mikudagur 10. mai 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 10. mai 2006
3
Faroe Jet fer á flog
mánadagin 10. mai.
- Tað er enn okkurt
smávegis, sum skal
fáast uppá pláss, men
vit fara at verða klárir
til mánadagin, sigur
Jóhan E. Simonsen,
stjóri á Faroe jet
FLOGFERÐSLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Flogfarið hjá Faroe Jet kem
ur til landið sunnudagin,
og longu mánadagin skal
tað flúgva sín fyrsta túr.
Vit hava ringt til stjóran í
Faroe Jet og spurt hann,
hvussu tað gongur við
fyrireikingunum.
- Vit eru klárir. Tað hava
verið nógvar avbjóðingar
hesa síðstu tíðina, og tað er
sera spennandi hjá okkum.
Vit fyrireika alt tað, sum vit
kunnu, men sumt má bíða
nakrar dagar enn. Onkrir
trupulleikar hava verið við
bookingskipanini, tí at vit
kunnu ikki fáa eina kotu,
sum vit skulu brúka, fyrr enn
flogfarið er skrásett. Men
flogfarið verður skrásett í
dag, so tað verður helst fing
ið í rættlag í næstum.
- Summir byrjunartrupul
leikar eru sjálvandi, men vit
vænta, at alt verður klárt til
tann stóra dagin mánadagin,
sigur Jóhan E. Simonsen.
Undirtøkan fyri verkætl
anini hjá Faroe Jet hevur
verið góð. 950 fólk hava sett
pening í, og ferðaseðlasølan
hevur verið góð teir fyrstu
dagarnar.
- Fólk hava verið sera
positiv, og vit vóna, at vit
kunnu bjóða teimum eina
góða tænastu. Vit hava tosað
við nógv fólk og fingið ráð
frá teimum, sum fyrr hava
roynt seg á Føroyaleiðini.
Vit, sum arbeiða her, hava
eisini nógvar royndir á leið
ini, so vit halda ikki, at vit
byrja á berum. Vit hava
góðan førning av royndum
og førleika.
- Tað er gott við kapping,
og eg haldi, at fólk eru glað
fyri at eitt felag er komið aft
urat. Kappingin sæst longu
nú, áðrenn vit eru byrjaðir,
sigur Jóhan E. Simonsen.
Hóast Atlantic Airways er
eitt stórt felag, og onnur
feløg fyrr hava roynt at
tikið kappingina upp uttan
stórvegis eydnu, so er Jóhan
við gott mót.
- Tað er heilt vist pláss
fyri tveimum feløgum á
Føroyaleiðini. Í fjør ferð
aðust 180.000 fólk um
flogvøllin, og í ár verða tað
helst enn fleiri, so tað er ein
marknaður fyri tí.
Faroe Jet eru klárir at fara á flog
- Tað er heilt vist pláss
fyri tveimum feløgum á
Føroyaleiðini. Í fjør ferðaðust
180.000 fólk um flogvøllin, og
í ár verða tað helst enn fleiri,
so tað er ein marknaður fyri
tí, sigur Jóhan E. Simonsen,
stjóri í Faroe Jet