mikudagur 10. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Planet.fo var
við, tá TIGI á
stórfingnari móttøku í
Keypmannahavn sendi
nýggja hárfríðkanar
linjuna S-Factor á
danska og harvið eisini
føroyska marknaðin.
Hármóti
Orð og myndir: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Í innbjóðingini til móttøkuna
hjá TIGI í sambandi við, at
nýggja linjan av hárfríð-
kanar vørum S-Factor, kom
á danska marknaðin, var
lagt dent á, at talan var um
eina stranga dress-code.
Skuldi tú inn, skuldi tú vera
ílatin hvít klæði, hetta var
galdandi fyri frisørar og
TIGI umboð, men eisini fyri
tíðindafólkini..
Sum ein trúðarbólkur
Tá eg nærkaðist móttøkuni
í Dansk Design Center mitt
í Keypmannahavn, sá eg
flokkar av fólki í hvítum
klæðum, ið veruliga sóust
aftur í gøtumyndini. Uttan
fyri hurðina av Dansk
Design Center steðgaði ein
maður mær og spurdi um
hetta var ein Scientology
fundur, og ja tað tyktist
næstan sum ein trúðarból-
kur av onkrum slag, har vit
stóðu fleiri hundrað fólk í
hvítum.
Hvítir føroyingar
Alt var hvítt, sjálvt maturin
jákupskeljar, mozzarella
ostur og smákøkur alt hvítt,
á hvítum borðiskum og við
hvítum serviettum. Í millum
øll hesi hvítkløddu hitti eg
føroysku TIGI umboðini
frá Kvilt hárfríðkan, saman
við einum frisøri úr Salong
Katrin á Toftum og einum
úr Karinsa í Havn, báðar
salongir nýta vørur frá TIGI.
Tey vóru øll komin niður til
móttøkuna, og gleddu seg
øll til at sleppa at uppliva
nýggju vørurnar, ið tey
høvdu frætt so nógv um.
Risa Show
Sjálvt showið varð hildið
á ovaru hæddini av Dansk
Design Center í einum sali,
ið var skrýddur til endamá-
lið, og hevði bæði catwalk,
nógva ljóð- og ljósútgerð
umframt ein sjónvarpsvegg.
Við hármótasýningum, live
klipping, dansi showið og
filmklippum á stórskíggjum,
og tónleiki, ið allatíðina
ferðaðist millum tað medi-
tativa og tað diskoteks-
kenda, stýrdi Nick Irwin frá
skapandi deildini hjá TIGI
showinum. Dansibólkurin
Peter Friis Team framførdi
dansistykki, ið snúði seg
um hárviðgerð. Hetta var
ein festlig og lívlig byrjan á
kvøldið.
Tað stutta verður inn
Nick Irwin og ein annar
úr skapandi deildini
greiddu frá um hármótan,
um hvussu hendan linjan
passaði bæði til langa slæt-
tað hárið, ið hevur verið inn
eina tíð og til stutta hárið,
ið nú verður inn, umframt
risastórt krúllutt hár. Teir
kliptu modellum og vístu,
hvussu hesar vørur kundu
nýtast. Teir arbeiddu við
modellum við longum
og stuttum hár. Eingin ivi
var um, at her var talan
um show, ið skuldi virka
sum íblástur fyri nógvu
hárfríðkanar fólki, ið vóru til
staðar.
Høg góðska
Alt var ómetaliga gjøgnum-
ført, og luktaði av høgari
góðsku og luksus. S-Factor
er luksus og í einum hvítum
rúmi á tremur við hvítklød-
dum fólki, var showið á
catwalkinum í fullkomnum
fokus.
Showið var flott lagt til
rættis og riggaði hóast tað
var langt. Hetta er eitt show,
ið TIGI hevur ferðast kring
heimin við seinasta árið, so
alt tyktist kekka. Tó gjørdist
endin eitt sindur ov nógv
av tí góða, tá ein lokalur
stylistur fekk teymarnar
og skuldi vísa okkum boð
uppá meira ekstremu
partarnar av hármótanum,
eitt nú hvat fór at verða at
síggja á Catwalkum kring
heimin. Hetta gjørdist sera
langdrigið, og nógv fólk
rýmdi.
Kekkaður íblástur
til hárfríðkan
Dansibólkurin Peter Friis Team framførdi dansistykki, ið snúði seg um hárviðgerð
Umframt at vera partur av skapandi deildini hjá TIGI
er Nick Irwin eisini sera dugnaligur frisørur.