týsdagur 9. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 89 - 9. mai 2006
Nógv fólk var kom
ið niðan í ítróttar
høllina á Hálsi í
Havn leygardagin,
tá ið Føroya Fim
leikasamband skipaði
fyri FM í estetiskum
fimleiki fyri pinkur,
smágentur og kvinn
ur
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Føroysku fimleikararnir
taka seg alsamt meiri fram;
hetta sást í vikuskiftinum,
tá ið fimleikarar frá Støkk,
Flog, Ljósinum og Havnar
Fimleikafelag kappaðust
um føroyameistaraskapin í
estetiskum fimleiki. Kapp
ingin var skipað í tveimum;
fyrra kappingin var fyri pink
ur og smágentur, og seinna
kappingin var fyri kvinnur.
Kappingin hjá pinkunum
er altíð sera spennandi, tí
at hon er so opin; eingin er
favorittur, tí at tað er fyrsta
kappingin hjá nógvum av
fimleikarunum. Í ár vann
A-liðið hjá Havnar Fim
leikafelag kappingina um
føroyameistaraskapin. Á
øðrum plássi varð Støkk,
síðani Ljósið og á fjórða
plássinum varð B-liðið hjá
Havnar Fimleikafelag.
Hjá smágentunum vóru
fimm lið, sum kappaðust.
Har vóru smágenturnar í
A-liðinum hjá Havnar Fim
leikafelag favorittar, og tær
vunnu eisini so dyggiliga á
hinum liðunum. Tær vóru
næstan tvey heil stig framman
fyri A-liðið hjá Støkk, sum
gjørdist nummar tvey. Á
triðja plássinum varð B-liðið
hjá Havnar Fimleikafelag;
síðani komu Ljósið og B-
liðið hjá Støkk.
Kappingin um føroyameist
araskapin hjá kvinnunum
var sera spennandi. Liðini
hava seinastu árini verið
sera jøvn, og tí var eingin
beinleiðis favorittur til hesa
kappingina. Tá ið avtornaði,
vóru tað kvinnurnar hjá
Støkk, sum struku avstað við
sigrinum og FM-heitinum.
Umframt at kappast um
sjálvt FM-heitið, hava
kvinnurnar eisini fingið eitt
ferðasteyp frá Formula.fo at
kappast um, og í ár sleppur
hetta steypið so at standa í
stovuni hjá støkkarunum.
Kvinnurnar hjá Havnar
Fimleikafelag endaðu á
øðrum plássi, einans 0,07
stig aftanfyri Støkk. Ljósið
gjørdust nummar trý, og
kvinnurnar hjá Flog endaðu
aftast á fjórða plássi.
Áskoðararnir fingu eina
heilt serliga uppliving leyg
ardagin. Í estetiska fimleik
inum verður stórur dentur
lagdur á útsjóndina. Liðið
skal vera ein heild; rørslur,
tónleikur, draktir, hár og
smyrsl skal alt vera ein
eind, ein vøkur heildarmynd.
Genturnar vóru allar í sera
flottum fimleikadraktum,
sum glitraðu í ymiskum
litum, umframt at allar á
hvørjum liðið høvdu somu
hárseting og smyrsl.
Umstøðurnar rundan um
sjálvar fimleikararnar vóru
eisini vakrar. Ítróttarhøllin
var sera vakurt pyntað við
blómum og øðrum. Eitt
serligt fimleikagólv var
lagt á, umframt at ljós bert
var á miðjuni á gólvinum,
soleiðis at tað einans vóru
fimleikararnir, sum vóru í
miðdeplinum. Hetta gjørdi
eisini, at genturnar ikki
vórðu órógvaðar, ímeðan
tær framførdu.
Fimleikasambandið
hevur gjørt nógv fyri, at
umstøðurnar at menna fim
leikin skulu verða so góðar,
sum møguligt. Milum annað
hava tey havt trý áhugaverd
skeið við lærumeistarum frá
Estlandi og Finnlandi, sum
eru tvey av teimum mest
framkomnu londunum innan
estetiskan fimleik. Feløgini
hava eisini sjálvi syrgt fyri
at fáa útlendsk fólk til landið
at undirvísa. Størsti denturin
hevur í ár verið lagdur á
grundvenjing og smidleika,
sum eru tey økini, har vit
eru eitt sindur aftan fyri hini
londini.
Orsøkin til, at henda kapp
ingin ikki hevur verið fyrr
enn nú í mai, kemst av, at
Fimleikasambandið ynskir
at gera fimleikaárið longri,
soleiðis at fimleikur ikki
bara er vetrarítróttur, tí
ynski er at vera við í fleiri
altjóða kappingum, og tá
mugu fimleikararnir vera í
bestu venjing. Komandi ár
er ætlanin at skipa fyri fleiri
kappingum, umframt at hava
legur og onnur tiltøk fyri
dómarar, venjarar og ikki
minst fimleikarar.
Eftirspurningurin eftir
dómarum er sera stórur;
eisini uttanlands. Føroysku
dómararnir eru longu nú
bidnir um at døma tær donsku
kappingarnar, sum vera í
næstum. Fimleikasambandi
roynir at gera umstøðurnar
hjá føroyska dómarahópinum
so góðar, sum gjørligt, við
at senda fólk á tey altjóða
skeiðini, sum eru hvørt
ár. Tveir dómarar, Elna
Johansen og Beinta Daniel
sen, hava dømt altjóða kapp
ingar; tær kunnu halda áfram
á næsta skeiði, og eftir hetta
hava tær loyvi at skipa fyri
skeiðum og undirvísa øðrum
dómarum.
Sum heild kann sigast, at
kappingin var sera spennandi.
Tað sást, at bæði fimleikarar
og venjarar hava lagt nógva
orku í at fáa íðkanirnar so
perfektar, sum gjørligt.
Estetiskur fimleikur í heimsklassa!