mikudagur 10. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Hóast 20 ára gamli Jan Smith
úr Vestmanna bert er 1.73
metur til hæddar, arbeiðir
hann í løtuni burturav sum
modell bæði í Danmark,
London og aðrastaðni.
Modell
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Eg gangi ikki nógv »catwalks«, tí
hæddina havi eg ikki júst við mær
í skjáttuni, men eg taki myndir
í hópatal. Eg havi víst klæðir
fram fyri fleiri klædnahandlar
– eitt nú Commes des Garcons,
ið er ein kendur mótahandil.
Somuleiðis havi eg verið við í fleiri
myndarøðum og lýsingaátøkum í
USA, Fraklandi, London, Danmark
og Svøríki og verið modell í fleiri
myndaframsýningum og bløðum
– eitt nú Perfekt Magasine, ið hevur
ligið á handilsdiskinum í heili 45
londum í heiminum, sigur 20 ára
gamli Jan Smith úr Vestmanna,
tá hann ein dagin kom framvið í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Uppdagaður á gøtuni
Jan fór at arbeiða sum modell fyri
um tveimum árum síðani og varð
í roynd og veru uppdagaður mitt á
handilsgøtuni í Århus:
– Ein maður kom og pikkaði meg
á økslina og bað meg koma við
til casting í Århus. Seinni vísti tað
seg so, at maðurin var Casper Van
B, ið stendur á odda fyri einum
modellmiðdepli í London.
Saman við Caspari Van B
fekk Jan veruliga smakkin fyri
modellarbeiðnum. Men hóast
hetta valdi Jan tó at flyta til
Keypmannahavnar at ganga á
studentaskúla.
Til Keypmannahavnar
Í Keypmannahavn knýtti Jan fleiri
nýggj vinabond og kom eitt nú í
samband við fleiri modellir:
– Eg hitti ein drong, ið nú er mín
besti vinmaður. Hann arbeiddi tá
og nú burturav á einum tí størsta
modellmiðdeplinum í Danmark
– Unique – og gav mær dyggan
stuðul og góða hjálp at halda fram
í modellheiminum. So eg gavst í
skúlanum og fór í læru sum stylist
hjá 6 Agency og arbeiddi sum
modell við síðuna av, sigur Jan.
Í februar í ár fekk Jan prógv
handað sum stylistur og valdi
eftir hetta aftur at fara til London
at arbeiða í eitt tíðarskeið fyri
at fáa nýggjar avbjóðingar. Í
London er Jan framvegis og hevur
fingið góðar modelluppgávur á
kalendaran. Eitt nú hevur hann júst
fingið eitt gott tilboð úr Milano, sum
stendur á skránni í næstum.
Ongantíð ein dreymur
Jan sannar, at hann sum yngri
ongantíð hevur droymt um at gerast
modell, men heldur hevur hansara
stóri barnadreymur verið at gerast
tónleikari og sangari:
– Men tá kjansurin at gerast
modell brádliga stóð framman
fyri mær, tók eg sjálvandi bara av
møguleikanum og fór við upp á
tokið. Og higartil angri eg onga
løtu, at eg tók hesa avgerðina fyri
tveimum árum síðani, tí tað hevur
avgjørt verið spennandi, sigur Jan
og hyggur at mær við stórum,
glaðum eygum, meðan hann leggur
afturat, at sum nú er, ætlar hann
sær at halda fram at arbeiða í
modellheiminum:
– Eg ætli mær at arbeiða sum
modell burturav, til eg aftur fari
í skúla. Hesa ferð verður tað á
hárfríðkanarskúla, sum eg síðan ætli
mær at arbeiða við sum freelance í
modellheiminum. Men somuleiðis
ætli eg mær at arbeiða hálva
tíð sum modell, tá eg fari undir
lesnaðin.
Ikki høgur og hvat so?
Hóast Jan bert er 1.73 metur til
hæddar, hevur hæddin ongantíð
darvað honum í hansara arbeiði.
– Vanliga verður sagt, at skal ein
drongur arbeiða sum modell, skal
hann í minsta lagi vera 1.80 metur
til hæddar, men higartil hevur hetta
ikki givið mær stórar trupulleikar,
sigur Jan.
Ikki bert dansur á rósum
Jan ásannar, at tað ikki bert er ein
dansur á rósum at arbeiða í modell-
heiminum:
– Nei, hetta er ikki bara eitt
luksus arbeiði, sum tað kanska
sær út til at vera í bløðum og
øðrum. Tað er avgjørt eitt hart lív,
ein livir í modellheiminum. Eitt
nú tá eg skal til »fotoshooting«,
skal eg møta klokkan fimm um
morgunin og arbeiða út í eitt til á
kvøldi. Og teir flestu agentarnir í
modellheiminum leggja í roynd og
veru einki í modellirnar hjá sær, fara
illa við teimum og hugsa bara um
at fáa sínar pengar í kassan. Men
ætlar ein at verða modell, noyðist
ein somuleiðis at taka tær ringu
síðurnar við. Tá er tað eisini sera
umráðandi at vera líkaglaður við
ljótu viðmerkingarnar og ansa eftir
sær sjálvum, sigur Jan.
