mikudagur 10. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 90 - 10. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Norska fiskivinnan hevur
notið gott av fuglakríminum,
tí í nógvum londum aftra
fólk seg við at eta flogfenað
so sum høsnarungar. Eitt nú
eta fransmenn 40 prosent
færri høsnarungar nú enn
fyri bara nøkrum mánaðum
síðani, og í summ um pørtum
av Italia er nýtslan minkað
heili 70 prosent.
Nógvir fransmenn og
italiumenn vilja hava fisk
ístaðin fyri, og tað kemur
norsku fiskivinnuni væl við,
skrivar Aftenposten. Rolf
Domstein, sum er formaður
í fiskaútflutningsnevndini,
sigur við blaðið, at fýra teir
fyrstu mánaðarnar í ár hevur
Noreg útflutt 10 prosent
meiri fiskavørur enn í sama
tíðarskeiði í fjør.
Rolf Domstein sigur,
at teir nýggju keypararnir
leggja stóran dent á
góðskuna, og at teir eru
til reiðar at rinda fyri
góðskuna. Teir vilja eisini
heldur hava feskan fisk enn
frystan, sigur hann.
Suðurkoreanska stjórnin
hevur gjørt av at taka
ein triðing av sínum her
monnum úr Irak, og aftur
tøkan byrjaði í gjár.
Suðurkorea hevur 3.200
hermenn í Irak og er sostatt
tað landið, sum hevur havt
triðflestar hermenn har
aftan á USA og Bretland.
Men 1.000 teirra skulu
haðani innan árslok, og
teir fyrstu 40 fóru í gjár.
Teir suðurkoreonsku her
menninir hava havt støð har
norðuri í Irak, har teir m. a.
hava havt ábyrgdina av at
tryggja frið í býnum Ibril.
Tað var eftir trýsti frá
politikarum og fólki yvir
høvur, at stjórnin í Seoul
gjørdi av at fara undir
afturtøkuna. Nógvir suð
urkoreanar vilja hava her
menninar heimaftur, tí teir
halda viðurskiftini í Irak
vera alt ov ótrygg, skrivar
AP úr Seoul.
Norski njósnarin Arne
Treholt fekk ikki rættvísa
viðgerð, tá hann í 1985 varð
dømd ur fyri at hava njósnast
fyri Sovjetsamveldið.
Tað sigur verji hansara,
Harald Stabell. Hann vísir
á, at tríggir av dómarunum
í rættinum høvdu tilknýti
til tann borgarliga flokkin
Høgra, og at tað tískil var ein
dómstólur við borgarligum
grundhugsjónum,
sum
dømd i Treholt. Ein av
dómarunum hevði verið
stórtingslimur fyri Høgra,
og tveir aðrir høvdu til
knýti til flokkin, og tað
heldur Harald Stabell vera
í stríð við grein seks í evr
opeiska mannarættinda sátt
málanum, sum tryggjar
øllum rætt til at fáa síni
viðurskifti viðgjørd í einum
óheftum og ópartískum
dómstóli.
Verjin vísir í hesum
sambandi á eitt svenskt
rættarmál, har ein dømd
ur kærdi úrskurðin, tí
nakrir av dómarunum
høvdu havt tilknýti til
sosialdemokratarnar.
Maðurin fekk viðhald í
evropeiska mannarættinda
dómstólinum.
Harald Stabell vil tí
hava dómsvaldið at taka
málið ímóti Arna Treholt
uppaftur. Tað hevur hann
roynt tvær ferðir fyrr, men
básðar ferðirnar hevur
hægstirættur havnað kravi
hansara.
Ein maður í West Palm
Beach í USA hevur fingið
8.000 krónur í endurgjaldi,
tí ein pytonslanga drap
hund hansara.
Tann 3,3 metrar langa
slangan var sloppin úr
búri sínum, og tá hon fekk
eyga á ein mann og ein
hund uttanfyri, legði hon
á hundin og beit hann í
høvdið. Maðurin royndi at
sláa slanguna við einum
golfstavi, men uttan úrslit.
Tað eydnaðist kortini hund
inum at sleppa til rýmingar,
men dagin eftir varð hann
funnin deyður.
