týsdagur 9. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Bæði á Mølini og
í Klaksvík er stór
kapping um plássini
millum teir fyrstu
ellivu á liðum, ið hava
undanvind
EB/STREYMUR-KÍ
Jóannes Hansen
Í annaðkvøld skulu klaks-
víkingar aftur royna seg
á útivølli. Higartil hava
teir vunnið tvær ferðir í
Eysturoy – í Runavík og í
Fuglafirði.
Uppgávan og avbjóðingin
tykist
rættuliga
stór,
og tað kann væl vera, at
KÍ og iva-leyst mongu
stuðlarnir, sum fara fyrsta
betalingstúrin
gjøgnum
undirsjóvartunnilin
í
annaðkvøld, vera nøgd, um
KÍ eisini eftir ferðina til
Eiðis verður ósigrað.
EB/Streymur spruttar av
sjálvsáliti. Eftir avsmurn-
ingin í Runavík í fimta
umfari eru teir orduliga
komnir fyri seg aftur. Tað
boða sigur á heimavølli
móti Skála og javnleikur
í Gundadali móti FM
vinnarunum í B36 boð um.
Á Eiði er alt fólkið
tókt
uttan
vongverjin
Ólavur Poulsen, sum nú í
nakrar vikur hevur gingið
við brotnum armi. Stór
kapping er um fyrstu ellivu
plássini. Eisini í málinum,
har Gunnar á Steig støðugt
pressar
René
Tórgarð,
sum higartil hevur verið
rættuliga sannførandi.
Ivi um álopsessið
Í Klaksvík kendist tað
sunnudagin eftir 2. hálvleik
meiri
sum
KÍ
hevði
vunnið eitt stig heldur
enn, at teir høvdu tapt tvey
stig. Klaksvíkingar eru
framvegis ósigraðir. Um
teir eisini skulu verða tað
í kvøld, so skulu teir vísa
betri avrik, enn teir vístu
sunnudagin.
Útjavnandi málið móti
HB skoraði Paul Clapson,
sum er toppskjútti. Hann
spældi við stórari binding
um knæið. Tað var týðuligt,
at alt var ikki, sum tað
skuldi vera hjá honum, men
kortini var tað Paul Clapson,
sum syrgdi fyri, at KÍ fekk
eitt stig. Tí er einki at ivast
í, at Tony Paris ógvuliga
fegin vil hava álopsessið á
vøllin í kvøld.
Seinnu árini hevur EB/
Streymur havt heilt gott tak á
KÍ. Men hjá klaksvíkingum
er so nógv øðrvísi nú, enn
tað hevur verið fleiri tey
seinastu árini.
Bæði í Fuglafirði
og á Toftum mugu
teir vera meiri
ansnir síðsta hálva
tíman, enn teir vóru
sunnudagin
ÍF-B68
Jóannes Hansen
Tað er sannur botngysari
á skránni í Fuglafirði í
annaðkvøld. ÍF er stigaleyst,
og um tað ikki eydnast at
fáa stig á heimavølli móti
teimum næstaftastu, so fer
at síggja svartari enn svart
út.
Í Runavík gekk lutfalsliga
væl fyrsta tíman. So
skrædnaði, og nógv av NSÍ
málunum í 6-1 sigrinum
stóðust av persónligum
mistøkum. Tað tykist sum
um, at sinniliga yvirskotið
ikki er nóg stórt, og tað
drenar sjálvsálitið burtur.
Bartal Eliasen er tøkur
aftur eftir leikbann, og
Dánial Pauli Højgaard er
komin fyri seg eftir skaða.
Tað gongur eisini betri hjá
Arnholdi Joensen, men tað
er ivasamt, um hann verður
við í annaðkvøld.
Á Toftum hevur úrtøk-
an verið lítil seinastu um-
førini. 3-2 tapið í Vági var
stórt vónbrot. Tað ber við
sær, at B68 nú er á nið-
urflytingarplássi, og tað
mundi kennast sera meint
at tapa, eftir at B68 hevði
verið á odda við tveimum
málum.
Alex Troleis er tøkur aftur
eftir leikbann. Stóri spur-
ningurin er, hvør skal verja
málið. Tórður Thomsen varð
vístur av vøllinum í Vági.
Fróði Jensen, sum hevur verið
næsti málverjin, er skadd-
ur. Hinir møguleikarnir eru
Mass Nesá, sum kom í málið
í Vági, og Mortan Hansen,
sum sunnudagin vardi málið
á næstbesta liðnum.
ÍF spældi á Svangaskarði
í fjórðingsfinaluni í steypa-
kappingini. Tá endaði tað
við javnleiki, og B68 vann
brotssparkskappingina.
