Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 90 - 10. mai 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 5. mai var móttøka hjá Føroyaprent við Hoyvíksvegin í Havn. Føroyaprent er ein samanrenning av Hestprent og prentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Fyritøkurnar vórðu lagdar saman í 2004 Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Nógv var gjørt burturúr, tá Føroyaprent skipaði fyri móttøku seinasta fríggjadag. Talan var bæði um mót­tøku, og eina framsýning av tí sum fyritøkan stendur fyri. Orsøkin til móttøkuna var fyrst og fremst fyri at hátíðarhalda at umbygg­ ingin og útbyggingin av bygninginum hjá Føroya­ prent er liðug og at saman­ leggingin av Hestprent og bókaprentinum hjá Dimma­ lætting nú var komin á mál. Millum 500 og 600 fólk vóru til móttøkuna. Hetta var nógv meira enn fyrireikararnir høvdu roknað við. Á framsýningini vóru tær fyrstu bøkurnar sum vórðu prentaðar í Føroyum og nógvar nýggjar bøkur. Hetta fyri at vísa at virkið hevur djúpar røtur aftureftir, samstundis sum talan er um eina nýmótans prentsmiðja. Tey vitjandi fingu eina lit­ plakat hjá Torbjørn Olsen og tvey yrkingarsøvn hjá Tummasi Napoleon Djurhuus heim við. Plakatin var gjørd til dagin og yrkingarsøvnini vóru endurprentaði í sam­ band við móttøkuna. Móttøkan byrjaði við, at stjórin á Føroyaprent, Jon Hestoy, beyð væl­kom­ in og greiddi frá um fyri­ tøkuna. Síðan helt Hjal­grím Samuelsen, nevndar­for­ maður, røðu og segði frá um samanleggingina. Eisini var livandi tónleikur á skránni. Hanus Johansen framførdi yrkingar hjá Tummasi Napo­ leon Djurhuus, sum hann hevur gjørt løg til. Til dømis varð ein nýggj UV-lakkmaskina sýnd fram, sum er ein sonn kollvelting innan innan prentarayrkið. Við hesum ber til at prenta eins glitrandi pappír, og tað vit síggja á teimum mongu útlendsku magasinunum. Tilsamans 27 fólk arbeiða hjá Føroyaprent. P/F Føroyaprent: Móttøka og framsýning við Hoyvíksvegin Stjórin á Føroyaprent, Jon Hestoy, beyð vælkomin og greiddi frá um fyritøkuna Jon Hestoy, handar Marnu, einkjuni eftir Tummas Napolen Djurhuus, eitt eintak av hvørjum yrkingarsavni Hanus Johansen framførdi yrkingar hjá Tummasi Napoleon Djurhuus, sum hann hevur gjørt løg til. Hjalgrím Samuelsen heldur røðu Tey vitjandi fingu eina litplakat hjá Torbjørn Olsen, sum hann signeraði Susann Hestoy, nevndarlimur í Føroyaprent, og Roda Johannesen og Anna Hansen frá Føroyaprent Flemming og Hjørdis Samuelsen í práti við Niels Nattestad. Flemming er nevndar­ limur í Føroyaprent Petur Oluf Hansen og Benny Samuelsen Helena Dam og Kristian á Neystabø og Edvard Hermansen Millum 500 og 600 fólk vóru til móttøkuna fríggjadagin