Hundaeigarin stevndi
myndugleikunum í Flor
ida. Teir vildu vera við, at
hundurin kundi vera deyð
ur, tí at eigarin hevði rakt
hann við golfstavinum,
men tað helt dómarin ikki
og álegði statinum at rinda
manninum 8.000 krónur í
endurgjaldi.
Fekk endurgjald fyri hund
Dómurin var partískur
Fara úr Irak
Fuglakrímið gagnar
fiskaprísinum
Fólk vilja hava fisk heldur
enn høsnarungar
Skal Italia fáa nýggjan
forseta, skulu tveir
triðingar av Senat
inum atkvøða fyri,
men Berlusconi vil
ikki styðja valevnið
hjá stjórnini
Italia
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
18. mai fer tann 85 ára
gamli Carlo Ciampi frá sum
italskur forseti, men tað kann
fara at taka sína tíð at finna
hansara eftirmann. Ikki tí at
einki uppskot er, men heldur
tí at politikararnir kunnu
ikki semjast um, hvønn teir
skulu velja.
Meirilutasamgongan hjá
Romano Prodi hevur skotið
upp at velja vinstrademo
kratin Massimo d’Alema
til forseta, meðan tann
borgarligi minnilutin vil
hava fyrrverandi politiska
ráðgevan Gianni Letta í
embætið. Sum eina neyð
loysn hevur Prodi skotið
upp at velja tann 80 ára
gamla senatorin Giorgio
Napolitano, men hann er
fyrrverandi komm
unistur,
og tí vil tann høgrasinnaði
Liga Nord- flokkurin ikki
hoyra talan um, at hann
verður forseti.
Italska stýrisskipanin
sigur, at forsetin skal fáa
minst tveir triðingar av
atkvøðunum í Senatinum,
har meirilutin hjá Romano
Prodi hevur 159 umboð og
minnilutin hjá fráfarandi
forsætisráðharranum, Silvio
Berlusconi, 156.
Sambært italskum fjøl
miðlum hevur Berlusconi
so ilt við at viðurkenna
ósigurin á valinum herfyri,
at hann er til reiðar at
leggja meirilutanum allar
meinbogar í vegin. Í so
máta kann hann forða øll
um, tí í fyrra lagi verður
eingin forseti valdur, uttan
at hansara flokkar atkvøða
fyri, og í øðrum lagi kann
Romano Prodi ikki skipa
stjórn, fyr enn forsetin er
valdur. Tí stýrisskipanin sig
ur, at tað er forsetin, sum
skal biðja meirilutaleiðaran
skipa stjórn.
So hóast Berlusconi tapti
valið, hevur hann framvegis
buktina og báðar endarnar.
Longu beint eftir valið segði
hann, at hann ætlaði sær ikki
at rudd a nakra gøtu fyri sín
eftirmann, og tað hevur
hann eisini víst síðani,
skrivar AP. Summ ir italskir
fjølmiðlar halda, at hann í
veruleikanum roynir at skipa
so fyri, at hann sjálvur skal
taka við sum forseti.
Ísurin hvørvur, og um
stutta tíð fara fleiri
bygdir at skola út.
Veðurlag
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Veðurlagsbroytingarnar eru
av álvara farnar at gera vart
við í fleiri inuittabygdum í
Alaska, skrivar blaðið Anc
horage Daily News.
Fyrr vardi havísurin
bygdirnar, men nú er ísurin
minkaður, og tað ger, at
brimið skolar longri og
longri niðan í bygdirnar.
Nógvastaðni er støðan so
álvarssom, at vandi er fyri, at
hús, skúlar og flogvallir fara
at skola út, skrivar blaðið.
Tey seinastu árini hava
amerikonsku myndugleik
arnir tosað um at flyta tær
bygdirnar, sum eru ringast
fyri, men tað hevði kostað
fleiri hundrað milliónir doll
arar, og tí er tann ætlanin
slept.
Ístaðin
fyri
arbeiða
myndugleikarnir við einari
ætlan um at gera nýggjan veg
til bygdirnar, so fólk kunnu
sleppa til rýmingar, um illa
vil til, skrivar Anchorage
Daily News.
Veðurlagsbroytingar hótta
fleiri bygdir í Alaska
Misnøgdur Berlusconi
forðar forsetavali
Silvio Berlusconi sigst vera so vónsvikin av ósigrinum herfyri, at hann forðar bæði forsetavali og
stjórnarskipan