mikudagur 10. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sondre Ler
che - Two Way
Monologue
(EMI Music
Norway: 2004
Eg hoyrdi lagið Two Way
Monologue hjá Sondre
Lerche á MTV, og fall eitt
sindur fyri tí beinanvegin.
Eg hugsaði, hvat er hatta?
Hatta havi eg ongantíð
hoyrt um. Eitt sindur seinni
var eg í Norra og har sá
eg fløguna og keypti hana.
Hon minnir meg tí eisini
um Norra.
Hetta er ein øgiliga frísk flø-
ga, Hon er væl produsera
og væl spæld. Bólkurin hjá
Sondre Lerche er ordiliga
góður. Hann brúkar eisini
feit ljóð, er eitt sindur elek-
troniskur. Sondre Lerche er
nokkso inspireraður av The
Beach Boys. Hann brúkar
nógvar røddir og kór, tað
er sovorðið, sum eg elski.
Røddin hjá Sondre er eisini
góð, tað er behagiligt og
lekkurt at lurta eftir henni.
Django Rein
hardt – Gen
ious Of Im
provisation
(Definitive:
2005)
Fløgan Genious Of
Improvistion hjá Django
Reinhardt er fantastisk.
Stílurin hjá Django er Gypsi
Swing, sum er ein tann
feitasti stílurin, sum er.
Hetta er ótrúliga festligur
og lívligur tónleikur.
Django Reinhardt er ein
ótrúligur innovator og
ein sublimur gittaleikari. Í
einum óhappi misti hann
førleikan í fleiri fingrum,
og spælir tí bara við
peikifingri og longutong.
Hetta ger hansara spæl
øgiliga eyðkent. Hann
brúkar øgiliga nógvar tríg-
gja tóna akkordir, og hevur
eina nokkso simpla akkord
gongd. Hetta er eisini
tónleikur, sum er ótrúliga
stuttligur at spæla, tí hann
spælir so skit skjótt.
Woody Allen brúkar ofta
Django Reinhardt í sínum
filmum.
The Strokes –
Is This It (Rough
Trade/RCA: 2001)
Is This It hjá The Strokes
er ein genial fløga. Hon er
ordiliga gjøgnumførd. The
Strokes hevur ein nokkso
simplan stíl, sum riggar
væl. Teir hava nokkso serlig
riff, tey virka eitt sindur,
sum um tey eru brúkt fyrr,
men alíkavæl ikki. Sangarin
Julian Casablanca er
genialur og skrivar allan
tónleikin hjá teimum, men
mær dámar eisini væl
gittarleikararnar, sum eru
øgiliga inspirerarandi. Eg
keypti fløguna í USA, so
eg havi ikki tann vanliga
húsan, men ein annan sum
varð gjørdur til amerikan-
ska marknaðin.
Mær dámar serliga væl
løgini Soma, The Modern
Life og Hard To Explain.
Pat Metheny
– Imaginary
Day (ECM:
1997)
Tað ljóðar eitt sindur løgið,
men Imaginary Day hjá
Pat Metheny er nakað av
tí fyrsta tónleikinum, ið
eg lurtaði eftir. Hetta er
fussiónsjassur, øgiliga
kompliseraður tónleikur við
snedigum taktum. Hetta er
nokkso suður amerikanskt
og rættiliga etniskt. Okkurt
lag er eisini nokkso elektro-
niskt. Pat Metheny er ein
ótrúligur gittarleikari, sum
inspirerar meg sera nógv.
Hansara ljóð er øgiliga gott.
Hann var ein tann fyrsti,
sum tók synth ljóð inn í
jassin.
Eg haldi, at tað fyrsta sum
fangaði var, at sangirnir
hava so penar melodiðir.
Men eisini at hetta er so
stórsligin tónleikur - har
eru øgiliga nógvir limir í
bólkinum.
Eg keypti hesa fløguna,
tá eg var í USA, og hon
minnir meg um túrin. Eg
lurtaði eftir henni, meðan
eg koyrdi í tok í USA.
Jeff Buckley
– Grace (Col
umbia 1994)
Fløgan Grace hjá Jeff
Buckley er orsøkin til, at eg
byrjaði at spæla gittar aftur.
