Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 89 - 9. mai 2006 Komandi sunnudag hevur Javni 35 ára stovningardag, og felagið er so virkið sum ongantíð áður. Í vikuskiftinum hevði felagið aðalfund, har greitt varð frá virksemi felagsins JAVNI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey mugu vera fá, sum ivast í, at virksemið hjá Javna er so stórt sum ongantíð áð­ur, eftir at ársfrágreiðing fel­ agsins varð framløgd á aðal­fundinum leygardagin. Aftrat skrivstovuarbeiðinum, sum sum eitt fólk tekur sær av 12 tímar um vikuna, hev­ ur felagið sett ein dagligan leiðara, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni, og annars arbeiðir út frá teimum mál­ setningum verða settir. Har­ aftr­at kemur nevndin, sum eisini ger eitt stórt arbeiði. Ongin formaður Á seinasta aðalfundi kom javni í ta óhepnu støðu, at ongin formaður varð valdur. Nevndin var ikki vís í, hvussu tey skuldu arbeiða, so í eini roynd at fáa arbeiðið meiri skipað og málrættað, settu tey seg í samband við sakføraran, Jens Wang. Og eitt beinleiðis úrslit av hesum samstarvið er starvsetanin av Annlis Bjarkhamar, sum dagligur leiðari. – At dagligi leiðarin varð settur, lætti munandi um for­mansarbeiðið, tí Annlis tekur sær av øllum teimum praktisku uppgávunum. Tí játtaði eg á eykaaðalfundinum í november at yvirtaka for­ manssessin. Soleiðis greiðir Lis í Niðristovu Eklund frá, um hví hon valdi at taka við formanspostinum. Ársfrágreiðingin Lis byrjaði ársfrágreiðingina við at greiða frá skrivstovu arbeiðinum. Aftrat vanliga pappírsarbeiðinum, virkar skriv­stovan í dag sum vegleiðandi og ráðgevandi skriv­stova, og eru tey glað fyri í Javna, tí sum for­ kvinnan segði, so er tað gott at fólk føla, at Javni er eitt stað, har ein kann søkja sær ráð og vegleiðing. Ein stórur partur hjá arbeiðinum hjá Javna fer við myndugleikasamskifti. Sum tað framgekk í ársfrágreiðingini, so eru tað serliga trý mál, ið hava fylgt meir enn onnur. Broytingaruppskotið til for­sorgarlógina og dag­ stovna­lógina er eitt mál. Eitt annað mál er dagtilhaldið fyri tey eldru, og triðja málið er spurningurin um ómyndug­gerð av menn­ingar­ tarnaðum. Uttan at koma so øgiliga nógv nærri inn á tey einstøku málini, kunnu vit her siga, at í samband við dagtilhaldið, so eydnaðist tað teimum at fáa tað opnað aftur. Hvat broyt­­ingaruppskotinum við­­víkur, so boðaðu tey á fundinum frá, at tey fylgja væl við gongdini í málinum. Í triðja málinum greiddi Lis frá, at boð vóru send donsku myndugleikum, um at gera donsku lógina klára at leggja fyri løgtingið komandi ting­ setu. Dynamiskur felagsskapur Seinasta árið hevur Javni havt eina rúgvu av til­ tøk­­um. Sum nakað heilt nýtt skipaðaði felagið fyri jólaguðstænastum í Havn, Vági, Klaksvík og á Glyvrum. Hetta var eitt væl­ dámt tiltak, og ætla tey at halda fram við hesum. Men áðrenn jólini nærkaðust – eina­ferð síðst í september – hevði felagið eisini tveir væl­eydnaðar temadagar um menningartarnað við sálar­ ligum trupulleikum. Í februar høvdu tey eitt so­kallað systkinaskeið, sum sálarfrøðingurin, Terji Kollsker, og Angela tóku sær av. Eitt annað, sum felagið hev­ur lagt nógva orku í, er at fáa eina sonevnda barna­mappu. Hetta er ein mappa til foreldur, sum fáa menningartarnaði børn, har tey fáa at vita hvørjir møguleikar standa teimum í boði í Føroyum. Henda mappan er við at koma upp undir land, og er tað Annlis Bjark­hamar, sum hevur skriv­ að alt tilfarið. – Men ein mappa av hesum slagnum er ikki ókeypis, og tí eru vit takksom fyri fíggjarliga góða stuðulin, vit har hava fingið. Í samband við 35 ára há­tíðardagin í næstum, hevur Javni eisini fingið eitt nýtt búmerki. - Vit halda at tað er rættiliga týdningarmikið, at vit vísa úteftir, at vit eru ein livandi og dynamiskur felagsskapur. Hetta gera vit millum annað við at endurnýggja okkum við einum nýggjum búmerki, sigur forkvinnan í Javna, Lis í Niðristovu Eklund. Tað seinasta sum kom fram á fundinum var, at Javni hevur tikið støðu til at byggja eitt nýtt frítíðarheim. Gamla frítíðarheimið í Skrivaragøtu er vorið ov trongt, og tí ynskja tey at flyta í nýggj hølir. Enn eru tey bert í gongd við fyrireikandi ar­beiðið í hesum, men eru tey tó komin so mikið langt, at tey hava fingið grund­ stykk­ið har heimið skal byggjast. Bæði Runavíkar og Tórshavnar komu hava bjóðað kommununum eitt grundøkið, so á eyka­aðal­ fundinum í næstum skulu tey taka støðu um, hvar byggj­ast skal. Javni eitt sprelllivand felag Eini hálvthundrað fólk vóru til fyrireikandi fundin