Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] KÍ slapp heldur ikki Aðra staðni á síðuni skriva vit, at FSF hevur noktað NSÍ og Skála at flyta dyst. Hetta tí grundgevingarnar fyri flytingini ikkii vórðu mettar sum nóg góðar. Sama lagna hevur eisini rakt KÍ, sum hevur ynskt at flyta sín dyst móti VB/Sumba tveir dagar. Ein flyting, sum suðuroyingarnir eisini eru sinnaðir at fremja. Orsøkin er, at KÍ-venjarin Tony Paris skuldi verða burturstaddur, tá dysturin annars skal spælast, men tann orsøkin verður heldur ikki mett sum haldgóð. - mørk Nýggj raðfylgja Á aðalfundi leygardagin tók FSF støðu um, at roknihátturin nú verður broyttur til tað gamla, tá finnast skal fram til raðfylgjuna á liðum, sum eru jøvn í stigum. Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglurnar her broyttar, soleiðis at innanhýsis uppgerðir vórðu roknaðar, áðrenn málmunin. Nú eru reglurnar broyttar aftur til tað, sum var galdandi fram til 1999. Nevnliga at málmunurin fyrst verður roknaður og síðani skotin mál. -mørk Sosialurin manna Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 7. umfari av Formuladeildini sunnudagin Hjá B36 eru Fróði Benjaminsen og Alex dos Santos aftur tøkir, men aðrir eru eisini falnir frá Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Aðru ferð innan fýra dagar skal B36 á heimavølli spæla týdningarmiklan dyst, har eitt framhaldandi pláss í oddastríðnum stendur upp á spæl. Hesa ferð eru tað gøtu- menn, sum um vikuskiftið vunnu seg upp á triðja pláss- ið, sum koma á vitjan, og sum skilst, so verður tað eitt fullmannað GÍ-lið, sum vitjar. Hvørki skaðar ella leikbann hótta liðið. Í B36 kunnu tey fegnast um, at Fróði Benjaminsen og Alex Jose dos Santos nú aftur eru tøkir, eftir at teir hava sitið leikbann av sær. Somuleiðis kann venjarin hjá liðnum, Sigfríður Clement- sen, nú aftur sessast við beinkin, eftir at eisini hann hevur sitið dystarbann av sær. Hinvegin eru aðrir hjá B36, sum ikki fáa tikið lut í dystinum. Mikkjal Tho- massen er leikbannaður, eftir at hann fekk reytt kort móti EB/Streymi. Hartil breyt Jóhan V. Gunnarsson nøsina í dystinum seinasta sunnudag, og tí er heldur ikki hann tøkur. Hartil fekk Jákup Mikkelsen ein snudd, tá spælt varð sunnudagin, men sum skilst, so roynir hann at spæla kortini. FSF noktar fyri at flyta dystin, soleiðis sum feløgini annars vóru samd um Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at dysturin millum NSÍ og Skála verður fluttur til kom- andi týsdag, heldur enn at spælast mikukvøldið. Bæði feløgini vóru samd um hesa flyting, og tá plagar talan sjáldan at vera um nak- rar formligar trupulleikar við flytingini. FSF segði nei Men trupulleikar vóru nú kortini. Í FSF verður ikki mett, at talan var um nóg haldgóða orsøk at flyta dyst- in, og boðini eru, at dysturin skal spælast mikudagin. Tað merkir, at NSÍ noyðist at vera Óla Hansen og Dán- jal Hansen fyriuttan. Teir báðir skulu uttanlands í ar- beiðsørindum. Tá dysturin upprunaliga varð ásettur at vera sunnudag, varð ferðin løgd soleiðis til rættis, at teir vóru aftur á klettunum undan hesum. Landsdysturin móti Pólandi hevði tó við sær, at umfarið varð framskundað, og tí setti NSÍ seg í samband við Skáal fyri at fáa dystin fluttan. Skerdir skálamenn Missurin hjá NSÍ av teimum báðum, Hansen, er tó fyri lítið at rokna, um hugt verður at, hvørjar spælarar Skála noyðist at vera fyriuttan. Pætur Dam Jacobsen fekk reytt kort seinast, og tí er hann ikki tøkur. Hartil eru Pauli G. Hansen, A- lexandur Johansen og Jón- hard Fredriksberg allir á skaðalistanum, og tí er talan enn einaferð um eina tunga kabalu, sum Jóhan Nielsen skal fáa at ganga upp, tá hann setir liðið saman. Formulaliðið Fullmannaðir gøtumenn til Havnar Skála noyðist kortini til Løkin