Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 90 - 10. mai 2006 Herfyri skipaði Fiski­málaráðið fyri norð­urlendskari ráð­stevnu á Hotel Før­oyum. Heitið á stevnuni var ”Øko­ nomisk Forvaltning av Fiskerierne”. Hædd­ ar­punktið í skránni var ein framløga um tilfeingisavgjald, sum ein norðurlendskur granskingarbólkur legði fram. Tað er Norðurlandaráðið, sum hevur sett bólk­ in, men arbeiðið hjá honum er ikki liðugt enn Tilfeingisavgjald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kanningin hjá norðurlendska granskingarbólkinum, sum tekur støðið í gongdini hjá føroyska partrolaraflotanum árini frá 2001 til 2003, vísir, at tilfeingisrentan hjá hesum veiðibólki liggur um 80 milliónir krónur um árið. Ilt hevur verið hjá vinn­ uni at skilja, hvussu gransk­ ingarbólkurin kemur fram til hetta tal, men sambært bólkinum merkir hetta, at partrolaraflotin tjenti einar 80 milliónir meira, enn miðalinntøkan hjá tilsvarandi manningartali hevði verið í onkrum øðrum arbeiði. Fólksins ogn Búskaparfrøðingar halda, at tað, sum rættvísger eina tilfeingisrentu í fiskivinnuni, er, at talan er um eitt tilfeingi, sum bert ein ávísur partur av fólkinum hevur atgongd til. Ein av teimum, sum var við á ráðstevnuni, var Jørn Astrup Hansen, fyrr­verandi bankastjóri og núverandi formaður í Búskaparráðnum. Í fjølmiðlunum hevur hann víst á, at partar av fiski­ vinnuni hava óvanliga stóran vinning, sum beinleiðis er knýttur at fiskirættindum. Tí heldur hann, at tað er munandi betri at áleggja eitt tilfeingisavgjald – heldur enn at tvinga teir, sum vilja fiska, at lata stórar upphæddir fyri fiskirættindini. Jørn Astrup heldur, at eitt tilfeingisavgjald soleiðis hevði verið ein stórur fyri­ munur fyri vinnuna, tí verandi skipan, har fiski­ rættindi verða keypt upp á ”forventet fangst”, eru av­lagandi. – Reiðarin hevði verið í munandi minni vanda fyri húsagangi, um hann leypandi rindaði eitt avgjald, um fiskiskapurin førdi við sær eina eykagóða úrtøku. Fyrrverandi bankastjórin og núverandi formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at soleiðis, sum støðan er í dag, áleggur tann, sum selir veiðirættindi, nýggja eigaranum eitt tilfeingis­ avgjald. Hann heldur, at tað er ein óheppin skipan, har til­ feingisavgjaldið fer til per­ sónar, sum kanska standa uttanfyri vinnuna – heldur enn til rætta viðkomandi, sum er landskassin og harvið Føroya fólk. Tí er Jørn Astrup Hansen fyri at áleggja fiskivinnuni avgjald. Eingin spurdur Formaðurin í Føroya Reið­ arafelag, Jákup Sólstein, sum eisini var við á ráðstevnuni á Hotel Føroyum, heldur ikki, at nóg nógv ”kjøt” var uppi á framløguni um til­feingisrentuna og og til­ feingisavgjald. – Vit, sum varða av par­ trolaraflotanum, eru sera mi­s­nøgdir við, at eingin hevur vent sær til okkara, nú hugt hevur verið upp á møguliga tilfeingisrentu hjá hesum partinum av flotanum. Teir hava analyserað henda skipabólkin – á sín egna hátt – og uttan yvirhøvur at hava tosað við teir, sum eiga og reka skipini. Hann sigur, at skipaeigarar, sum komnir vóru at lýða á framløguna, fingu als onga nøktandi frágreiðing um, hvussu granskingarbólkurin er komin fram til tey tøl, sum vóru