Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 90 - 10. mai 2006 Hóskvøldið klokkan átta, verður eitt for­kunnugt tiltak í Miðlahúsinum, tá 12 yrkjarar, sum ong­an­ tíð hava útgivið nak­ að, fara at lesa upp egnar yrkingar YRKING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað eru Elin á Rógvu og Kjart­an Hansen, sum eru ­stig­takarar til tiltakið sum verð­u­r í Miðlahúsinum í annaðkvøld. Á skránni verð­ ur yrkingar og tónleikur. Yrkingar hjá 11 yrkjarum verða lisnar verða lisnar upp, og Búi Dam fer at spæla tónleik inn í millum. Skápsyrkjarar Elin á Rógvu yrkir ikki sjálv, men hon metir at okkurt má henda á hesum økinum. - Tað byrjaði við, at Kjartan vísti mær eina yrking hann hevði gjørt. Vit prátaðu so aftur og fram um hana, og um at yrkja. Niðurstøðan vit komu fram til var, at tað helst er ein rúgva av fólkum sum yrkja fyri seg sjálvi, men ongantíð vísa tær fyri øðrum ella lesa tær upp. Tí hildu vit, at tað kundi verið stutt ligt at savna nøkur heilt tilvildarlig fólk, sum tó hava tann felagsnevnara, at tey yrkja, men ikki hava givið nakað út. Skápsyrkjarar, kunnu vit kalla tað, heldur Elin skemtandi fyri. Elin og Kjartan søgdu sín­ um vinfólkum frá um hug­ skotið. Tey søgdu tað síð­ani víðari til síni vinfólk, sum søgdu tað víðari. So­leiðis hevur tað eydnast teim­ um at fáa 11 yrkjarar mill­ um 17 og 35 ár, at lesa og fáa sínar yrkingar lisnar upp í Miðlahúsinum í ann­ aðkvøld. Millum tey 11, sum fara at lesa upp, eru fleiri, sum lesa egnar yrkingar. Men so er tað onkur sum er burt­urstaddur og ikki fáa lisið upp sjálvi, men gjarna vilja hava sínar yrkingar lisn­ar upp. Til tað hava tey millum annað fingið Sólvu Jónsdótt ir, Thomas Koba og Øssur Winthereig. Hoyra hvønn annan Høvuðsorsøkin til tiltakið er tann, at Elin og Kjartan halda, at tað átt i at verið á­hugavert hjá yrkjarunum at hoyra hvønn annan. Og ikki minst at lesa sínar yrkingar upp fyri øðrum, tí yrkingar eru jú nakað heilt persónligt nakað, vísir Elin á Rógvu á. - Hjá nógvum er tað eitt ógvuliga stórt stig at taka, at lesa sínar yrkingar upp, men hett a er ein góður møguleiki fyri at vera hoyrdur og hoyra onnur, sigur ein av fyr­i­ skiparunum. Tónleikur og málningar Stigtakararnir Elin og Kjart­ an eru greið yvir, at tað kann gerast tungt at lurta eftir yrk­ingum eitt heilt kvøld. Tí hava tey sett eitt hámark, sum sigur tríggjar yrkingar í part. Og fyri at yrkingarnar kunnu sodna eina løtu, og ikki alt skal svølgjast í einum, hava tey fingið Búa Dam at spæla inn í millum. Eisini hava tvær damur gjørt vart við seg hjá Elini og Kjart­ani og spurgt, um tær ikki kunnu sleppa at hava hvør sín málning hangandi með­an tiltakið er. Aftrat teimum 11 yrkj­ar­ u­num og Búa Dam, hava tey fingið Petur Pólson inn, sum gestalesara. Hann fer at lesa egnar yrkingar upp, og er einasti av lutt akarunum, sum hevur útgivið yrkingar áður. Fyriskipararnir vóna at fólk vísa tiltakinum áhuga, og ongantíð betur, um onk­ ur av teimum etableraðu yrkj­arunum eisini er millu á­hoyrararnar, tí hvør veit, um teir ikki eisini kundu fingið íblástur frá hesum ungu og óspiltu yrkjarunum. Sleppur ikki at koyra aft­ ur fyri arb­ eiðs­pássið ­­R Ú S D R E K K A ­ KOYRING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ein fullur bilførari var sek­ und frá at renna ein pápa og tvíburar hansara niður, tá hann við vitleysari koyr­ing fór buldrandi upp á gongubreytina og inn í ein grótgarð tætt við Hvíldarheimið við Gund­a­dalsvegin. Pápin var lukk­u­tíð so mikið kvikur, at hann megnaði at renna út á vegin við barnavogninum við tví­ bur­unum í, og syrgdi tí fyri, at tað sum lætt liga kundi enda við einum sorgarleiki, tíb­etur spældi væl av. Sleppur ikki at koyra aftur Bilurin, sum hevur fingið stór­an skaða, og helst verður dømdur vrak, vísir seg nú at hoyra til eina byggifyritøku í Havn. Stjórin av fyritøkuni visti í morgun at siga, at við­komandi, sum koyrdi bilin sunnudagin, ongantíð kemur at koyra bil í teirra fyritøku aftur, men at hann ikki hevur mist starvið. Málið er meldað til løgregluna, og av løg­ regl­u­støð­ini siga tey, at førarin kann síggja fram til at missa koyrikortið, fáa eina bót og møguliga ein dóm eisini, alt eftir hvat promillan vísir seg at vera.­­ Ellivu ókendir yrkjarar í Miðlahúsinum Tað eru Elin á Rógvu og Kjartan Hansen, sum hava tikið stig til tiltakið (mynd Rólant Waag Dam)