Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 90 - 10. mai 2006 Íslendingar, sum í so mongum verða brúktir sum fyrimynd fyri menning hjá lítlari tjóð, hava í mong ár ment sína egnu flogvinnu og eiga í dag stórt tal av flogførum og útbúnum flogskiparum, sum virka kring allan heimin. Spurningurin er í hvønn mun vit føroyingar kunnu gera íslendingum hetta eftir. Hyggja vit at gongdini í Føroyum so er ótrúliga nógv hent á flogvinnuøkinum longu. Atlantsflog hevur ment sítt virksemi nógv eftir bara fáum árum og eigur í dag fleiri fløgfør. Felagið hevur fingið leigusáttmálar í útlandinum, sum muna nógv og sum ikki minst geva okkum góðar royndir at byggja víðari á. Í blaðnum í dag mælir flogvinnumaður til, at vit føroyingar ganga somu leið sum íslendingar og fara miðvíst undir at útbúgva flogskiparar, sum kunnu gerast grundarlagið undir eini heilt nýggjari útflutningsvinnu. Hann heldur tað ikki vera skeivt at seta sær sum mál eftir so og so nógvum árum at útbúgva einar 100 til 200 flogskiparar, sum so aftur kunnu gerast eitt gott íkast til samfelagsbúskapin. Hyggja vit at gongdini seinastu árini, so hava fleiri ungir føroyingar valt at gerast flogskiparar, og okkurt bendir á, at hetta fer at vinda uppá seg. Herfyri varð kunnandi fundur í Havn, har donsk fyritøka beyð sær til at útbúgva føroyingar til flogskiparar. Hetta er tó ein sera kostnaðarmikið útbúgving og slíkum føri stingur spurningurin seg upp um ikki vit áttu at havt ein serstakan grunn, sum stuðlaði útbúgving av flogskiparum fyri á tann hátt at ment hesa vinnugrein. Rættiliga nógv ung fólk komu til kunnandi fundin, sum varð hildin í Miðlahúsinum og sambart fyrireikarunum, er áhugin stórur millum føroyingar at útbúgva seg til flogskipara. Vit eiga so eisini sum er royndar og góðar flogskiparar, sum kunnu vera góð fyrimynd hjá unga ættarliðnum og sum kunnu geva teimum íblástur. Í eini tíð har tosað verður um at fáa samfelagnum fleiri bein at standa á vil tað vera heilt náttúrligt at taka henda vinnumøguleikan við, ikki minst nú vit hava tvey føroysk flogfeløg, sum aftur kunnu vera karmurin um og inspiratorurin til at fáa føroyingar at velja hesa vinnuleiðina. Við einum flogvinnuumhvørvi her heima, sum er í menning og sum vil út um landoddarnar eisini, er tað einki annað enn náttúrligt, at vit nú fara at seta fokus á hetta at útbúgva bæði flogskiparar og flogternur í størri mun – bæði til tess at nøkta egnan tørv men eisini til at kunna fara út í heim at fáa arbeiði, royndir og forvinna pening. Vit hava nú í mong mong ár víst vilja og hegni til at manna brúnna á stóru handilsskipunum. Framtíðin fer at vísa, um hesin vilji og hetta hegni eisini verður at síggja á ”brúnni” á flogførum kring heimin. DAGSINS MEINING Sosialurin Nýggj vinnugrein VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Mundi dottið á gumpin tá eg las hasa greinina hjá Alfred Olsen um flog­vall­a­ kanningarnar. Havi síð­ani fyri tað mesta flent inn­ an­tanna eftir, hvat tað er fyri fólk vit hava sitandi á tingi, sum kemur við so­vorðn­um tvætli á skrift. At siga at kanningar frá 1966 eru betur undirbygdar enn kanningar nú á døgum. At siga at eitt úttalilsi hjá Jens Otto Kragh er eitt ser­ frøð­ingaúttalilsi? At hann var flogvallaserfrøðingur visti eg ikki av, og av­gjørt ikki at hann var flog­vall­ a­serfrøðingur við innliti í føroyskum viðurskiftum. Tankarnir runnu beinan vegin aftur til seinasta ár, tá hann við sínum fjákuta smíli í SVF forsvar­aði keypi av Vesturvón sum gott vinn­ u­lívshegni, har onkur, møg­u­liga við inside vitan sum nevndarlimur í einum íløgubanka, sum tjóður á nátt keypti gimsteinin úr Sørvági. Nú er tað so sligi fast, at flogvøllurin helst á ligg­ur best egnaða staði í Føroyum, møguliga er Sølt­ u­vík líka væl egna. Einki sjokk fyri meg, tí bretar hava