mikudagur 10. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 10. mai 2006
11
- og seta spælarar í óneyð
ugan vanda fyri at fáa varug
og álvarslig mein FSF er eitt
løgið forum, serliga tá tað
kemur til dómarar í Formul
adeildini.
Eg skilji væl venjaran
hjá B36 og eg hevði eisini
skilt venjarin hjá Skála (og
aðrar) um hann hevði gjørt
tað sama – um ikki meiri,
bæði í dystinum B68-Skála,
Skála-GÍ.
Wrestling á Toftum
Í fyrr dystinum var serliga
ein spælari hjá B68, sum
konsentraraði seg meiri um
at bróta armar og bein á skál
amonnum enn at spæla fót
bólt. Men dómarin lat ikki
við seg koma. Heldur ikki
tá hesin B68’ari fyrst feldi
Alexandur við einum sera
grovum og ljótum frísparki
og 20 sekund seinni feldi
Paula við einum enn grovari
frísparki – bæði fyri nøsini á
dómara og linjuverja. Báðir
máttu út við skaða og eru
enn skaddir.
Frísparkið móti Paula helt
dómarin hava so lítið upp á
seg, at hann ikki so frægt
sum støðgaði dystinum hóast
Pauli lá við nógvari pínu.
Pauli rópti á dómarin og
bað hann støðga dystinum,
men tað gekk lang tíð áðrenn
nakað hendi. B68’arin fekk
hvørki ávaring ella kort,
heldur ikki fyri at halda fram
við sama ljóta og grova spæli
til dystarlok. Og mín sann,
hann var ikki einsamallur
og dysturin líktist meiri og
meiri einum B68 liði, sum
ikki hoyrir heima í Formula
deildini, men í onkrari wrest
lingkapping í USA.
Venjarin hjá B68 lovprís
aði hesum sansaleysa spæli
aftan á dystin.
Straffi fyri at fáa
bóltin á nøsina
Í 1. minutt fekk GÍ straffi
fyri at Milic fekk ein bólt so
dygt á nøsina, at hann stakk
upp at bløða og tók hondina
upp til nøsina. Linjuverjin,
sum væl og virðiliga sá,
at Milic ikki fekk bóltin á
hondina, men á nøsina, var
samdur við dómaranum um,
at her skuldi dømast straffi.
Helst sum hevnd fyri okkurt,
Milic fyrr hevur gjørt – ella:
fyri at geva VB/Sumba betri
sømdir???
Skála fekk eitt straffi, men
2 ferðir eftir hetta, vóru 2
skálamenn skræddir niður
inni í brotssparksteiginum,
beint fyri nøsina á dóm ara
num, uttan at hesin lat við
seg koma. Og tá Pætur fekk
Føroya ljótastu stempling In
this Millenium, so knobbarnir
stóðu eftir í beininum 1 tíma
seinni, so lat dómarin ikki
við seg koma. Í staðin gav
hann Pæturi reytt kort eina
løtu seinni fyri at leypa upp
at skalla og detta – ja, detta
– á ein GÍara.
Dómarin misti fullkomi
liga tamarhaldið á dystinum
tá dysturin var 1 minutt
gamal, og verri og verri
gjørdist støðan sum frá leið. Í
B68-Skála dystinum havi eg
ikki orð fyri, hvat dómarin
misti, tí verri døming havi
eg ongantíð sæð.
FSF – fornermaðir
smádreingir
Men hvat ger FSF tá venjarar,
fjepparar og onnur finnast
at slíkari – fyri spælararnar
– vandamiklari døming? Teir
eru fornermaðir og hevna seg
inn á venjarar og fjepparar.
Dómararnir fáa ikki so frægt
sum eina átalu. Tað syrgiliga
er, at henda vána døming
kann kosta fleiri spælarum
fótbólts karrieruna, so meint
eru fleiri teirra skaddir. Men
eins ringt er, at fleiri spælarar
í dag illa tora í nærdyst, og
tí ongantíð aftur í ár koma
upp á tað støðið, teir vanliga
hava. Teir ræðast tað grova
spæli, sum Odd the Todd,
Lassie og Poul Au loyva á
vøllinum, og so skal Lassie
vera Fifa góðkendur dómari.
Tað sigur ikki so lítið um
restina!
Nei, rætt skal vera rætt,
hesir 3 eru í serklassa – vána
ligir, líkasælir, óreinir, tí teir
eru fullkomiliga líkaglaðir
við, at fleiri og fleiri spælarar
verða so illa meiddir, at teir
ganga skaddir í meiri enn
eitt ár og fáa teir EIN skaða
afturat, av sama slagið, so
eru teir “ferdigir sum popp
sangarar”! Og tað er hetta,
sum fær meg at blanda
meg í orðaskiftið, eisini tí
bæði dómarar og FSF eiga
at vita, at ávísir venjarar
eggja spælarum at “gera av
við” tann og tann spælaran
– sum vit sóu í dystinum
B36-HB.
