Jukim Olsen í Havn. Elin og Jógv
an eiga trý børn: Poula fødd í 1980,
Júst føddur í 1987 og Elsa fødd í
1992. Jógvan eigur eisini sonin John
Thomsen, sum var føddur í 1972.
Heimið í Kálvagerði er sera hugna
ligt. Snøgga hondin hjá Jógvani sæst
í so mongum – bæði innandura og
uttandura, og hann var meistari í
køkinum.
Í morgin verður ungdómsvinurin
– tann triði úr Klaksvík seinastu fimm
fjórðingsárini – borin til gravar. Elin
og børnini, sum stóðu so væl saman
við honum eisini síðstu svá ru tíðina,
hava mist mest av øllum, og vit hugsa
eisini um Eskild, beiggjarnar og Jukim
og hansara.
Á Meistarans hond plátuni hevur
Jógvan yrkt hetta, sum hann leggur
einarødd til:
Menniskjað livir bert avmált tíðar
skeið.
Ymisk er lagnan á hesi lívsins leið.
Onkur gerst gamal, og annar ungur
fer,
men fá geva gætur, at Gud hann
øllum ber.
Og í síðsta versinum heilsar hann okk
um øllum soleiðis:
Lívið tað svinnur, og alt so dapurt
er --- men!
Jesus hann livir, tær stað til reiðar
ger.
Jesus er loysnin, hvat enn so heldur
tær,
Jesus hann frelsir, um bert hann
loyvi fær.
Jóannes
Jógvan Norðbúð farin