týsdagur 9. mai 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
17
g
Eitt felag, har tey
menningartarnau
kunnu sleppa til
orðana skal setast á
stovn, og ein bólkur,
sum skal fyrireika
hetta arbeiði er
settur
JAVNI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í vikuskiftinum hevði Javni
aðalfund í Miðlahúsinum.
Hesin fundurin byrjaði
klokkan trý, men áðrenn
tað – longu klokkan 11
– var ein annar fundur í
húsinum, sum Javni eisini
hevði tikið stig til.
Talan var um ein fyri
reikandi fund til eitt felag,
sum skal stovnast í næst
um. Hetta felagið skal eft
ir ætlan vera felagið hjá
teimum menningartarnaðu,
har tey seta dagsskránna
og koma til orðana. Tað er
undir slagorðinum „Onki
um okkum uttan okkum“ at
hetta felagið, sum ætlandi
verður stovnað í oktober,
skal virka.
Ítøkilig uppskot
Dagurin byrjaði við morg
unmati; rundstykkjum og
kaffi. Tað var forkvinnan
í Javna, Lis í Niðristovu
Eklund, sum setti fundin.
Nógv fólk vóru møtt upp
til fundin – gott og væl
hálvthundrað.
Lis legði fyri við at
bjóða vælkomin, áðrenn
hon í stuttum greiddi frá
virkseminum hjá Javna. -
Javni arbeiðir fyri at betra
um korini hjá teimum
menningartarnaðu, men
vit mangla eitt felag, sum
er felagið hjá teimum
menningartarnaðu. Eitt
felag, sum er teirra felag,
og har tey sleppa framat
at siga sína hugsan, segði
forkvinnan millum annað.
Tá Lis hevði sagt tað,
sum sigast skuldi, vórðu
fundarluttakararnir skipað
ir í bólkar, har tey skuldu
kjakast um, hvussu felagið
ætlandi skal virka og
hvørjum tað skal arbeiða
fyri. Í bólkunum vóru bara
menningartarnað, meðan
hinir fundarluttakararnir
bara kundu lurta at tí, sum
kjakast var um. Hetta varð
gjørt av tí einklu orsøk, at tað
eru tey menningartarnaðu
burturav, sum skulu mynda
nýggja felagið.
Tá bólkarnir vóru lidnir
at kjakast, vórðu ymsu
sjónarmiðini løgd fram fyri
fundarfólkinum. Stuttligt
var fylgja framløgunum,
tí í staðinfyri abstraktar og
høgtflúgvandi málsetningar,
sum vit ofta kenna frá
øðrum fundum, so komu
bólkarnir við ítøkiligum
hugskotum um, hvat felagið
skal arbeiða fyri.
Fleiri løgdu fram uppskot
um, at felagið eigur rútvega
sær ein bát, soleiðis at tey
kunnu sleppa á flot, og
annars bara hugna sær á
sjónum. Eitt annað uppskot
var, at felagið eigur at
skipa fyri einum túri við
Norrønu. Vit hoyra dag
liga um ungdóms túrar,
gospeltúrar, vælverutúrar
og so framvegis, so hví
ikki skipa fyri einum túri
fyri menningartarnaðum,
har Javni hevði aðalfund,
ársveistlu var og Emma’s
Bluesband og Ælabogin
spældu?
Fyrireikandi
bólkurin settur
Á fundinum skuldi eisini
ein bólkur setast, sum
skal gera fyrireikandi
arbeiði fyri felagið, sum
skal stovnast seinni. Tí
skuldu bólkarnir velja tvey
umboð hvør, sum skulu
tosa teirra søk í bólkinum.
Í
fyrireikandi
bólkin
vórðu vald Emma Vágoy,
Ruborg Haraldsen, Malan
Mortensen, Símun Petur
Zachariassen, John Joensen
og Asbjørn Eidesgaard, og
tey ætla sær at byrja bein
anvegin, soleiðis at felagið
kann stovnsetast í oktober
í samband við eina Norð
uratlantiska stevnu sum
verður.
Javni:
Stovna nýtt felag
Stovningardagur felagsins er 14. mai
1971. Limatalið hevur verið støðugt
vaksandi síðani tá, og er í dag komið
upp á 1343 limir.
Forkvinna í felagnum er Lis í Niðristovu
Eklund, og í nevndini eru Maud Wang
Hansen, Turid Askham, Anette Olsen,
Haldis Matras, Óli Wolles og Bogi
Andreasen.
Aftrat teimum kemur Liljan D. Jacobsen,
sum arbeiðir á skrivstovuni 12 tímar
um vikuna, og Annlis Bjarkhamar, sum
arbeiðir sum dagligur leiðari á hálva
tíð.
Felagið hevur júst fingið nýggja heima
síðu: www.javni.fo
FAKTA UM JAVN
Fyrireikandi bólkurin: aftast frá vinstru: Símun Petur, Asbjørn og John. Fremst: Malan,
Ruborg og Emma
Forkvinnan Lis í Nirðistovu
Eklund
Annlis Bjarkhamar, dagligur
leiðari hjá Javna
Bólkaarbeiðið var fyrimyndarligt