Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 89 - 9. mai 2006 ] Nýtt lógarverk samtykt Á aðalfundinum leygardagin tóku føroysku fótbóltsfeløgini undir við nýggja lógarverkinum. Hetta merkir í prinsippinum, at FSF nú ikki longur einsíðugt gevur seg undir lógirnar hjá ÍSF. Sammbært FIFA-standardreglunum, so skulu øll mál innan fótbóltin avgreiðast av fótbóltinum sjálvum. Og tí kemur FSF eitt nú ikki longur undir reglurnar um Ítróttardómstólin. -mørk Flytingarvindeyga ásett Føroyskur fótbóltur skal nú eisini venja seg við, at tað bert eru ávís tíðarbil á árinum, at sáttmálaspælarar kunun skifta felag. Framyvir verður tað so, at tað bert verða tvey tíðarbil, har flytingar eru loyvdar. Frá 1. november til seinasta dag í februar kunnu spælarar skifta felag. Eins og hetta er loyvt frá hálvum juni og fimm vikur fram. -mørk Munurin í kappingini um heimsmeistaraheitið í formil 1 minkaði aftur í gjár, tá Michael Schumacher vann koyringina á Nurburgring framman fyri Fernando Alonso. Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Evropeiska formil 1 koyringin á Nurburgring gjørdist sera spennandi, í umleið 40 umfør var sjáldan meira enn eitt sekund ímillum Fernando Alonso á 1. plássi og Michael Schumacher á 2. plássi, men við frálíkari pittstrategi megnaði Ferrari at sleppa framum Fernando Alonso í seinasta pittsteðgi, og komin framvið hugdi Michael Schumacher ikki aftur um seg og vann koyringina sannførandi. Felipe Massa lá alla koyringina á 3. plássi og hóast hann eina løtu nærkaðist Alonso á 2. plássi og Räikkönen á 4. plássi nærkaðist honum í móti endanum, so helt hann fast í triðja plássi. Men 2, 3 og endaðu sera tættir. Fyri unga brasiliumannin Massa var hetta fyrstu ferð á sigursskamlinum, og tað varð hátíðarhildið við einum sjampanju brúsibaði. Men eisini Barrichello, Fisichella og Rosberg á 5., 6. og 7. plássi vóru sera tættir. Tað merkti alla koyringina, at tættir nærdystir vóru alla tíðina. Serliga fyri Nico Rosberg, ið byrjaði aftastur var koyringin imponerandi. 9 bilar komu ikki á mál, umframt Liuzzi og Coulthard, ið rendu saman á fyrsta umfari, vóru tøkniligir trupuleikar orsøkin til, at bilarnir ikki komu á mál. Enn einaferð var Honda motorurin hjá Jenson Button óskkiligur og helt uppat við at rigga miðskeiðis í koyriningi. Barrichello á fimta plássi, er neyvan eitt serliga stórt plástur á sárið hjá liðnum, ið hevði so stórar vónir, áðrenn kappingarárið byrjaði. Eisini í Toyota liðnum tyktust fólk vónbrotin. Á heimabreytini framman fyri øllum starvsfólkinum hjá liðnum, ið starvast eitt hanagleiv frá breytini endaði Jarno Trulli á 9. plássi uttan fyri stigini. Ralf Schumacher, ið enn einaferð koyrdi sannførandi lá á sætta plássi, inntil motorurin brendi saman sjey umfør áðrenn endan. Úrslitið á Nurburgring 1 Michael Schumacher Ferraria 10 2 Fernando Alonso Renault 8 3 Felipe Massa Ferrari 6 4 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 5 5 Rubens Barrichello Honda 4 6 Giancarlo Fisichella Renault 3 7 Nico Rosberg Williams-Cosworth 2 8 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 1 9 Jarno Trulli Toyota 10 Nick Heidfeld Sauber-BMW 11 Scott Speed STR-Cosworth 12 Tiago Monteiro MF1-Toyota 13 Christian Albers MF1-Toyota Komu ikki á mál - Ralf Schumacher Toyota - Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes - Takuma Sato Super Aguri-Honda - Jenson Button Honda - Frank Montagny Super Aguri-Honda - Christian Klien RBR-Ferrari - Mark Webber Williams-Cosworth - David Coulthard RBR-Ferrari - Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth Meistaraheitið fyri koyrarar 1 Fernando Alonso, Spania 44 2 Michael Schumacher , Týskland 31 3 Kimi Räikkönen, Finnland 23 4 Giancarlo Fisichella, Italia 18 5 Felipe Massa, Brasilia 15 6 Juan Pablo Montoya, Kolumbia 15 7 Jenson Button,Ongland 13 8 Ralf Schumacher, Týskland 7 9 Rubens Barrichello, Brasilia 6 - Mark Webber, Avstralia 6 - Jaques Villeneuve, Kanada 6 12 Nick Heidfeld, Týskland 5 13 Nico Rosberg, Týskland 4 14 Christian Klien, Eysturríki 1 - David Coulthard, Skotland 1 Meistaraheitið fyri lið 1 Renault 62 2 Ferrari 46 3 McLaren-Mercedes 38 4 Honda 19 5 Sauber BMW 11 6 Williams-Cosworth 1 7 Toyota 7 8 Red Bull Racing Ferrari 2 Sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher koyrdi fyrstur um málstrikuna á Nurburgring (mynd: Scanpix.dk) Michael Schumacher vann í Evropa FAKTA