neyvan av tilvild valt sær Vágarnar sum eina høv­uðsstøð. Teir vóru vanir við at etablera seg í kríggi, og vóru ivaleyst eisini betri serfrøðingar enn Jens Otto Kragh, uppvaksin uttan eitt einasta fjall sum danir flest. Einasti veruligi turbulens­ ur, teir kenna til er helst frá einum hárturkara. Og heldur einki sjokk, at bæði Skorðhædd og Glyv­ur­snes eru óegnað. Skorðhædd ­­ liggur nakað sum Stóra Dímun, høgt frá slættlendinum og niður á sjógv á báðum síð­um, sum skapar nógvan turb­u­lensi. Og Glyvursnes? Ja, hvat skal ein siga. Poul Mich­el­ sen leigaði eitt flogfar at gera kanningar tá hann var borgarstjóri í Havn. Tað stóð, ja Gud viti hvussu leingi, í Vágum og fekk ongar kanningar gjørt, tí ikki var flúgvandi yvir Glyv­ursnes í nógvar dagar. Og fyri 5 ella 6 árum síð- ani, minnist eg rætt, sóu vit-a­passarnir á Borðuni ikki Glyvursnes í fleiri vikur fyri mjørka. Ikki tí mjørki var á Borðuni, nei har hoyggjaðu teir av grimd. Longur suðuri ber til, sigur Tórshavnar komm­ una nú. Vælsignaðir, gangi tykkum ikki útav har suðuri í mjørkanum. Eftir stendur Søltuvík. Har sær út til at verða onk­ ur møguleiki. Eri ikki stað­ kendur har, men eg síggi fyri mær, at tær keðiligu ættirnar í Vágum eisini eru keðiligar har, Søltuvík liggur líknandi í mun til mjørkaætt á flogvøllinum. Men tað kunna kanningar staðfesta, um so er, við at seta sama slag útgerð á flog­vøllinum og Søltuvík og samanlíkna úrsliti. Men tosa vit um kostnaðin skula hesar kanningar peika rætti­ liga langt frá hvørji aðrari fyri at hetta skal loysa seg, tað er so eingin ivi um. So, landsins kosnu menn. Her er einki at bíða við. Seti gongd á leingjanina av flogvøllinum, tí 300 mill­i­ ónir eru einki í mun til tær báðar milliardirnar, ið ein nýggj flogvallarloysn kost­ ar. Vit hava bíða nóg leingi og eingin grund er at draga tað me2ira út. Og hvør veit, kanska Al­ fred eisini stemmar fyri, tí sum flogvallaserfrøðingurin Jens Otto Kragh segði: “Man har et standpunkt in­d­ til man får et nyt” Og so eitt hjartasuff: Al­fred roynir tross alt at verða eitt sindur lokalur, men hvar eru ­ vágatingmennirn­ ir, Jørg­in og Marjus? Hoyri einki til teir, hvørki í hesum ella nøkrum øðrum máli, Vágunum viðvíkur. Hví royna tit ikki at fáa okkurt til Vág­ar­nar, kanska at fáa selt At­lantsflog til vágafólk,, eins og eitt nú JFK bleiv selt til klaksvíkingar, Fisk­ a­virking til leiðsluna og onn­ur. Vísi tykkum sum menn og slíti samgonguna um hon ikki makkar rætt í flogvallarmálinum, held­ ur enn eitt nú at leggja kommunur undir at taka alt ov nógvan skatt inn. Vit hava brúk fyri sjón­ lig­um tingmonnum ALT val­skeiði, ikki bara upp undir val, har reksa verður upp hvat “VIT HAVA GJØRT...”. Tingmenn, ið síggja ábyrgdina í starvi sín­um og taka við størri álv­a­ra enn borgarin hevur fatan av. Endiliga kom hann - veruleikin um flogvøllin At Pætur Rasmussen er ser­ frøð­ingur innan flogvinnu er eingin ivi um, hann er helst tann besti í landinum innan marknaðarføring v.m. og hevur sera stóra vitan inn­ an tað økið. Men um hann er serfrøðingur innan stað­ seting av flogvøllum loyvi eg mær at ivast í, og hann nevnir tí heldur onki um tað í samrøðuni. Góði blaðstjóri. Glyv­urs­ nes kann ikki brúkast og Skorðhædd kann ikki brúk­ ast. Tað er staðfest veru­lig­ um serfrøðingum innan stað­ set­ing av flogvøllum. Og tá eru ongar mjørkakanningar við! Góði blaðstjóri. Royn, sjálvt um tað er ringt tá ein er so lokalur, ikki at verða so subbjektivur. Tú skal jú skriva tað í oddagreinina sum er sannleikin, ikki blendaður av tíni egnu meining, og sum er beinleiðis ímóti teimum verðuligu serfrøðingunum. Tað eigur lesarin at kunna forlanga av einum blaði, sum ikki er eitt lokalblað. Viðmerking til oddagrein í Sosialinum týsdagin 8 mai Miðvágur Napolion Magnussen Miðvágur Napolion Magnussen