týsdagur 9. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
15
gafiski í Irmingarhavinum
Hetta er eitt av teimum mongu skipunum,
sum í hesum døgum dríva ólógliga ránsveiði
eftir kongafiski í altjóða sjógvi. Skipini
hava als ongan ”identitet”, sum er ólógligt
sambært NEAFC og NAFO-reglum
verða skipini, sum fiska
undir skipaðum viðurskift
um, regluliga kannaði á
fiskifeltinum.
– Herfyri ljóðaði, at
umhvørvisfelagsskapir
hava í hyggju at leita sær í
Irmingarhavið at hyggja upp
á ránsveiðina, men eg haldi,
at hetta er ein trupulleiki,
sum myndugleikarnir í
londunum áttu at kunnað
loyst í felag. Men tíverri
vísir tað seg ikki, at so er.
Vónsvikin skipari
Sonny sigur, at hann er
vónsvikin
av
teimum
londum,
sum
umsita
tilfeingið í Irmingarhavinum,
at tey soleiðis lata hesi skip
gera feigdina um seg í einum
annars skipaðum øki.
– Og púrasta burtur við
er tað, at veitarar í hesum
londum gera tað møguligt
hjá hesum skipum at halda
fram at fiska ólógliga.
Skiparin á Ennibergi
heldur, at tað minsta, sum
veitararnir mugu krevja, er
at fáa at vita, hvørji hesi skip
eru, og hvør stendur aftanfyr
tey.
– Eg eri vónsvikin av, at
føroysku myndugleikarnir
saman við øðrum londum
í felagsskapinum ikki taka
stig til at steðga hesi ólógligu
veiði í Irmingarhavinum,
sigur Sonny Johannesen.
– Vit hava eina kvotu at halda okkum til, og tá ið hon er uppi, noyðast vit at gevast. Hinvegin halda skipini, sum fiska ólógliga,
fram at fiska, sigur Sonny Johannesen, sum stúrir fyri, at hetta fer at gera enda á kongafiskastovninum í Irmingarhavinum