mikudagur 10. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 10. mai 2006
– Spurningurin
er, hvør globalur
umheimur skoytir
um eitt amputerað
oyggjasamfelag, sum í
besta føri letur eyguni
aftur fyri sínum egna
oyggjasamleika. Og
ikki minst, hvussu
vit onnur ætla at liva
víðari í leivdunum,
sigur Olga Biskopstø,
nú útoyggjarnar
enn einaferð
eru gloymdar í
framburðsrúsinum á
meginøkinum
Útoyggjar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í nakrar dagar sá tað út til, at
rúsurin ongan endan fór at
fáa. Við Norðoyatunlinum
var vegurin asfalteraður
lúkst
inn
í
globala
umheimin og framtíðina,
har onki fór at verða, sum
fyrr. Í hátíðarrøðuni tosaði
løgmaður um innantjóða
altjóðagerð og sá fyri sær
eina gongd, sum kundi enda
við, at Føroyar verða sum
ein oyggj – líka undantikið
útoyggjarnar. Onnur høvdu
longu heitt á okkum øll
um at gera okkum greitt,
at eftir Norðoyatunnilin
eru Føroyar ikki longur at
meta sum eitt oyggjaland.
Hvussu tey á útoyggjunum
tóku
ímóti
áheitanini,
vita vit ikki. Tey vórðu
ikki spurd, og á teimum
ytstu av teimum høvdu tey
longu ásannað, at ongin
ferðaseðil var eftir til tey,
tá mynduleikarnir bjóðaðu
føroyingum
ókeypis
flutning inn í framtíðina.
Ein av teimum, ið hevur
lurtað eftir røðunum og
eygleitt hendingarnar við
ivasomum eygum, er Olga
Biskopstø, samskipari í
Útoyggjafelagnum.
Hon
harmast, men undast ikki
yvir, at vit enn einaferð hava
skoytt eina paragraff upp í
føroyska søgu, sum ikki er
galdandi fyri útoyggjarnar.
Sum so er onki nýtt í, at móti
føroyskum globalistum og
politikarum stríðast sjálvt
útoyggjar til fánýtis. Treisk
sum fá, kunnu útoyggjafólk
enntá møguliga venja seg
við tankan um, at tey ikki
eru til. Spurningurin er,
hvør globalur umheimur
skoytir um eitt amputerað
oyggjasamfelag, sum í besta
føri letur eyguni aftur fyri
sínum egna oyggjasamleika
– í ringasta skammast yvir
hann. Og ikki minst, hvussu
vit onnur ætla at liva víðari
í leivdunum av politiska
snævurskygninumog vant
andi visjónum.
Lívsnervin kvett
Nú
gerandisdagurin
aftur pikkar á dyrnar,
má Olga Biskopstø bara
ásanna, at gjógvin millum
útoyggj
og
meginøki
veksur proportionalt við
at tænastustøðið á megin
økinum hækkar, og at
gjógvin tískil er størri enn
nakrantíð.
– Tað er ikki bara tað,
at alt á útoyggj stendur í
stað, sum ger munin so
týðiligan. Í løtuni gongur
tað beinleiðis afturá, við tað
at tænastustøðið á útoyggj
lækkar, sigur Olga.
Eitt
tað
feskasta
dømi er einskiljingin av
Farmaleiðum, ið hevur
við sær, at ongin long
ur hevur ábyrgdina av,
at
vøruflutningurin
til
og frá útoyggjunum er
á einu nøktandi støði.
Útoyggjafelagið
fekk
ongantíð
eina
grund
geving fyri, hví hendan
uppgávan skuldi takast
frá
Strandferðluni
og
latast á privatar hendur.
Felagið royndi fleiri ferðir
verða hoyrt í málinum,
men til fánýtis. Úrslitið
er, at einskiljingin av
Farmaleiðum nú er veru
leiki, uttan at nakar tykist
at hava hugsað um tær
avleiðingar, hetta hevur
fyri útoyggjarnar, har hvør
einasta vøru er tengd at
einum flutningsmøguleika.
