Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 90 - 10. mai 2006 Allir festivalarnir fara at skeinkja, og hava gjørt avtalu um, hvat bryggjarí skal vera umboðað á teirra festivali. Tí verður danskt øl á G! og íslendskt øl á Jòansøkufestivalinum SKEINKING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Festivalfyrireik­ara­r­­­nir liggja ikk i á tí løtu síðuni í hes­um døgum. Fríggjadagin sam­tykti tingið at lib­e­r­a­l­ i­sera rúsdrekk alógina so mik­ið, at tað nú skal vera loyvi hjá teimum, sum framman ­ undan hava eitt skeink­iloyvi at skeinkja til størri tiltøk, eitt nú festivalar. Longu nú hava Jóansøkufestivalurin, Mjús, G! og Summarfestivalurin avgjørt, at tey fara at skeinkja øl. Íslendskt og danskt øl Ølsølan skal sjálvandi vera und­ir skipaðum og góðum umstøðum, tað eru øll á ein­ um málið um. Men ymikt er, hvat fyri øl verður selt á hesum festivalunum. Fyrstu festivalarnir eru Jóansøkufestivalurin í Suðuroy og Mjús á Sand­ oynni­. Her er longu avgjørt, at tað verður føroyskt og íslendskt øl, sum skal selj­ast. Restorff og teirra ís­lendski samstarvsfelagi, Vifi­lfell, hava fyri tíð síð­ ani gjørt avtalu við Jó­an­ søkufestivalin og Mjús um, at tað verður teirra øl sum skal skeinkjast har. - Vit halda at broytingin í rúsdrekk alógini er eitt stórt frambrot, og vit gleða okk um um at sleppa at sleppa at bjóða føroyingum øl aftur við góðum tónleiki til festivalarnar, sigur Jóhan Mortensen frá Restorff. Sam­stundis sigur Jóhan Mort­ensen, at hann vónar at teir sleppa at selja dósaøl til festivalarnar, men at hetta ikk i komið heilt upp undir land enn. Á G! hava samskipararnir eis­ini gjørt avtalu um, at tað verður Royal øl, sum skal seljast á teirra festivali. - Poul Michelsen er ein av okk ara høvuðsstuðlum, og vit fáa allan mat og allar drykk ivørur frá teimum. Hetta merkir, at ølið sum verður selt á G! er øl sum Poul Michelsen umboðar. - Á Summarfestivalinum verð­ur tað Føroya Bjór, sum skal seljast. Tað sig­ur Steintór Rasmussen, sum eins og allir hinir fest­i­val­ fyriskipararnir leggur doyð­ in við, at tað verður selt undir góðum og skipaðum umstøðum. Onki øl á Asfalt Asfalt er einasta stóra tón­ leikatiltakið í summar, sum hevur avgjørt ikk i at selja øl. - Tað avgerina hava vit tikið, tí á økinum har tiltakið er, eru ikk i minni enn 16 skeink­ iloyvi, og tí vilja vit heldur, at matstovurnar og caféirnar skulu fáa ágóðan av hesum, í staðin fyri at vit fara at liggja og kappast við tey, sig­ur Bogi Andreasen, ein av Asfalt samskiparunum. Uppliv Suðurongland sansir.fo www.atlantic.fo Atlantic Airways ger tað stuttligari at liva í Føroyum 14.-21. juli 2006 8 ógloymandi dagar í Suðuronglandi... ...við spennandi útferðum hvønn dag. Vit kunnu t.d. nevna: Fríggjadag 14. juli, koma til Stansted, koyra við bussi gjøgnum Hampshire umvegis Winchester til Plymouth, har gist verður. Leygardagin 15. juli verður farið til St Austell, har hugt verður eftir tí undrunar- verda Eden Project. Seinnapartin verður farið víðari til Lanhydrock, einaferð nevnt tað fínasta húsið í CornwallKring húsið er ein undurfagur urtagarður. Sunnudagin 16. juli verður farið ta stuttu leiðina til St Michael’s Mount, ið stingur upp úr sjónum við Mount Bay. Vit vitja eisini á Land’s End – vestasta tanga í Bretlandi – hvørs baldruta landslag er ógloymandi. Mánadagin 17. juli fara vit rannsóknarferð til tær fjarskotnu víkirnar og hugnaligu bygdirnar Looe, Polperro og Falmouth. Týsdagin 18. juli kekka vit út av hotellinum og koyra til Bournmouth gjøgnum Dartmoor National Park. Seinnapartin vitja vit í Exeter. Mikudagin 19. juli verður farið tíðliga við bussinum á heildagstúr til Bath, Glastonbury and Wells. Vitjað verður síðani í Bath- ein vælkendur heilsubótarbýur. Hósdagin 20. juli fara vit við ferju yvir um sundið at vitja Osbourne House, summarhúsið hja Drotning Victoriu. Fríggjadagin 21. juli verður koyrt beinleiðis til Stansted har fráferðin er við Atlantic Airways kl. 13.15. Les meira um ferðina á www.atlantic.fo Íroknað ferðina er: • Flogferðin við ferðaavgjøldum. • Innivist á 3-stjørnaðum hotellum við stórum enskum morgunmati. • Døgurði við trimum rættum hvønn dag. • Bussur og skandinaviskur ferðaleiðari alla tíðina. • Allar útferðirnar við atgongugjaldi. Ikki íroknað: Ferðatrygging, drykkjuvørur og eyka máltíðir. Kostnaður fyri hvønn í dupultkamari: Eyka kostnaður fyri einakamar: Kr. 1.575,- Depositum kr. 2.000,- verður at gjalda við tilmeldan. Depositum verður afturgoldið, um túrurin verður av ongum. Ferðin er treytað av í minsta lagi 20 ferðandi. Seinasta freist at tekna luttøku er 20. mai. 11.898,- Øll uttan Asfalt ætla at skeinkja Allir festivalarnir uttan Asfalt fara at skeinkja øl (savnsmynd)