Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 10. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Halldór Olafsson fer úr Landssjúkrahúsinum mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Ebenser hósdagin kl. 13.30. Kistan við Jóhannus Edmund Haraldsen, fer frá Havnar kirkju kl. 15. hósdagin. Kistan við Jytte Hansen fer úr Landssjúkra­ húskapellinum hósdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Betesta Dýra biðidag kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Jytte, kunnu lata eina gávu til Landsfelagið fyri fólk við autismu, konta í peningastovninum. Petur Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, andaðist á Lágargarði týsmorgunin 9. mai, 82 ára gamal. Farið verður av Lágar­ garði hóskvøldið kl. 18 í Vesturkirkjuna. Jarðar­ferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggja­ dagin, Dýra biðidag, kl. 14. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata eina gávu til Láargarð. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi og abbi okkara Petur Christiansen Tórshavn andaðist á Lágargarði týsmorgunin 9. mai, 82 ára gamal. Farið verður úr Lágargarði hósdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin Dýra biðidag kl. 14.00. Familjunnar vegna Anna Viggo, Johan og Jan Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata eina gávu til Lágargarð. Tøkk Ein hjartans tøkk til øll, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Osvald Hansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eyðleyg Atli, Trygvi og Petur við familjum Dagurin í morgin 11. mai. Mamertus, deyður í 475. Biskupur í Suður­fraklandi. Hann varð tikin av døgum. Ruddingardagur var í Tórsbyrgi í Havn leygar­ dag­in. Í góðverðinum nýtt veður­frøðingurin Petur Skeel Jacobsen, sum býr í nummar 33, høvi at fella træið, sum skuggaði fyri stovuvindeyganum (Foto: Birgir Kruse) Fleiri enn 20 árringar kundi Petur Skeel Jacobsen telja á bulinum. 36 hús eru í Tórsbyrgi, sum helst er Føroya elsta eigarafelag. 1. juli í ár fara tey sum búgva í Tórsbyrgi at hátíðar­ halda 30 ára dagin. 20. mai er umhvørvisdagur í Eigara­ felagnum, sum eisini er við í kappingini um Føroya best røktu bygd, ella býling, sum Ferðaráðið skipar fyri. Forkvinna í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi er Meta Palle. Ruddingardagur í Tórsbyrgi Tað vóru eini tung boð at fáa, at tú var deyð, bert tveir dagar áðrenn eg skuldi koma heim til jóla. Tað var ringt ikki at sleppa at heilsa uppá teg bert einaferð áðrenn, fyri at siga farvæl. Tú hevur verið saman við systkjum mínum og mær, síðan vit vóru borin í heim, og tað kennist so tómt nú, tú ikki ert her longur. Tá ið telefonin ringir, fangar man seg í at hugsa, at tað mann vera tú, sum ringir og vilt vita, um Vár er komin heim. Og tá vit eru niðri hjá Esther, væntar mann hvørja løtu, at tú fert at koma inn at vita, hvør er har. Hvørja ferð okkurt gongur fyri seg í lívi okkara, hugsa vit um, hvat tú hevði sagt um tað. Tú passaði altíð so væl upá okkum, tú var so góð við okkum og vit við teg. Frá tí at eg var heilt lítil, ringdi tú og segði frá, at nú hevði tú gjørt súpan, tí tú visti, at tað dámar mær so væl, og meðan eg át, plagdi tú at syngja »hví man tað vera so hugnaligt í kvøld«. Sjálvt tá ið eg bleiv eldri og byrjaði at arbeiða í Havn, ringdi tú og vildi vita, um eg kom heim til Æðuvíkar, tí tú hevði gjørt súpan og vildi goyma mær eitt sindur, um eg ikki kundi koma. Tú gekk altíð og stákaðist og borð­ reiddi fyri okkum sjálvt um nógv av okkum eru vaksin, vildi tú ikki, at vit skuldu gera nakað sjálvi, vit skuldu sita og bíða, til tú hevði givið okkum. Tú vart altíð glað og smílandi, og tá ið eg kom oman at vitja, sótu vit og deildu Familie Journalen og Ude og Hjemme, og tú fortaldi um gamlar dagar, tá ið tú komst til Æðuvíkar at búgva. Og tá eg fór heim, segði tú »nú mást tú hjálpa mammu tíni so væl, Jesus verið hjá tær«. So stóð tú í hurðini, til eg var farin úr eygsjón. Tá vit hoyggjaðu, bakaði tú okkum pannukøkkur, og húsið var fult av fólki, tí tínar pannukøkur vóru tær bestu og okkum dámdi so væl at vera hjá tær. Eftir at abbi doyði, plagdu Trúgvi, Bjarti ella Vár at sova hjá tær, um Ib var til útróðrar, so tú ikki skuldi kenna teg einsamalla. Tey sakna teg so ótrúliga nógv - eisini Jógvan, sum var hjá tær hvønn dag. Og nú tá ið Hugo og Anna eru blivin foreldur, hugsa vit øllum um teg og hvussu spent, tú hevði verið. Tú var ein so ótrúliga stórur partur av lívi okkara - bæði systkjum mínum, Jógvani, mær og ikki at gloyma for­ eldrum mínum og Ib. Vit fara altíð at sakna teg og gleðast um, at vit ein dag síggjast aftur. Selma Mín seinasta heilsan til ommu mína Esther Davidsen Lesið Sosialin - so eru tit við