mikudagur 10. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
S-Factor kemur á
føroyska marknaðin
í komandi viku. Lív
Lindberg, ið er frisør
og umboð fyri TIGI,
sigur at hon gleðir
seg til at sleppa at
brúka, vøruna, ið er
tann besta hon hevur
roynt.
Niels Uni Dam, nielsuni@
sosialurin.fo
S-Factor er ein luksus
linja til hárviðgerð. Hetta
er nýggjasta linjan hjá
TIGI, ið frammanundan er
serliga kent fyri tí trendy
Bed Head linjuna og
klassisku Catwalk linjuna.
Sambært TIGI undirstjóran
Nick Irwin hevur skapandi
deildin hjá TIGI arbeitt við
S-Factor seinastu 7-8 árini,
og úrslitið er ein luksus
linja, ið riggar til øll sløg
av hári.
Hetta eru dýrar vørur, men
eisini vørur, ið veruliga
forkela hárið, greiddi Irwin
frá á móttøkuni í Dansk
Design Center. S-Factor
arbeiðir við at endurvinna
natúrliga glansin og sunnu
útsjóndina í hárinum, ið
øll ynskja sær.
Tá vit prátaðu við
Lív Lindberg úr Kvilt
hárfríðkan nakrar dagar
aftan á móttøkuna, hevði
hon roynt nýggju vørurnar
bæði til sín sjálvs og á
onnur, og hon var sera væl
nøgd við úrslitið. “Hetta
er ein luksusvøra” greiddi
hon frá, og segði, at hetta
var uttan iva tað besta,
ið hon hevði arbeitt við.
“Hetta er kvalitetur og fær
hárið at síggja blankt og
sunt út. Flestu kvinnir lita
hárið, og hetta slítur hárið.
Tað er eingin, ið dámar at
hava hár, ið sær slitið út.
Tí er hetta ein vøra sum
vit veruliga kunnu brúka”,
greiddi hon frá.
Lív segði, at hon merkir
ein vaksandi áhuga
millum vanlig fólk fyri
at keypa hárfríðkanar
vørur í salongini. Prísurin
er væl hægri enn fyri
vørur, ið tú keypir í
matvøruhandlunum, men
góðskan er eisini ein heilt
onnur.
Hetta er ikki ein avloysari
til Bed Head og Catwalk
leggur Lív dent á. Hetta
er ein onnur vøra, ein
vøra, ið nøktar nakrar
aðrar tørvir. Hetta gevur
TIGI merkinum enn meira
breidd, og er væl egnað til
hármótan í dag.
Hóast Lív fekk nakrar
royndir við heim úr
Danmark, so verður fyrsta
sendingin av S-Factor
ikki í Føroyum fyrr enn
í komandi viku. Men Lív
sigur, at hetta uttan iva eru
vørur, ið tey fara at brúka
í síni salong og sigur, at
hon eisini gleðir seg til at
sleppa at brúka vørurnar.
Kvilt er umboð fyri TIGI
linjuna, og selur vørurnar
til 9 salongir kring Føroyar.
Luksus til øll
sløg av hári
Eisini føroysk umboð vóru á móttøkuni í Keypmannahavn (f.v) Ann Leivsgard
Hendriksen frá Karin’sa, Kristin Bjørk Tungá frá Kvilt Hárfríðkan,
Katrin Olsen frá Salong Katrin á Toftum, Rúni og Lív Lindberg frá Kvilt
Hárfríðkan.
Øll framførslan luktaði av luksus
við flottum showið, vøkrum modellum
blandað við meditativan tónleik og
vill sjónbandaklipp.
Tað eitt sindur villa Bed Head
lookið var eisini víst fram á
catwalkinum
Umframt at fáa hárið at síggja slætt og sunt út, kann S-
Factor eisini brúkast til at størri og ógvusligari hár sum
hetta
Fleiri av vørunum í
S-Factor linjuni eru
beinleiðis gjørdar
til at slætta langt
hár og geva tí
natúrliga og sunna
útsjónd.