Eg fekk hana frá systir míni,
tá eg gekk í 8. flokki, og tað
eri eg taknemmiligur fyri -
tí hetta er tann fløgan, sum
hevur inspirera meg nógv
mest.
Hon var tung at lurta eftir í
byrjanini. Halleluja var tað
fyrsta lagið, sum fangaði
meg. Tað gjørdist eitt slag
av ferð gjøgnum fløguna,
og mær dámdi skiftandi
løg av henni, jú oftari eg
hevði lurta eftir henni.
Hetta var næstan tann
einasta fløgan, ið eg lurtaði
eftir í longri tíð. Grace er
ikki bara ein fløgu, sum eg
seti á. Hon krevur rættiliga
nógv av lurtaranum, tí hon
er so øgiliga innilig. Hetta
er medisin fyri oyruni. Eg
fái gásarhold, tá eg hoyri
hana. Eg haldi, at hon lýsir
orðið grace ordiliga væl.
Vit hava biðið
gittarleikaran
í Lama Sea
Jón Klæmint
um at valt 5
tær bestu fløg
urnar í fløg
usavninum, eitt
savn í vísir, at
her er talan um
ein tónleikara
við einum sera
fjølbroyttum
tónleikaáhuga,
og einum
brennandi
kærleika til
tónleikin
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Jón Klæmint Hofgaard
er sjarmerandi gitt
arleikarin í Føroya
glaðasta bólki Lama
Sea. Seinasta árið hev
ur Lama Sea spælt seg
beint inn í hjørtuni á
føroyingum við sínum
lívgevandi tónleiki og
altíð fullkomiliga pep-
paðu framførslum.
Lama Sea gjørdi vart
við seg í Prix Føroyum
í fjør, har bólkurin
endaði í hálvfinaluni á
Tvøroyri. Prix luttøkan
gjørdi bólkin kendan
um allar Føroyar og
við framførslum á
MjúS, G! Festivalinum
og Ólavsøkukonsertini
spældi Lama Sea
seg upp í millum
best umtóktu
tónleikanøvnini í
Føroyum. Bólkurin
gjørdist alsamt betur,
og tá hann í GBOB
finaluni megnaði at
ogna sær annað pláss
beint í hølunum á
Marius, var greitt, at
hetta var ein av Føroya
allar bestu bólkum.
Á Planet Awards
var Lama Sea í upp
skoti til planetina
fyri besta bólk og
fyri besta nýggja
bólk. Eitt satt bragd
fyri ein so nýggjan
bólk. Lama Sea er
ein sterkur bólkur á
flestu økjum, men
umframt sangaran
Janus Rasmussen,
er tað Jón Klæmint á
gittara, ið hevur ein
tann mest markanta
leiklutin. Vit hava roynt
at fingið betur innlit í,
hvar íblásturin hjá Jón
Klæminti kemur frá.
Jón Klæmint sigur,
at tónleikur hevur
ótrúliga nógv at siga
fyri hann. Tónleikur
fyllur tað tóma rúmið.
Tá eg til dømis eri
einsamallur inni, so
tendri eg tónleik, og so
eri eg ikki einsamallur.
Tónleikur er sum ein
persónur, sum altíð
er har, greiðir Jón
Klæmint frá.
Hann sigur, at hvørja
genru tónleikurin hoyr
ir undir er líkamikið.
Honum dámar væl
at hoyra tónleikarar
útrykkja seg í gjøgnum
ymiskar genrir. Hann
sigur, at hann verður
inspireraður av
ymiskum, og at hetta
hevur t.d. ávirkan á
akkord val og annað í
hansara gittarspæli í
Lama Sea.
Júst hetta fjølbroytni
ber fløgusavnið hjá
Jón Klæminti eisini brá
av. Her er sera nógvur
ymiskur tónleikur.
Vit hava saman við
Jón Klæminti grópa
í fløgusavninum, og
biðið hann valt tær
fimm fløgurnar, ið
honum dámar allar
best. Hann viðgongur,
at hetta er ikki ein
løtt uppgáva, og at
hann um nakrar dagar
kanska fer at angra, at
hann ikki valdi onkra
ávísa fløgu. T.d. nevnir
hann bæði Flaming
Lips og The Libertines,
sum upplagdar
kandidatar til listan,
sum tó ikki sluppu við.
1
Tónleikur fyllur
tóma rúmið