– Vit kunnu bara staðfesta,
at lívsnervin til útoyggjarn
ar nú er kvett, sigur Olga,
sum júst hevur verið á fundi
við landsstýrismannin í
innlendismálum,
Jacob
Vestergaard, í eini roynd at
bjarga pettunum av syndr
aðu flutingstænastuni.
–
Landsstýrismaðurin
hevur lovað at gera, hvat
hann kann fyri at finna
eina loysn á málinum, men
enn er ongin komin við
einum boði uppá, hvussu
hetta skal gerast. Beint nú
bendir alt á, at einskiljingin
skuldi
fara
fram
fyri
einhvønn prís – eisini um
tað merkti, at útoyggjarnar
fullkomiliga vórðu hekt
aðar av meginøkinum og
framburðinum
annars,
sigur Olga, sum ivast í,
um politikarar og fólk á
meginlandinum duga at
ímynda sær, hvørja støðu
einskiljingin av farma
leiðum
ítøkiliga
hevur
sett útoyggjafólk í. Sum
dømi nevnir hon, at um
ein fugloyingur skal senda
ein pakka til Havnar, endar
pakkin í einum pakkhúsi
í Hvannasundi, har ongin
hevur ábyrgd av, at hann
kemur víðari. Tað má fugl
oyingurin sjálvur syrgja
fyri við at ringja eftir einum
flutningsbili. Tað vil siga,
at um nú fýra fugloyingar
senda hvør sín pakka sama
dag, standa kanska fýra
ymiskir flutningsbilar á
keiuni í Hvannasundi klárir
at koyra hvør sín pakka til
Havnar.
– Beint nú valdar full
komin ruðuleiki á økinum,
og ongin loysn er í eygsjón.
At støðan skuldi gerast
so akutt, er ikki bara
harmiligt, men hevði verið
púra óneyðugt, um bara
onkur hevði tíma at givið
sær stundir at hugsa um
avleiðingarnar, sigur Olga.
Skúladømi um
vantandi fatan
Fyri Olgu er einskiljingin
av Farmaleiðum eitt skúla
dømi um vantandi fatanina
av, hvat tað vil siga at
búleikast á útoyggj.
– Eg vil helst ikki trúgva,
at hetta botnar í beinleiðis
óvilja. Men tað er ringt at
lata vera við at tulka tað, sum
er hent, sum at samferðslan
við útoyggjarnar og lívið
har ikki er av nóg stórum
politiskum týdningi til at
nakar veruliga tímir at gera
tað, sum er neyðugt, sigur
Olga.
Olga veit, at Strand
ferðslan royndi at gera vart
við trupulleikarnar, sum
fóru at standast av einskilj
ingini, men eftir øllum at
døma valdi landsstýrið
at lata vera við at lurta.
At slíkt yvirhøvur hendir,
heldur Olga vera ófatiligt,
tí uttan mun til, hvør
orsøkin til einskiljingina av
Farmaleiðim er, frítekur tað
ikki landsspolitikarar fyri
at hava ábyrgdina av øllum
landinum og ikki bara
einum parti av tí.
– Beint nú er tað ikki
so løgið, at útoyggjarnar
mest sum kenna seg sum
eitt haft um beinini á
landspolitikararnum – og
tað hava tær gjørt leingi,
sigur Olga og leggur afturat,
at tey eldru á útoyggj eru so
von við at vera við sviðið
soð, at tey hava lært at klára
seg kortini. Øðrvísi er við
yngra ættarliðnum, tí tað
sigur seg sjálvt, at vantandi
politiski viljin at skapa
karmarnar tekur dirvið frá
teimum yngru at búseta seg
á útoyggjunum.
–
Men
spurningurin
er, um okkara politikarar
yvirhøvur eru áhugaðir í at
útoyggjafólk royna at halda
lív í heimbygdini. Í heila
tiki er tað ómetaliga trupult
at fáa nøkur greið tekin
um, hvat politikararnir
ætla
við
útoyggjunum.
