Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 89 - 9. mai 2006 Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina Fyrstu túsund orðini, barnabøkurnar Mín lítla kanin og Froskaslottið, Andafjakkari til størri børn og ungdómsbókina Kill. Nýggjar bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Andafjakkari – Krýnikur úr døkkari fortíð 2 eftir Michelle Paver er onnur krýnikan um Torak. Lesarin fer við honum eina spennandi ferð gjøgnum skógin til Kópaoyggjar. Torak skal finna orsøkina til, hví veiðidýrini øll hava fingið herviliga sjúku. Í loyndarfullu Kópaoyggjunum avdúkar Torak eitt svik, sum fer at broyta lív hansara full- komiliga. Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Andafjakkari, sum er væl egnað til tey 11 til 13 ára gomlu, er 278 bls. og heft við klaffum. Kill eftir Mats Wahl er triðja søgan um Harald Fors, ein politist, sum roynir at fáa greiðu á brotsgerðum, har børn og ung eru bæði brotsgerðarmenn og offur. Nógv umrødda bókin snýr seg um tá tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir. Kill er ein spennandi ungdómsbók um ungfólk og harðskapin, sum er í samfelagnum, men sum vit helst ikki vilja kennast við. Fyrru bøkurnar um Fors eru Hin ósjónligi og Hevnd. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum. Kill, ið er 264 bls. og heft við klaffum. Fyrstu túsund orðini eftir Amery og Cartwright er spennandi mynda- og orðabók við túsund orðum um alt ímillum himmal og jørð. Pauli Hansen týddi úr enskum. Til tey smæstu kann hon brúkast sum tosi- og peikibók, men hon kann eisini brúkast sum orðabók hjá størri børnum. Bókin er 64 bls., innbundin og við myndum til hvørt einstakt orð. Mín lítla kanin eftir Sue Porter er um eina so ógvuliga fitta kanin, sum dámar væl at gera skálkabrøgd. Men mamman og pápin eru so ógvuliga góð við lítlu kanin. Marna Jacobsen týddi úr enskum. Mín lítla kanin, sum er væl egnað til tey 4 til 6 ára gomlu, er 28 bls. og innbundin. Froskaslottið eftir Jostein Gaarder er um Kristoffur Poffur og vættrina Umpin og teirra ævintýrligu upplivingar á froskaslottinum, har alt letur seg gera. Hetta er ein søga um ein drong, sum í dreymalíki roynir at sættast við saknin eftir abban, sum er deyður. Laura Joensen týddi úr norskum. Froskaslottið, sum er væl egnað til tey 7 til 10 ára gomlu, er 106 bls., innbundin og við vøkrum myndum. Fýra barnabøkur og ein ungdómskrimi Vinnarin av Sudoku- kappingini í apríl mánaði gjørdist Bergur Stórhamar úr Trongisvági Talan var ikki um hissini vinning, sum varð drigin, nú vit her á blaðnum skuldu finna apríl-vinnaran av framhaldandi Sudoku- kappingini her í blaðnum. Ein spildurnýggj fartalda frá Formula-Føroyum stóð upp á spæl, og skal metast eftir rúgvuni við loystum uppgávum, so vóru tey fleiri, sum vildu hava ein møguleika at vinna hesa. Hepni vinnarin gjørdist Bergur Stór-hamar úr Trongis-vági, og hann var sum so ikki í iva um, hvussu vinningurin skal nýtast. – Tað er konan, sum hevur loyst flestu uppgávurnar, so eg haldi at eg gevi henni telduna. Eisini hóast hon helst heldur vildi vunnið ferðina, sum verður at vinna í mai mánaði, sigur Bergur. Men tað eru jú ráð fyri tí eisini. Halda hann og konan á fram at loysa uppgávurnar, sum eru í Sosialinum, so kunnu tey jú eisini vera við í rúgvuni, tá vinnarin fyri mai-mánað verður drigin. Konan fær telduna Bergur Stórhamar stendur her við spildunýggju fartelduni.