mikudagur 10. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 10. mai 2006
15
– Sunnudagin
koyrdi eg aftanfyri
ein bil í Norðskála
tunlinum, sum fyri
tað mesta koyrdi
í skeivari síðu á
vegnum. Tað var um
reppið, at hetta førdi
til eina álvarsliga
ferðsluvanlukku,
sigur ein bilførari
í Eysturoy við
Sosialin
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg helt, eg mátti senda
tær hesar reglurnar, nú
eg las um óhappið í Leir
víkartunlinum, har ein ung
kvinna leygarmorgunin
kom illa fyri, tá ið hon
møtti mótkoyrandi bili,
sum koyrdi í skeivari síðu
í tunlinum.
Soleiðis skrivar ein
lesari í brævi til Sosialin.
Vit vita, hvør lesarin
er og hava hansara fulla
navn og adressu. Halda tó
ikki, at tað er so avgerandi
fyri hesa álvarsomu søgu,
hvør persónurin er.
Skilaleys koyring
– Sunnumorgunin koyrdi
eg úr Gøtu til Havnar. Eg
var í Norðskálatunlinum
um 11-tíðina fyrrapartin.
Inni í hálvum tunlinum
kom eg at koyra aftanfyri
ein lítlan stationbil, sum
fyri tað mesta koyrdi í
skeivari síðu á vegnum.
Tvær ferðir møtti hesin
mótkoyrandi bilum – og
fyrru ferðina kom hann til
tíðina á røttu breytina.
Lesarin sigur, at verri
gekst aðru ferð; tá var
um reppið, at tað endaði
galið!
– Bilførarin, sum kom
ímóti bilinum, ið koyrdi
í skeivari síðu, varnaðist
vandan – og steðgaði.
At síggja til, bíðaði hes
in bara, til hann bleiv
ákoyrdur. Men lukkutíð.
Beint, áðrenn tað stoytti,
snaraði førarin, sum koyrdi
frammanfyri meg, á rætta
breyt, og soleiðis ”spældi”
alt væl av – hesaferð.
Lesarin leggur aftrat, at
ferðin hjá bilføraranum,
sum koyrdi í skeivari síðu,
var ikki stór.
Eldri menn
– Eg slapp mær sum skjót
ast framvið bilinum, tá ið
vit komu út úr tunlinum.
Í bilinum vóru tveir eldri
menn.
Lesarin sigur, at tíverri
gáaði hann ikki eftir numm
arspjøldrunum á bilinum.
– Men eg síggi í dag
– og serliga nú eg las
um hendingina við ungu
kvinnuni í Leirvíkar
tunlinum, at rætt hevði
verið at noterað nummar
spjaldrið og meldað fyri
skilaleysa koyring. Tað er
jú ikki heilt óhugsandi, at
talan kann vera um sama
bil í báðum førum, sigur
lesarin.
Skilaleys koyring í
Norðskálatunlinum
Norðskálatunnilin hevur leingi verið ein deyðsfella, og støðan gerst uppaftur verri, tá ið
fólk ikki duga at koyra, soleiðis sum gøtumaðurin í hesi greinini greiðir frá
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eisini í Leirvíkartunlinum koyrdi ein bilur í skeivari síðu á
vegnum leygarmorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
veiðiloyvum
endurskoða alla lógina um
vinnuligan fiskiskap.
– Eg havi skilt, at ein partur
av hesum arbeiði eisini fer
at fevna um eitt møguligt
tilfeingisavgjald, sum nú
afturvendandi verður tosað
so nógv um.
Formaðurin í reiðarafel
agnum vísir á, at tá ið lógin
um vinnuligan fiskiskap
varð gjørd í 1993 og sett
í verk í 1994, var hetta í
tøttum samstarvi millum
umsiting og vinnu.
– Nú landsstýrismaðurin
hevur sett ein arbeiðsbólk
at endurskoða lógina, er øll
vinnan hildin uttanfyri, og
tað eru vit sera vónsviknir
av.
Jákup Sólstein sigur, at
vinnufeløgini hava mótmælt,
at tey verða hildin uttanfyri
í hesum arbeiði, sum tey
vóru við til at leggja lunnar
undir fyri meira enn 10 árum
síðan.
– Men okkara mótmæli
hava so higartil ikki givið
nakað úrslit, sigur formaðurin
í Føroya Reiðarafelag at
enda.
- Í mínari verð er tað eingin trupulleiki, at teir, sum hava eina
óvanliga inntøku við skipasølu, verða skattaðir. Men eg haldi,
at tað er forkastiligt at kroysta pening úr vinnuni, meðan hon
er í gongd, sigur Jákup Sólstein
Mynd: Jens Kr. Vang