týsdagur 9. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 89 - 9. mai 2006
Skiparin á Ennibergi,
Sonny Johannesen, er
rættiliga vónsvikin
av, at føroysku
myndugleikarnir ikki
taka stig til at steðga
ólógligu veiðini í
Irmingarhavinum.
Hann heldur, at tað,
sum londini eiga at
gera beinanvegin,
er at steðga øllum
veitingum til hesi
skip, sum ongan
”identitet” hava. – Tað
minsta, sum veitarar
mugu krevja, er at
fáa at vita, hvørji hesi
skip eru, og hvør
stendur aftanfyr
tey, sigur Sonny
Johannesen
Ólóglig veiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sonny Johannesen er skipari
á Ennibergi. Teir eru í løtuni
í Irmingarhavinum á konga
fiskaveiði. Tað eru stívliga
14 dagar, síðan teir fóru úr
Føroyum. Í byrjanini var
fiskiskapurin heldur smá
ligur, men seinastu dagarnar
hevur meira verið at sæð.
Hitin í sjónum er eisini vorð
in meira støðugur.
Vertíðin til kongafisk í
Irmingarhavinum er í mai og
juni, og serliga plagar juni
mánaði at hildnast væl hjá
skipunum.
Ein hópur av skipum
royna í Irmingarhavinum, og
tey fyrstu byrjaðu har vesturi
longu fyrst í apríl.
– Vit plaga at gera tveir
túrar har vesturi; ein í
NEAFC-øki sunnanfyri
Íslandi og ein í NAFO-øki,
sum er syðri og vestari – ella
umleið suður úr Kappanum
í Grønlandi.
Umborð á Ennibergi verð
ur kongafiskurin skráskorin
og frystur, og prísirnir eru
rímiliga góðir.
Sonny Johannesen sigur,
at eini 60-70 skip royna eftir
kongafiski á hesum leiðum
í løtuni.
– Fiskurin stendur beint
eftir íslendska fiskimark
inum. Íslendingar, sum
royna innanfyri, royna so
nær markinum sum tilber
og skipini, sum royna uttan
fyri, royna at koma so nær
markinum sum tilber, sigur
hann.
Rein ránsveiða
Skiparin á Ennibergi heldur,
at kongafiskurin verður
ógvuliga troytt ur í vertíðini,
og hann fýlist harðliga á, at
rætt ilig ránsveiða fer fram á
hesum leiðum í løtuni.
Í gjár sendi Sonny
Johannesen okkum tvær
myndir av sama skipi,
sum vísa, at ólóglig veiða
fer fram eftir kongafiski í
Irmingarhavinum.
Á skipinum síggjast eingi
frámerki, einki skrásetingar
nummar og eingir altjóða
kallibókstavir á síðuni, ei
heldur heimstaður ella flagg,
sum sigur, hvaðani hesi skip
eru.
– Hett a er eitt av teimum
mongu skipum, sum í hes
um døgum dríva ólógliga
ránsveiði eftir kongafiski í
altjóða sjógvi.
Sonny Johannesen sigur, at
hett a eru skip, sum als ongan
”identitet” hava, og tað er
ólógligt sambært NEAFC og
NAFO-reglunum um altjóða
havøkið.
Hann heldur seg vita,
at hett a í flestu førum eru
russisk skip, sum áður hava
verið á hesum leiðum undir
skipaðum viðurskiftum.
– Nú hava teir bara tikið
og málað alt burtur og sett
eitt tilvildarligt navn á
búgvatakið við lutfalsliga
stavum.
Hann sigur, at skipið, sum
vit prenta mynd av í dag,
kallast Dolphin, men hett a
sæst ikki á myndini.
– Hvaðani skipið er, og
hvør skrásetingin er, sæst
ongastaðni, men vit, sum
hava sæð hesi skipini, vita
um nøvnini, tey hava havt
áður, leggur hann aftrat.
Vit sektaðir
Sonny Johannesen sigur, at
øll veiðan, sum skrásett u
skipini fiska, verður givin
upp.
– Vit hava eina kvotu at
halda okkum til, og tá ið hon
er uppi, noyðast vit at gevast
at fiska. Hinvegin halda
skipini, sum fiska ólógliga,
fram at fiska og leggja líka
í kvotur og fiskastovn. Eg
stúri fyri, at hett a fer at gera
enda á kongafiskastovninum
í Irmingarhavinum.
Skiparin á Ennibergi
heldur, at myndugleikarnir
í londunum, sum umsita
fiskiskapin í NEAFC og
NAFO-øki, gera alt ov lítið
fyri at steðga teirri ránsveiði,
sum fer fram.
– Myndugleikarnir vita
av hesum, men taka ikki
neyðugu stigini at steðga
hesum.
Hann sigur, at fyri einum
ári síðan sendu teir ein e-
post av Ennibergi og heim til
føroyska Fiskiveiðieftirlitið
um óskilið, men haðani
fingu teir einki svar.
– Vit fingu einki svar aftur
um nakað sum helst – og
heldur ikki, at posturin var
mótt ikin. Men tað er hann, tí
vit fingu ”kvitt anina” um, at
posturin er mótt ikin, leggur
Sonny aftrat.
Forsýningarnar
Skiparin á Ennibergi heldur,
at tvær orsøkir eru til, at
hesin óskipaði fiskiskapur
”sleppur” at halda fram.
– Ein er, at so lítið verður
gjørt fyri at steðga hesari
ránsveiði. Ein onnur, at ólóg
ligu skipini verða forsýnaði
úti á fiskifeltinum av veit
arum úr eitt nú Noregi
og Íslandi, sum eru við í
avtaluni um fiskiskapin í
Irmingarhavinum.
Sonny veit eisini at siga,
at okkurt av hesum skipum
hevur bunkrað olju og fingið
veitingar í Føroyum.
– Fyrr enn hesar veitingar
verða steðgaðar, heldur
fiskiskapurin ikki uppat, tí
hett a er við til at gera hesa
ránsveiði møguliga, sigur
hann.
Tað ringasta av øllum,
sigur Sonny er, at ólóg
liga ránsveiðan í Irmingar
havinum hevur vundið upp á
seg, nú prísurin á kongafiski
er góður.
– So, tað er vist, at onkur
spinnur gull við ólógligari
veiði. Ein avleiðing kann
verða, at skip, sum annars
fiska undir skipaðum viður
skiftum, fara at ”sløsa” við
veiðitølum, og tað verður so
til uppaftur størri bága fyri
stovnin, sigur hann.
Sýta eftirlit
Tá ið fleiri lond eru saman
um umsitingina av hesum
økjum, er tað eisini skyldan
hjá hesum londum at syrgja
fyri, at fiskiskapurin gongur
lógliga fyri seg. Tí senda tey
vaktarskip á hesar leiðir eftir
eini skipan.
Sonny sigur, at sjóverju
skip av og á eru úti á feltin
um, men tað gongur illa hjá
teimum at sleppa umborð á
skipini, sum reka ólógliga
ránsveiði.
– Herfyri var íslendskt
vaktarskip her úti. Teir
kallaðu á eini 6-7 skip av
hesum slagi, men fingu einki
svar. Skipini sýta beinleiðis
fyri eftirliti og verður siglt
fram at teimum, vilja tey
ikki koyra leytaran niður, so
sleppast kann umborð.
Hann sigur, at samstundis,
sum manningarnar á vaktar
skipunum
ikki
sleppa
umborð á ránsveiðiskipini,
Skiparin á Ennibergi:
Ólóglig ránsveiða eftir kong