Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Nr. 89 • týsdagur • 9. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Nú ræður um finaluna Mikukvøldið spæla kvinnurnar hálvfinalur í steypa­ kappingini. Tey fýra liðini, sum eru eftir í kappingini, eru KÍ, GÍ, AB og B36 Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrru hálvfinalurnar í steypa­kappingini hjá kvinnum verða spældar mikukvøldið. Í Klaksvík fær KÍ vitj­ an av GÍ, og her má KÍ metast sum favorittur. KÍ vann heimadystin í landskappingini 8-3 ímóti GÍ, men ta ferð­ina vísti GÍ eisini, at lið­ið kann verða við og gera mál ímóti KÍ. Klaksvíkskvinnur hava seinastu árini verið sterk­asta kvinnuliðið í landinum, og higartil í ár hevur KÍ vunnið allar sínar dystir og liggur á odda í landskappingini. Dysturin í Klaksvík byrj­ ar kl. 18.00 miku­kvøldið Hin dysturin verður á Argjum, har AB fær vitjan av B36. Hesi bæði liðini hava spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, og tá vann B36 heili 4-1 á heimavølli. Hesaferð er AB á heimavølli, og tí fær B36 neyvan eins lætt spæl hesaferð. B36 vann í fjør steypa­ kappingina hjá kvinnum, men liðið hevur kanska ikki somu styrki í ár, sum liðið hevði í fjør. AB hevur seinnu árini fingið hampuliga góð úrslit, og liðið hevur í ár vunnið tríggjar av fýra landskappingardystum. Seinni hálvfinalurnar verða spældar 28. mai, og tá hava útiliðini hesaferð heimavøll. Finalan verður í Havn 1. juli. Unglingar klárir til hálvfinalur Unglingarnir eru nú eisini klárir at spæla hálvfinalur í steypakappingini. Hjá unglingum verður bert ein hálvfinala spæld, og lutakast ger av, hvør skal hava heimavøll. Í aðrari hálvfinaluni, sum verður spæld nú fríggjakvøldið, hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík. Jón Sigurð Gleðisheygg skal døma dystin. Í hinari hálvfinaluni skulu ÍF og HB spæla. Dysturin verður í Fugla­ firði tann 24. mai, og tá fer Jóannes Mikkelsen at passa floytuna. Finalan í steypa­kapp­ ingini hjá unglingum verð­ ur mikukvøldið 28. juni. Tað, sum ikki skuldi henda, er hent aftur. Jón Rói Jacobsen hevur slitið krossband í knænum fyri aðru ferð, og nú skal hann aftur halda steðg frá fótbólti í upp til 10 mánaðir. Hann ætlar sær tó at gerast klárur at spæla fótbólt aftur so skjótt sum gjørligt Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Yrkisspælarin Jón Rói Jacob­ sen má teljast millum teir mest óhepnu fótbóltsspælararnar í Føroyum. Hansara framúr evni sum fótbóltspælari hevur givið honum sáttmálar við tvey av fremstu feløgunum í Danmark, Brøndby og AaB, men nú hevur hann fyri aðru ferð fingið ein tann ringasta skaðan, sum eitt ítróttarfólk kann fáa. Í morgun var Jón Rói Jac­obsen til kanningar hjá einum skurðlækna í Rand­ ers, tí hann fekk ein nýggjan skaða í knæið undir venjing í AaB í síðstu viku. Og læknin staðfesti tað ringasta, sum kundi henda. Krossbandið í knænum var slitið. Hetta merkir ein steðg frá fót­ bóltinum í upp til eitt ár. Hetta er aðru ferð, at Jón Rói slítur krossbandið, og hann veit, hvat nú bíðar honum. – Eg verði lagdur undir skurð í næstu viku, og fyrsta tíðin eftir tað er sera strævin, men so skjótt, sum ein tíð er fráliðin, verður tað hugaligari at venja, sigur Jón Rói. Komin langt í Danmark 23 ára gamli Jón Rói Jacob­ sen verður roknaður sum ein tann besti spælarin í før­oyskum fótbólti í løtuni. Hann spælir fyri eitt tað størsta felagið í Danmark, har hann í vetur skrivaði undir trý ára yrkissáttmála, og á landsliðsnum verður hann roknaður sum stuðuls­ spælari. Jón Rói kom fyrstu ferð á landsliðið í 2000, og síðani hevur hann vunnið sær støðu sum fastur maður í miðverjuni. Jón Rói hevur spælt 25 ferðir fyri Føroyar, men nú má hann bíða eitt ár eftir næsta landsdystinum. Tá ið Jón Rói spældi fyri Brøndby fyri nøkrum árum síðani sleit hann kross­bandið, og tað hevði í grundini við sær, at hann misti kjansin í felagnum. Men síðani stríddi hann seg aftur, og spældi eitt framúr gott kappingarár fyri Frem í næstbestu deildini. Tað fekk AaB at gera ein sáttmála við hann, og í Aalborg er Jón Rói eisini veruliga slopin at royna seg á besta liðnum. Ólukku knæ Fyrr í ár, tá ið AaB var á venjingarlegu í Turkalandi, fekk Jón ein snudd í knæið, men hann kom fyri seg aftur eftir stuttari tíð. Í farnu viku skeiklaðist knæið enn einaferð, og hesaferð var skaðin nógv álvarsamari. – Eg hevði beinanvegin ein illgruna um, at kross­ bandið var farið. Helst hev­ ur krossbandið fingið ein skaða í Turkalandi, og so hevur tað bara bíðað eftir, at hetta skuldi henda, sigur Jón Rói. Hann hevur tó langt frá mist mótið um at náa enn longri sum fótbóltsspælari. – Hetta vóru sjálvandi sera keðilig boð at fáa, men eg ætli mær at stríða meg ígjøgnum hetta. Eg veit nøkunlunda, hvat eg kann vænta mær næstu tíðina, og eg stíli eftir at verða klárur aftur at spæla í januar næsta ár, sigur Jón Rói. – Eg ætli at stríða meg aftur – Hetta vóru sjálvandi sera keðilig boð at fáa, men eg ætli mær at stríða meg ígjøgnum hetta. Eg veit nøkunlunda, hvat eg kann vænta mær næstu tíðina, og eg stíli eftir at verða klárur aftur at spæla í januar næsta ár, sigur Jón Rói Jacobsen Jón Rói Jacobsen Føddur: 7. apríl 1983 Bústaður: Aalborg Felag: AaB Onnur feløg: HB, Brøndby, Frem Landsdystir: 25 landsdystir, einki mál FAKTA