Frá politiskari síðu kunnu
signalini illa skiljast øðrvísi
enn, at um bara vit øll lata
eyguni aftur nóg leingi, so
hvørva trupulleikarnir av
útoyggjunum av sær sjálv
um. Og tað gera teir jú,
tí við verandi framferðar-
hátti verður onki lív á út-
oyggj um fá ár. Spurning
urin er so bara, hvat tað
er fyri ein trupulleika, vit
hava »loyst«, sigur Olga.
Misskilt altjóðagerð
Eitt kunnu vit í øllum førum
vera vís í, og tað er, at uttan
útoyggjarnar hvørvur tann
ymiskleiki, sum ger Føroyar
til nakað serstakt. So kunnu
vit í frið og náðum brúka
orkuna og pengarnar uppá
stórar handilsmiðstøðir og
bústaðarætlanir á megin
økinum, sum fáa Føroyar
at líkjast túsundtals øðrum
útlendskum provinsbýum.
– Men er hetta tað, vit
vilja?, spyr Olga, sum undr
ast yvir, at meðan rúsurin
heldur á og ferðin bara
økist, tykist ongin at gáa
eftir, hvar vit eru á veg.
Nógva tosið um, hvussu
okkara samfelag skal síggja
út í 2015, átti at verið
eitt upplagt høvi at hugt
nærri at, hvørji virði hetta
samfelagið skal byggja á.
Í staðin verða hesi virði
trampað undir fótunum í
eini miskiltari roynd at
vera so modernaður og
altjóðaligur, sum til ber,
sigur Olga, og leggur
afturat, at um tað er ynski
um at hava ein leiklut í
altjóðagerðini, sum fær
okkum at skammast yvir
bygdasligar
og
ótíðar
hóskandi útoyggjar, má
onkur hava misskilt okkurt.
– Altjóðagerð spyr ikki
eftir, hvussu modernaði vit
eru, men verður til í einum
samspæli millum smærri
eindir við kjølfesti í egnum
lokalum samleika. Vilja
vit ikki kennast við henda
samleika, hevur globali
umheimurin heldur onga
orsøk til at vilja kennast við
okkum. Tá er leikluturin
í altjóðasamfelagnum ikki
bara gloppin okkum av
hondum – vit hava eisini
mist tað fjøbroytni, sum
kundi fóta okkum aftur og
gjørt tað liviligt fyri øll í
okkara
oyggjasamfelag,
sigur Olga.
Útoyggjarnar gloyndar í
framburðsrúsinum – enn einaferð
– Onkur má hava misskilt okkurt, um tað er ynski um ein leiklut
í globaliseringini, sum ger útoyggjarnar til eitt haft um beinini
á politikararum og framburðinum á meginøkinum, sigur Olga
Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum
Um níggju tíðina í
morgun fór ein bilur út
av í svinginum Undir
Klakki á Bumshamri í
Klaksvík. Bilurin hevði
brotið
seg
gjøgnum
bilverjuna í svinginum og
var farin einar 50 metrar
oman gjøgnum bøin og
var endaður á vegnum
niðanfyri, har hann rendi
á verkstaðsbygningin hjá
Klaksvíkar Kommunu.
Vit fingu orðið á politiið,
sum var á staðnum beint
eftir óhappið, men ov
tíðliga var at siga nakað
um orsøkina. Ferðin sá tó
út til at hava verið nakað
høg eftir umstøðunum, tí
tríggir pelar í bilverjuni
vóru brotnir av, og bilurin
hevði mest sum grivið seg
gjøgnum bøin, áðrenn hann
rakti bygningin og síðani
var stoyttur fleiri metrar
aftureftir av stoytinum.
Ungi bilførarin, ið var
einsamallur í bilinum,
varð alt fyri eitt fluttur
á Klaksvíkar sjúkrahús
til kanningar. Alt bendir
á, at hann er sloppin frá
óhappinum við onkrum
brotnum rivjabeini og
smærri snuddum.
ave
Ferðsluóhapp í Klaksvík
Bilurin var farin út av í svinginum Undir Klakki einar 50
metrar oman gjøgnum bøin á vegin niðanfyri, har hann stoytti
inn í vekstaðsbygningin hjá Klaksvíkar kommunu