Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 90 - 10. mai 2006 Umhvørvisgóðkendar vørur, kompost, ag­enda 21 og el­spar­ andi tiltøk. Hetta vera mill um evnini, sum Tórshavnar Kommuna setir fokus á í sambandi við umhvørvisvikuna. Vit skulu lata næsta ættarliði umhvørvið í sama standi, sum vit fingu tað. Hetta er ein av yvirskriftunum til umhvørvisvikuna í ár, sum fer av bakkastokki í komandi viku, tá Tórs­ havnar Kommuna setir fokus á umhvørvi og heilsu. Umhvørvismerktar vørur, so sum vistfrøðiligar matvørur, vaskievnir og kos­ metik, at kunna um sanku­ tøð (kompost), agenda 21 og el-sparandi tiltøk verða ítøkiligu fokusevnini í ár. Hetta verður gjørt við fleiri ymsum tiltøkum í øllum býnum og serstakliga í miðbýnum, eitt nú undir­ haldi, ruddingardøgum, gongutúrum og kunnandi tiltøkum. Í hesum sambandi hevur kommunan sett seg í samband við tey hand­ils­ rekandi at fáa tey at stuðla umhvørvisvikuni við at skráseta seg sum battar­ ímóttakarar og at taka ímóti spariperum. Umhvørvið á breddan í Havn Gongugøtan í miðbýnum verður stongd fyri ferðslu all a umhvørvisvikuna, tí hon verður miðdepil fyri øll tiltøkini. Frá hósdegi til leygardag er umhvørvismarknaður við Tinghusgarðin í gongugøtuni, har tjøld og smáhús verða uppsett. Á umhvørvismarknaðinum verður mangt og hvat. FK hevur ein bás við umhvørvismerktum vørum ogselur vistfrøðiligar matvørur. Fólk sleppa at royna, hvussu alt smakkar. • Margarinfabrikkin hevur gjørt ein bás við undirhaldandi og upplýsandi tilfari, har børn sleppa at skilja burtur- kast, áðrenn tað verður koyrt á Endurnýtsluna. • SEV og Agenda 21 stovan hava ein bás um grønan gerandisdag. Tey hava ymist áhugavert tilfar við og greiða frá, hvat vit kunnu gera fyri at verja umhvørvið sum best. Greitt verður m.a. frá um sankutøð, el-nýtslu o.s.fr. • Meyla og Knøttur – eitt nýtt tiltak fyri børn - hava eitt skemtiligt tiltak hósdagin og fríggjadagin millum kl. 16.30 og 17.00 og leygardagin kl. 13.30 og 14.00. Tey hava eisini samrøður við ymsar politikkarar um heilsu og umhvørvi: Jákup Vestergaard, Elin Lindenskov og Heðin Mortensen. • Verkstaður fyri børn, sum sleppa at gera høgg- ella stand myndir úr burturkasti/endurnýtsluvørum. • Til teirra, ið vilja sleppa at sita og práta og hugna sær, hava vit vaflur og kaffi. • Biosol og Enjo fara at sýna fram sínar umhvørvisvinarligu vørur í jólagøtuhúsunum, og ID-el vísir fram eina sólorkuskipan. • SEV hevur alla vikuna upplýsandi samvirkandi el-orku myndatalvur, har tú kanst kanna tína el-nýt-slu. Myndatalvurnar hanga í gongini til Snarskivuna. Kristanna Rein greiðir frá. Miðbýurin verður mið­depilin í umhvørvisvikuni Um vit veruliga ynska at gagna umhvørvinum so kunnu keypsvanarnir gera stóran mun. Ø-merkið, Blóman og Svanin boða frá góðsku. Umhvørvisgóðkend merki vegleiða brúkarunum at finna vørur, sum eru framleiddar á umhvørvisvinarligan hátt og sum dálka minst møgu­ ligt, tá tey verða nýtt og burturbeind. Nøkur av teim­um van­ ligastu umhvørvis­merkj­ unum eru Svanin, Blóman og tað reyða Ø merkið. Øll eru góðkend av donsku myndugleikunum og hava eitt óheft eftirlit. Tað reyða Ø merkið er eitt danskt umhvørvismerki fyri vistfrøðiligar matvørur. Svanin er norðurlendska umhvørvismerkið og Blóman er evropeiska um­hvørvismerkið. Svanin og blóman eru umhvørvismerkir fyri gerandisvørur, so sum køksrullur og rein­ ger­ingarevni og slíkt sum innbúgv og teldur. Tænastuveitingar kunnu eisini umhvørvismerkjast, eitt gistingarhús og bil­vaski­ hallir. Svanin og Blóman verða ikki nýtt til matvørur, drekkivørur og heilivág. Blomstrið og Svanin gera tað lættari at keypa meira umhvørvisvinarliga. Tá tú keypir eina umvørvismerkta vøru, ert tú tryggjað: • At vøran er millum tær minst umhvørvisdálkandi av sínum slagi. • At góðskan og støðið á vøruni svara til aðrar líkandi vørur. • At serlig atlit eru tikin fyri heilsu, so sum at vøran ikki inniheldur heilsu­ skaði­lig evnir, til dømis at kosmetik ikki inniheldur krabbaelvandi evni. Umhvørvisvikan verður í døgunum frá 15. - 21. mai 2006 Ókeypis busskoyring Í umhvørvisvikuni verð­ ur ókeypis at koya buss á øllum farleiðum í komm­ ununi. Fólk verða eggjað at lata bilin standa og held­­ur nýta almennu sam­ ferðsluna, súkkla ella brúka beinini. Ruddingar­ dagar Umhvørvisdagarnar fara øll út í náttúruna at rudda. Skótar, ítróttarfeløg og eig­ arafeløg og onnur stuðla tiltakinum. Plantið eitt træ 500 plantupakkar verða útflýggjaðir á Skálatrø leygardagin 20. mai. Plant­ urnar eru álíkar teimum, ið latnar vórðu fólki í fjør. Mega kul tiltøk fyri børn Meyla og Knøttur skemta og syngja. Eisini verður verkstaður har børn sleppa at gera listaverk úr burturkasti/endur-nýtslu­ vørum. Saft, vaflur og kaffi verður at fáa. Fýra ruskíløt til hundalortar verða sett upp í býnum. Í Sandágerði, í viðalundini, undir Svartafossi og í miðbýnum. Í umhvørvisvikuni fer Tórshavnar kommuna saman við handlunum í kommununi at siga borgarunum frá, hvar fólk kunnu lata inn brúkt battarí og brúktar spariperur. Lagt til rættis: Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Innsavning av battaríum og spariperum Íløt til hundalortar Merkini merkja mun