Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Úrslitini vóru hesi: Pinkur: Nr. 1: Havnar Fimleikafelag A 13,65 stig Nr. 2: Støkk 13,17 stig Nr. 3: Ljósið 12,85 stig Nr. 4: Havnar Fimleikafelag B 12,67 stig Smágentur: Nr. 1: Havnar Fimleikafelag A 16,72 stig Nr. 2: Støkk A 14,85 stig Nr. 3: Havnar Fimleikafelag B 14,52 stig Nr. 4: Ljósið 14,40 stig Nr. 5: Støkk B 14,03 stig Kvinnur: Nr. 1: Støkk 16,57 stig Nr. 2: Havnar Fimleikafelag 16,50 stig Nr. 3: Ljósið 14,20 stig Nr. 4: Flog 12,17 stig 17 ára gamal til HM við Onglandi Sven Gøran Eriksson tók í gjár liðið út, sum skal umboða Ongland í HM-endaspælinum í summar. Tað kom fullkomiliga ó­vart á øll, at 17 ára gamla stórtalentið Theo Walcott, sum Arsenal júst hevur keypt, skuldi verða tikin út. Enn hevur Wal­cott ikki spælt í Premier League, men hann skal við enska ferð­a­lagnum til Týsklands. Eriksson sigur, at hetta er ein stórur kjansur at taka, men hann vil taka ein kjans við einum av teimum 23 spælarunum í hóp­inum. - Theo er skelkaður av úttøkuni. Hann hevði væntað eitt gott úrslit – altso til teoriroyndina, sum hann kláraði í dag – men hetta hevði hann ikki roknað við, sigur pápi Walcott. Met og gullmerki Tað gekst væl, tá fýra føroyingar um vikuskiftið tóku lut í Tårnby Games, sum er kapping í frælsum ítrótti. Rannvá Djurholm, Bjørk Herup Olsen, Regin Joensen og Rúni Seloy vóru føroysku umboðini, og tey fingu framúr úrslit. Millum annað setti Bjørk nýtt føroyskt met á 1500 metra teininum við 5.11,96, meðan Regin Olsen vann gull á 800 metra teininum. Eftir fýra FM-heiti á rað til Havnar Fimleikafelag, varð tað hesa ferð Støkk, sum fekk flestu stigini. Talan var um eina framúr vakra seriu, sum eisini prógvaði stóru framstigini, sum eru gjørd, síðani estetiskur fimleikur varð settur á dagsskrá í Føroyum Nógv varð gjørt burtur úr. Ikki minst vøkru búnunum, sum allar tær íðkandi vóru í Fyri fyrstu ferð varð eisini skipað fyri FM hjá yngru fimleikarunum eftir reglunum fyri estestiskum fimleiki. Her síggja vit flottu framførsluna hjá smágentunum í HF Ljósið gjørdist hesaferð nummar trý í kappingini