Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 10. mai 2006 5 Í ár var trupulleikin ikki manglandi pen­ ingur, men manglandi høli Miðnáms­ útbúgvingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hesar seinastu dagarnar hava 251 ungfólk runt um í Føroyum fingið ring boð. Og boðini eru, at tey eru ikki sloppin inn á miðnámsskúla í summar. Nú alt er gjørt upp,vísir tað seg, at av teimum 1.239 unfólkunum, sum hava søkt á tær ymsu mið­ námsskúlarnar í summar, eru tað heili 251, sum ikki sleppa inn. Sostatt eru tað 988 næmingar, sum eru slopnir ígjøgnum nálareygað og skulu brynja seg til nýgja skúlagongd. Men sostatt kann tað eisini staðfestast, at heldur ikki ár sluppu øll tey inn á skúlan, sum hava søkt, tí í fjør vóru eisini trupulleikar, sum kortini vóru loystir. Men trupulleikin í ár er ikki tann sami sum í fjør. Í fjør var trupulleikin tann, at miðnámsskúlarnir høvdu fingið ov lítið av pengum til at taka alla teir skikkaðu umsøkjararnar inn. Í ár er tað ikki peningur, sum er trupulleikin. Í ár hava miðnámsskúlarnir nokk av peningi, men ov lítil høli. – Tað er hølistrupulleikar, sum gera, at allir skikkaðir næmingar ikki sleppa inn, staðfestir Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri á deildini fyri miðnámsskúlar í Mentamálaráðnum. Men samstundis stað­ festir hann, at tað eru ein­ ans handilsskúlin, sum hevur trupulleikar, tí tað er bar har, at skikkaðir umsøkjarir eru burturvístir, tí pláss er ikki fyri teimum á skúlanum. À HH í Havnini, hava 110 næmingar søkt, men bara 73 eru slopnir inn. Á HH í Kambsdali hava 80 søkt, men bara 55 eru sloppin inn. – Hetta eru næmingar, sum hava gingið á FHS, men sum ikki sleppa at halda fram á HH og tað er ein stórur trupulleiki, staðfestir deildarstjórin í Mentamálaráðnum. – Hvat studentaskúlun­ um, HF og øðrum mið­ námsskúlum viðvíkur, eru allir skikkaðir næmingar slopnir inn. Annars sæst, at heilt nógvir umsøkjarar eru burt­ urvíst á SIT. – Har hava vit bara tikið umsøkjarar inn, sum hava lærupláss. Eitt dømi er, at 47 vildu sleppa inn á hárfríðkanardeildina, men teir umsøkjararnir høvdu onki lærupláss og tí eru teir ikki slopnir á skúla. – Tey høvdu ikki fingið brúkt útbúgvingina til nakað kortini, sigur Eyðbjørn Poulsen. Nógv fleiri gentur Annars vísir tað seg, at tað eru einar 100 fleiri gentur, sum hava søkt, enn tað eru dreingir. Men tað er stórur munur á, hvussu nógvir dreingir og gentur hava søkt á teir ymsu skúlarnar. Til siðvand konufólkafak, sum eitt nú Almanna- og heilsuskúlin í Suðuroy, hava bara gentur søkt, men til onnur, meiri vanlig dreingjafak sum nakrar SIT útbúgvingar, hava bara dreingir søkt. Tó leypir í eyguni, at á málsligu deild á studentaskúlanum í Suð­ uroy, fer kanska ongin drong­ur í skúla eftir summ­ arferiuna og á málsligu deild á Kambsdali verða dreingirnir einir 10 í tali og genturnar yvir 40. Sama ger seg galdandi á másligu deild í Hoydølum, tá har vera genturnar næstan 100 og dreingirnir einir 20. Á matematisku deild­ un­um er kynsbýtið væl javnari, men sostatt kann staðfestast, at málsligt studentsprógv er av álvara við at verða eitt gentufak. Bæði á HF í Klaksvík og á HF á Kambsdali er eisini stór yvirvág av gentum. Hinvegin er tað týðiligt, at handilsskúlin hevur størri áhugað hjá dreingj­ um. Bæði á FHS og HH í Havn og á Kambsdali eru tað nógv fleiri dreingir sum tað eru gent­ur, sum hava søkt. Munur á skúlum Eyðbjørn Poulsen sigur, at ein trupulleiki er, at allar útúgvingarnar eru ikki javntsettar fyri lógini. – Tað stendur í lóg­ ini, at allir skikkaðir um­søkjarar skulu sleppa á studentaskúla. Men tað er ikki eitt lógarkrav, at allir skulu sleppa inn á HF, á Handilsskúla ella á aðrar miðnámsútbúgvingar, og tað er ein trupulleiki. Hann sigur, at menta­ málaráðið er í ferð við at endurskoðað mið­náms­ út­búgvingarnar og tá er endamálið at lógin skal javnt­seta tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar Tær gymnasialu mið­ námsútbúgvingarnar eru studentaskúlin, HF, HIF á fiskivinnuskúlanum, HT á tekniska skúla og HH á handilsskúlanum. – Tað er eisini endamálið hjá landsstýrinum, at øll skulu hava møguleika at fáa eina miðnámsútbúgving. Men í løtuni er er tað ein trupulleiki, at all­ir um­søkjarar til tær gymnasi­ alu útbúgvingarnar sleppa ikki inn. Annars verða umsókn­ irnar viðgjørdar og flutt verður ímillum skúlar og tí kunnu smávegis broytingar verða í tølunum. Á handilsskúlanum í Havn og á Kambsdali vóru tað 86 skikkaðir umsøkjarar, sum ikki sluppu inn Miðnámsskúlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Heili 86 ungdómar, sum hava nóg góðan karakter til at sleppa á handilsskúla í Havn og á Kambsdali, sleppa ikki í skúla kortini. Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, sigur, at hjá teimum standa 86 næmingar á bíðilista at sleppa á skúlan, skuldi onkur av teimum, sum eru sloppin inn, givið avboð. Í Havnini standa 34 umsøkjarar á bíðilista til FHS og 27 á bíðilista til HH. Á Kambsdali standa 25 á bíðilista til HH. Stjórin sigur, at orsøkin til, at allir umsøkjarar ikki sleppa inn, er at tað er ikki pláss fyri teimum á skúlunum. – Vit hava avmarkað pláss og tí hava vit ongan møguleika at játta øllum umsøkjarunum, hóast teir eru skikkaðir. Støðan á handilsskúl­an- ­um kem­ur ógvuliga tvørt fyri hjá nógvum næming- um, tí nógvir fara á FHS við eini ætlan um at taka HH seinni og at brúka hesi trý árini uppá hanilsskúlan. Men hjá nógvum verður skúlagongdin kvett av longu eftir fyrsta árið, tí teir sleppa ikki víðari á HH. Byggja út Hann sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum átti at verið kendur í nøkur ár, men politiskt er tíverri ov lítið gjørt við hann. Hann leggur afturat, at í ár er onki at gera, men til næsta ár verður miðað ímóti at byggja skúlan út við einum 400 fermetrum og tað skuldi givið umstøður til at tikið fleiri næmingar. Tað sama hevur lands­ stýrismaðurin í menta­mál­ um, Jógvan á Lakj­uni, róð framundir í Útvarpinum. Annars verður nýggj­ ur handils­skúli bygdur og hann verður liðugur í 2010, men mett verður at tað er ov leingi at bíða og tí verður roynt at finna eina fyribils loysn til næsta ár við eini útbygging av skúlanum, sum er. Annars undrast stjórin í Handilsskúlanum á, at tað er eitt lógarkrav, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu sleppa á studentaskúla, men sama krav er ikki hvat nøkrum øðrum miðnámsskúla viðvíkur. – Tí heldur hann eisini, at tað er rættast at javntseta allar miðnámsskúlarnar. – Alt annað er heilt burturvið, tí skulu vit tosa um at menna føroyskt vinnulív og at tað hevur stóran týdning at vit hava fólk við førleikum og útbúgving, er hetta eitt púra skeivt signal at senda. Reidar Nónfjall heldur, at hetta er ein politiskur trupulleiki og tað er ein forkláringstrupulleiki, tí tað eigur at verða boðað frá, hví tað verður raðfest, sum tað verður. – Ella eiga politikk­ar­­­arn­ ir at at seta allar útbúgv­ ing­ar líka høgt og siga, at øll skulu hava møguleikan at fáa eina mið­­náms­út­ búgving. Hann vísir eisini á, at útbúgvingarliga eru før­oy­ ingar í kapping við onnur lond og kunnu vit ikki levera fólk við nóg góðum førleika til hægri lestur, klára tey seg sjálvsagt ikki nóg væl og tí hevur tað stóran týding at hava kappingarførar útbúgvingar. – Og skulu vit hava bestu vælferð í heiminum, er tað av alstórum týdningi at hava so góðar útbúgvingar sum gjørligt, tí rákið runt um í heiminum er at størsta virðisøkingin er í vitanartungum vinn­um og ikki í vanligu fram­ leiðsluvinnunum, har vit kappast okkum næstan í hel, sigur Reidar Nònfjall. 251 ungfólk fingu tummilin niðureftir Útbúgving Stað Umsøkjarar Tiknir upp FHS Tórshavn 161 125 FHS Kambsdalur 101 85 HH Tórshavn 110 73 HH Kambsdalur 80 55 SIT-1. støðisárið Tórshavn 116 43 SIT-1. støðisárið Klaksvík 83 68 SIT-2. støðisárið Tórshavn 25 22 SIT-2. støðisárið Klaksvík 14 14 HT Klaksvík 20 20 SIF Vestmanna 17 16 HF Tórshavn 65 39 HF Kambsdalur 26 22 HF Klaksvík 32 33 Stud. Mál Tórshavn 116 116 Stud. Mál Kambsdalur 52 51 Stud. Mál Vágur 11 13 Stud. Stødd. Tórshavn 102 103 Stud. Stødd. Kambsdalur 43 43 Stud. Stødd. Vágur 20 21 AHH Tvøroyri 45 26 Til samans 1239 988 Talvan vísir, hvussu nógvi fólk søktu inn á miðnámsskúla í summar og hvussu nógv eru sloppin inn. Sum tað sæst, er stórt tal av umsøkjarum burturvíst, serliga tí at teir ikki lúka upptøkutreytirnar. Men í handilsskúlanum í Havn vóru tey eisini noydd at burturvísa skikkaðum umsøkjarum, tí pláss er ikki fyri fleiri næmingum á skúlanum. Tað sæst eisini, at á Miðnámsskúlanum í Suðuroy eru fleiri sloppin enn enn tey, sum hava søkt og tað er tí, at umsøkjarar eru komnir aftaná aðrastaðni frá, kanska tí at tey hava havt Suðuroy sum 2. ynski. 86 ungfólk á bíðilista – Skúlin er ov lítil og tí hava vit ongan møguleik at taka fleiri næmingar, staðfestir Reidar Nónfjall, stjóri á handilsskúlanum