á borðinum. – Eg haldi tískil, at hetta bert vóru pástandir sum ikki kunnu brúkast til nógv í tí líki, teir eru. Eingin skar nakað út í papp, og eg má siga, at eg avgjørt ikki gjørdist nógv klókari. Í mínari verð er tað, sum búskaparfrøðingar og aðrir rópa tilfeingisrentu, framhaldandi eitt rættiliga ”innballað” hugtak. Jákup Sólstein vísir á, at hugtakið ”tilfeingisavgjald” er lutfalsliga nýtt hjá okkum – og í hansara verð er hetta bara ein ”smartari” máti at áleggja vinnuni nýggjar skattir. Somu prísir – Búskaparfrøðingar vísa á vansan við dýrum fiskiloyvum, har seljarar áleggja keyparum til­feing­is­avgjald, men eg dugi ikki at síggja, at nøkur serlig broyting verður við hesum, hóast vit eisini fáa eitt alment tilfeingisavgjald av einari ella aðrari tilfeingisrentu. Eg dugi ikki at síggja, at prísurin á veiðiloyvum fer at broytast nakað við einum tilfeingisavgjaldi, tí tað verð­ur altíð marknaðurin, sum avger prísin – og vit skulu heldur ikki gloyma, at tað eisini eru teir, sum ikki sleppa av við síni skip. Jákup Sólstein heldur einki órímiligt vera í, at teir, sum selja skip og tjena nógvan pening við sølu, verða skatt­ aðir av vinninginum. – Í mínari verð er tað eingin trupulleiki, at teir, sum hava eina óvanliga inn­ tøku við skipasølu, verða skattaðir. Men eg haldi, at tað er forkastiligt at kroysta pening úr vinnuni, meðan hon er í gongd. Sleppur onk­ur sær burtur úr vinnuni og selir síni vinnutól, havi eg einki ímóti, at óvanligi vinningurin verður skattaður meira. At rinda skatt av nøkr­um, tú hevur tjent, er rímiligt, men eg haldi, tað er órímiligt at skula rinda tilfeingisskatt av nøkrum, tú ikki hevur tjent, sigur Jákup Sólstein. Føroysk skipan – Eg havi gjørt mær mín­ar taknar um tað, sum gransk­ ararnir løgdu fram. Tað, sum eg eri komin til, er, at partrolaraflotin hevði goldið einar 15-20 mió krónur í av­gjaldi til landskassan, um skipanin var galdandi í Føroyum. Á ráðstevnuni segði ís­lendski limurin í gransk­ing­ arbólkinum, Eyjólfur Guð­ mundsson, at nógv togan og kjak hevur verið í Íslandi um tilfeingisrentu, og í 2004 eydnaðist íslendingum at finna eina skipan, sum hann segði virkar væl. Sambært íslendinginum gevur íslendska skipanin einar 80 mió krónur um árið til íslendska ríkiskassan. Samanborið við okkara fiski­ skipaflota, hevði av­kastið eftir hesi skipan hjá okkara fiskiskipaflota verið út við 20 mió krónur. – Eg haldi ikki, at vit skulu ”kopiera” eina íslendska skipan, um tilfeingisavgjald skal setast í verk í Føroyum. Um so er, skulu vit hava okkara egnu skipan. Skilti eg viðurskiftini rætt, er av­gjaldið í Íslandi eini 15 oyru fyri kilo av ráfiski – roknað í toskakilo, sum hann tekur til. Einki vinnuumboð Jákup Sólstein vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at Marknaðurin avgerð prísin á v – og ikki tilfeingisavgjaldið Jørn Astrup Hansen heldur, at eitt tilfeingisavgjald hevði verið ein stórur fyrimunur fyri vinnuna, tí verandi skipan, har fiskirættindi verða keypt upp á ”forventet fangst”, eru avlagandi Mynd: Jens Kr. Vang Granskarar halda, at møguligt tilfeingisavgjald kann verða við til at fíggja gransking og eftirlit Mynd: Rógvi Mouritsen