týsdagur 9. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
27
Fimleikafelagið
Ljósið
Árligi aðalfundurin verður 23. mai 2006 kl. 19.00 í
ÍSF-húsinum.
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
fyri Hests bygd
Á útskiftingarfundi hósdagin 4. mai 2006 í
bygdarstovuni í Hesti varð lagt fram fyribilsplanur
og ætlaða komunala ognartøkan.
Skjølini liggja frammi á Matrikulstovuni og í
skúlanum í Hesti.
Viðmerkingar til framløgdu skjøl skulu vera skrivligar
og stílast til útskiftingina, Matrikulstovan, boks 327,
110 Tórshavn, innan 20. mai.
Tórshavn, tann 8. mai 2006
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingarformaður
Altjóða Dagur
Sjúkrarøktarfrøðinga
Í sambandi við Altjóða Dag Sjúkrarøktarfrøðinga,
verður skipað fyri almennum tiltaki í Norðurlanda-
húsinum mikudagin 10. mai 2006 kl. 14.00.
Evnið er Sjúklingatrygd.
Millum fyrilestrarhaldararnar verða:
Pernille Schlebsager úr Danmark
Hans Trygvi Teirin, advokatur
og Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setir dagin.
Eisini er sangur á skránni.
Víst verður til heimasíðu felagsins: www.sff.fo
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
SALONGIN
ER STONGD FRA HÓSDEGNUM 11. MAI,
KL. 15 TIL TÝSDAGIN 16. MAI
TLF. 315211