Dia á Lava eitt
fyridømi
Eg eri í teirri serstøðu, at
hjartað liggur hjá HB, men
Skála hevur nakrar dygd
ir, sum eg haldi vera sera
spennandi, og tí havi eg
valt at fylgja væl við teim
um – eisini tí gamli venjari
mín, Johan Nielsen, er venj
ari. So sum so eri eg utt
anveltaður. Men eg gerist
nakað so fúkandi óður tá
eg síggi, hvussu teir 3 Odd
the Todd, Lassie og Poul Au
hovreiggja sær á vøllinum og
seta heilsuna hjá spælarum
á báðum liðum í vága. Og
so hava teir ikki ferilin av
myndugleika, eins og ein
fyrrverandi dómari tók til
sunnudagin.
Eg minnist sera væl Dia
á Lava og var imponeraður
av tí myndugleika, hann
stýrdi dystunum við. Tað
sama kann sigast um Kim
Ejdesgaard – sum tó hevur
fingið mangt toyggið. Mynd
ugleika, tað hevði Kim á vøll
inum. Men seinastu árini er
gingið av skriðuni og tað
gav av at býta í 2005, tá ein
ávísur dómari eins og eitt
smábarn stóð og lippaðist,
tí hann tordi ikki inn á vøllin
at døma fyri áskoðarunum
og spælarunum, tí hann
fekk so nógvar ábreiðslur.
Her tóku spælararnir um
endan og fingu mannin út
at døma – eina vána døming.
Navnið á manninum er óvið
komandi!
Men hetta sigur ikki so
lítið um tað dómaraóskil,
sum valdar, og tað nyttar
ikki, at FSF ferð eftir ferð
fer út og skeldar venjarar
og fjepparar. Tað eru nakrir
dóm
arar, sum ikki megna
at stýra einum dysti, og teir
gera so nógvan skaða fyri
føroyskan fótbólt, at spælið
fer singlandi eini 10-15 ár
aftur í tíðina, tá útlendinar
mangan ræddist at spæla
móti føroyingum, tí teir
spældu so ljótt og groft spæl,
vandir við at sleppa at liva
og láta sum teimum lysti,
tí dómarin ikki megnaði at
stýra dystinum.
Ikki fornermilsi, men
rættvís eygleiðing
FSF má fegið uppfata hetta
sum “ein óður fjeppari” ella
“órættvísa viðferð av dóm ar
um” ella okkurt annað, sum
teir plaga at koma við. Men
taka teir ikki vána skilið í
álvara, liggja menn eftirá við
skaðum so álvarsligum, at
tað ikki bert er spurningur
um fótbóltskarrieru, nei,
tað kann skjótt gerast ein
spurningur um lívskarrieru
og lívskvalitet sum heild.
Og spyrji, tit í FSF um
ikki hópin av fólki, eisini
umboðsfólk hjá FSF, sum
eygleiða dystir, hava somu
áskoðan!? Hetta snýr seg
um rættvísa eygleiðing, ikki
fornermilsi.
FSF – setið heilsuna hjá
spælarunum á dagsskránna,
ikki dómarin!
Spælararnir kunnu lastast,
á ja, men tá venjarar (summ
ir) leggja upp til at “gera
av við” ávísar spælarar, so
eru spælararnir helst aftast
í skuldarrøðini. Fremstir
eru tó dómararnir! Tað
eru teir, sum skullu syrgja
fyri, at sovorðið ljótt, groft
og ódámligt spæl, sum vit
hava sæð í ár - frá B36
(móti HB, sum heldur ikki
vóru ov fínir í kantunum,
tá teir við vilja jarðløgdu
stjørnuskotið hjá B36; teir
“gjørdu av við” ein spælara,
sum var ein fótbóltslig hótt
an, ikki ein likamlig), frá
B68 (móti Skála) og frá GÍ
(móti Skála) o.sfr. – ikki
kemur fyri. Og teir 3 eg
havi nevnt, hóast nøvnini
eru eitt sindur tillagað, eru
í serklassa teir vánaligastu
og vandamiklastu dómarar,
føroyskur fótbóltur hevur átt
seinastu árini.
Og tað er hetta, og tað fyri
spælararnar vandamikla
í vánaligu dømingini,
FSF eigur at taka í álvara,
heldur enn at vera so kvikir
at skuldseta øll, sum finnast
at, fyri at vera óndsinnað,
órættvís o.sfr.
Tað ERU, og tað VERÐUR
spælararnir, sum gjalda prís
in. Tað er bara at hyggja at
skaðalistunum, so sær FSF,
at her er heilt, heilt, heilt
galið.
Lat meg enda við at minna
á eina hending í Gundadali, tá
ein ávísur (KÍari) hjá B36 fór
miðvísur yvir til ein mót spæl
ara, sum ikki hevði bóltin,
og skræddi beinini undan
honum. KÍarin hjá B36
gekk einar 10 metrar yvir
til mótspælarin, áðrenn hann
gjørdi bart. Men dómarin,
hann ypti øksl til eitt tað
ljót asta og mest tilvitaða frí
spark, eg nakrantíð havi sæð
í heimshøpi, verri enn álopið
hjá Schumacker á sinni.