Á aðalfundinum
hjá evropeiska
felagsskapinum fyri
ítróttasambond,
ENGSO, um
vikuskiftið varð
avgerð tikin um, at
árliga ráðstevnan
hjá felagsskapinum
skal vera í Føroyum
á heysti 2007
Ráðstevna
Tíðindaskriv
Hetta er fyrstu ferð, at ein
slík evropeisk ráðstevna
verður hildin her heima.
ÍSF hevur seinnu árini
miðvíst arbeitt við at gera
vart við Føroyar í hesum
felagsskapi, ið fevnir
um ítróttasambond og
olympiskar nevndir úr
øllum Evropa.
Hetta hevur m.a. havt
við sær, at Føroyar luttóku
í einum pall-borði um ítrótt
í oyggjasamfeløgum á ráð-
stevnuni seinasta heyst,
at Ítróttasamband Føroya
luttekur í einum fylgibólki
hjá menningarbólkinum
hjá felagsskapinum, og at
nevndin hjá felagsskap-
inum kemur til Føroya
at hava nevndarfund í
september 2006.
Nú er so greitt, at lima-
londini hava viðgjørt
føroyska tilboðið um at
skipa fyri ráðstevnuni
í 2007 við vælvild.
Einmælt samtykt
Formaðurin, Bengt Se-
velius, legði uppskotið
at leggja ráðstevnuna
í Føroyum í 2007 fyri
aðalfundin leygardagin.
Limalondini stuðlaðu
einmælt tilmælinum hjá
nevndini.
Sum meginfelagsskapur
fyri
ítróttasambond
í
Evropa
arbeiðir
ENGSO (European Non
Governmental Sports
Organisation) m.a. sum
lobbyfelagsskapur fyri
ítrótt mótvegis national-
um og evropeiskum
politiskum myndug-leik-
um. Samstundis miðjar
felagsskapurin eftir at
menna førleikan hjá
limafelagsskapunum.
Triðji tátturin er at skapa
karmar fyri einum opnum
kjaki um yvirskipað ítrótt-
aviðurskifti í Evropa.
Ítróttasamband Føroya
hevur verið limur í
ENGSO síðani 1976
Ítróttasamband Føroya
ásannar stóra týdningin av,
at Føroyar átaka sær ein
virknan leiklut í altjóða
ítróttafelagsskapum bæði
fyri at fáa ávirkan og
fyri at styrkja um altjóða
profilin hjá Føroyum.
Ítróttasamband Føroya
vónar, at sersambondini
fara at taka hendan tráðin
upp og í øktan mun fara at
taka á seg ábyrgd í altjóða
ítróttasamstarvi.
Hálvt marathon í Havn
Hóskvøldið verður kappast á 21,1 km drúgva teininum í Havn
Tað er Bragdið, sum skipar fyri kappingini, ið byrjar klokkan 18, og sum endar á
Bursatanga.
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping,
t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka.
Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1961-1989) og veteranar
kvinnur og menn, tað eru tey sum eru 45 ár ella eldri (f. -1960).
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo í seinasta lagi mikukvøldið 10. mai.
-mørk
Formuladeildin
Dagur
Dystur Dómari
10.05
ÍF-B68 Dagfinn Olsen
10.05
B36-GÍ Jens Petur Brattalíð
10.05
NSÍ-Skála
Georg Rasmussen
10.05
EB/Str.-KÍ
Eiler Rasmussen
11.05
HB-VB/S
Petur Reinert
Steypakapping kvinnur
Dagur
Dystur Dómari
5.05
KÍ-GÍ
LÌF
10.05
AB-B36 Fram
B68 skal hava nýggjan málverja
Evropeisk ítróttaráðstevna
til Føroya
Clapson er einasta ivamálið
Tað verður rættiligur toppdystur á Mølini mikukvøldið, tá ið EB/Streymur og KÍ bresta saman.
Álopsessið hjá KÍ, Paul Clapson, stríðist við ein snudd í knænum, men hann spældi og skoraði
ímóti HB seinast
v
t
d v - j - t mál mál
+/- stig
1
EB/S
7 5 - 1 - 1 13
8
5
16
2
KÍ
7 4 - 3 - 0 16
7
9
15
3
GÍ
7 4 - 2 - 1 14
8
6
14
4
B36
7 4 - 2 - 1 11
8
3
14
5
HB
7 3 - 2 - 2 18
10
8
11
6
NSÍ
7 3 - 2 - 2 15
10
5
11
7
VB/S
7 2 - 0 - 5
8
21
-13
6
8
Skála
7 1 - 2 - 4
9
9
0
5
9
B68
7 1 - 2 - 4
7
13
-6
5
10 ÍF
7 0 - 0 - 7
7
24
-17
0