Viðmerkingarnar, Jan hevur fingið
frá ymsu agentunum, hava verið
mangar:
– Antin er ein ov klænur, tjúkkur,
lítil ella hevur kanska ljót kinnabein.
At fáa slíkar viðmerkingar er ofta
rættiliga drepandi og ein fer niður
við nakkanum, men tá er tað sera
gott at hava góðar vinir at práta við,
so ein kemur upp aftur. Men við
tíðini lærir ein somuleiðis av hesum
viðmerkingunum og fær ein breiðari
rygg at bera ókrútið á, staðfestir
Jan.
Rúsevni og rúsdrekka
Jan játtar somuleiðis, at í
modellheiminum hava rúsevni og
rúsdrekka sínar góðu dagar, og at
um ein ikki er sterkur og megnar at
standa ímóti mongu freistingunum,
kann ein lættliga verða lokkaður út
í óføri:
– Tað eru veruliga
nógvar modellir, sum eru
rúsevnismisnýtarar – kanska
serliga gentur. Og tað er veruliga
frustrerandi dagliga at síggja,
hvussu illa rúsevni fara við nógvum
modellum.
Jan sigur, at tað er sera
umráðandi at vera sterkur, siga nei
takk og at halda seg langt frá øllum
rúsevnum, tí um ein fyrst byrjar
eina ferð, er tað sera trupult at
steðga aftur:
– Ein av mínum góðu vinum
hevði verið modell í fýra ár,
áðrenn alt rapaði hjá honum. Eitt
tíðarskeið gekk tað illa í arbeiðnum
hjá honum, og hann hevði fáar
uppgávur. Hann
byrjaði síðan at
taka rúsevni fyri at
klára at halda fram
í modellheiminum.
Eftir hetta sá eg
hann ikki í eitt
hálvt ár, tí eg
ynski altíð at halda
meg langt frá
rúsevnisumráðnum.
Men fyri kortum sá eg hann aftur
á einum diskoteki og gjørdist sera
kløkkur. At byrja við kendi eg hann
veruliga ikki aftur, tí hann var
broyttur so ómetaliga nógv bæði í
útsjónd og í verumáta. Hann hevði
mist sítt modellarbeiði og var nú í
síni heild sera langt úti, sigur Jan
syrgin og leggur afturat, at ein
kemur í tílíkar støður, tí ein verður
trýstur langt út um síni mørk og
klárar tískil ikki at standa ímóti
pressinum í modellheiminum.
– Ein noyðist fullkomiliga at halda
seg niðri á jørðini og ikki sveima á
skýggjum í hesum arbeiðnum.
Í vinarbólkinum hjá Jan hava
tey í felag gjørt sær eitt motto, ið
sigur, at tey skulu halda seg langt
frá rúsevnum, men heldur hava tað
stuttligt við rúsdrekka.
Elskar tó sítt arbeiði
Hóast nógvar keðiligar og skitnar
síður eru aftan fyri fasaduna í
modellheiminum, gleðist Jan tó
hvønn dag um sítt arbeiði sum
modell:
– Tær góðu síðurnar eru
sjálvandi eisini mangar, tí annars
hevði eg jú ikki tímað at verið
modell. Í modellheiminum hittir
tú eitt nú alla tíðina nógv nýggj
og spennandi fólk úr øllum
heiminum. Eg havi hitt Maria Carey,
Sugababes, Helene Christensen,
Mads Mikkelsen og Anne P í Top
Models á sjónvarpsrásini TV3.
Tú ferðast eisini nógv í hesum
arbeiðnum, og tað haldi eg er
sera spennandi. Somuleiðis eru
nógvar góðar veitslur á skránni
eftir loknan arbeiðsdag, og tað er jú
altíð stuttligt, sigur Jan at enda við
einum smíli og fer síðan skundisliga
út úr Miðlahúsinum í Vágsbotni, tí
hann noyðist at skunda sær heim
at pakka. Í morgin er Jan aftur í
London, har ein myndamaður,
stylistur og make-up artistur standa
og bíða eftir honum, tí tey øll í felag
skulu gera eina myndafrásøgn, ið
verður víst í framsýningarhølum í
London seinni í ár.
Jan úr Vestmanna Arbeiðir sum modell í
“Antin er ein ov klænur, tjúkkur,
lítil ella hevur kanska ljót
kinnabein. At fáa slíkar viðmerkingar
er ofta rættiliga drepandi og ein
fer niður við nakkanum, men tá er
tað sera gott at hava góðar vinir at
práta við, so ein kemur upp aftur.”