Vánligir dómarar oyðileggja fótbóltin
Ein heimleysur
fjeppari
Jón
ellendersen
Hesi álop, ið eru á fót
bóltsdómarnar í Formula-
deildini fyri tíðina, líkist
púrasta ongum – og nú
má hettar halda uppat – tí
annars er væntandi, at
tað fær óbótaligar fylgir.
Vit kunnu vænta, at vit
standa við ongum dóm
arum ein penan dag – sum
teir verða viðfarnir. Tað
líkist bara púrasta ongum
– tað verið seg lesarabrøv
– heimasíður – fjepparar –
ítróttarleiðarar (venjarar)
og aðrir – ið hava so heilt
óanmyndliga gott skil
fyri fótbólti – og síggja
alt og vita alt – hundrað
ferðir meira og betur enn
allir dómarar í Føroyum.
Veit tú hvat man kallar
slíkar; »Vánaligar tap
arar og ræðuskítar«.
Tað er ein Uriaspostur
at verða dómari – skilji
ikki sjálvur, at nakar
tímir at seta seg sjálvan
í slíka støðu. Verða
útspiltur – spottaður – og
kallaður líkt og ólíkt.
Skilji ikki, at Dimma
kann fáa seg at prenta eitt
slíkt lesarabræv, sum er í
blaðnum í kvøld, ið er á
grensuni til ærumeiðing
– um tað ikki er tað.
Leggur dómarar, venjarar
og spælarar undir at vilja
skaða onnur. Tá skal tú
hava nokk so góð prógv,
at kunna skriva slíkt.
Dóm
arar eru vanlig
fólk – ið eisini kunnu
taka feil, og tað siga teir
eisini sjálvir – men eitt er
vist – Teir royna tað teir
kunnu, fyri at dysturin
skal skal spæla væl av. Og
hvat annað skuldu teir???
Teir eru fótbóltselskarar
– eins og vit onnur - og
teir skulu ofta taka eina
avgerð innan fyri ein
brøkdeil av sekundi.
At blóðið blívur heitt við
hvørt, er onki at siga til. Og
heilt erligt. Hvussu høvdu
vit KÍ-arar reagerað, um
tað vóru vit, ið mistu alt á
stokkinum í seinasta min
utti, eins og HB gjørdi
seinasta sunnudag???
Kann lítið ætla, hvussu
svakir vit høvdu verið.
Nú er tað yvirstaðið
– og vit halda áfram.
So til okkum øll, ið elska
fót bólt. Latum okkum
gleðast yvir fótbóltin
– og takka fyri, at tað eru
nakrir menn í Føroyum,
ið
tíma
at
døma.
Teir gera okkurt býtt við
hvørt. Men lat teir tað – og
um hendan útspillingin av
dómarum heldur áfram,
eri eg bangin fyri, at
vit ein »skjønnan« dag
standa við ongum dómara.
Og hvat er tá vunni???
Klaksvík 9. mei 2006.
Haldið uppat
josa@post.olivant.
fo
Jógvan E.
ósá
Hósdagin í næstu viku heldur
Implementer-ltd. skeiðdag um
altjóðagerð á Hotel Føroyum
ALTJÓÐAGERÐ
Altjóðagerð er á breddanum. Men hvat
er altjóðagerð? Og er nakað nýtt?
Implementer heldur ein skeiðdag um
altjóðagerð og teir møguleikar, avbjóð
ingar, fyrimunir, vansar og broytingar
sum altjóðgerðin hevur fyri Føroyar,
føroysku vinnuna, almenna geiran og
føroyingin. Skeiðið setir sjóneykuna á
Føroyar og alheimsgerðina.
Implementer er virkisráðgevingarfyri
tøka, og tí verður høvuðsdenturin lagdur
á altjóðagerð og føroysku vinnuna. Mill
um evnini sum hugt verður eftir eru:
• Marknaðarføra Føroyar, møguleikar og
at flyta mørk.
• Altjóða samfelagið og føroyska vinnan;
formligu og óformligu bygnaðirnir.
• Hvat er virkisalheimsgerð?
• Føroyskar styrkir og føroyskir veikleikar:
Útbúgvingar og útflutningur.
• Altjóðagerð og almenni geirin.
• Case studies: Altjóðagerð.
• Vørumenning á altjóða pallinum.
• Altjóðagerð: The Faroe Way.
• Samstarv millum privata og almenna
geiran sum mátin at alheimsgera
Føroyar.
• Knowledge base við altjóða føroyskum
virkisroyndum.
• Uttanríkispolitisk handbók.
• Virtual World Trade Center – eitt
samstarv millum almennu skipanina og
vinnulívið.
Skeiðið er ætlað øllum, sum hava áhuga
í altjóðagerð, altjóða vinnumenning, og í
almenna geiranum í altjóða høpi.
Meira sæst á heimasíðuni www.
implementer-ltd.com
Altjóðagerð og Føroyar
VIÐMERKINGAR