mikudagur 10. mai 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Paris: Allir
teir lekru eru
gjeikarar
Fyri eini
viku síðan
varð tað
liðugt mil-
lum Paris
Hilton og
Stavros
Niarchos,
hetta merkir
sjálvandi, at
Paris slep-
pur inn á øll
dansistøð
aftur, nú
hon ikki
hevur tann
unga sjeikin
longur,
menParis
hevur eftir
øllum at
døma tru-
pulleikar við
at finna ein avloysara til Niarchos.
Hon sigur nevniliga við Out Magazine, at henni
dámar best samkyntar menn. Teir leggja meira
í sína útsjónd, og lata flottari í. Sutt sagt eru
samkyntir menn nógv meira eggiligir, sigur
París. “Allir teir lekru eru gjeikarar”, sigur hon
og heldur somuleiðis, at samkyntir menn er
nógv stuttligari enn hinkyntir, skrivar bretska
blaðið The Sun.
Ikki longur í
sjeynda himli
Sjónvarpsrøðin
7th Heaven er
tann familju
sjónvarpsrøðin, ið
hevur verið víst í
longst tíð. Í heili
10 ár, hava vit fylgt
Camden presti,
konu hansara
og børnunum.
Men nú gevst
sjónvarsprøðin.
Mánadagin varð
síðsti partur
av 7th Heaven
sendur í USA, og
bleiv sonurin hjá
Camden presti
Simon, giftur í
partinum.
Við hesum parti
takkar Camden
familjan fyri seg,
og tær 5,5 milliónirnar av fólki, ið hvørja viku
hyggja eftir sjónvarpsrøðini, noyðast at finna
okkurt annað at hyggja at.
Hóast nógvar leysasøgur hava gingið, um at
sjónvarpsrøðin fór at halda fram alíkavæl, men
hvørki Stephen Collins, ið spælir Camden pres-
tur ella Brenda Hampton, ið er framleiðslustjóri,
siga seg vita nakað annað enn at røðin nú
gevst.
Sandler er
Big Daddy
Í filminum Big Daddy frá 1999 spælir Adam
Sandler ein hopleysur faðirfigurur fyri ein
lítlan drong. Big Daddy er ein skemtifilmur, og
royndirnar hjá Sandler at uppdraga dreingin
eru øðrvísi, stuttligar og sera undarligar. Men
okkurt mundi hann gera rætt í filminum. Tí
hann hitti konu sína Jackie undir filmingini.
Tey vórðu gift í 2003, og leygarkvøldið fekk
Adam Sandler leiklutin, sum Big Daddy í teirra
familju, tá Jackie átti eina vælskapta gentu. So
verður spennandi at síggja, um Sandler meg-
nar hendan leiklutin líka væl í veruleikanum
sum á filmi.
Blur sangarin Damon Albarn, ið var partur av tí stóra
Brit Pop krígnum millum Blur og Oasis, sigur við bretska
dagblaðið The Mirror, at hann hevði elskað, at havt
Oasis sangaran Liam Gallagher við á næstu fløgu hjá
teknirøð bólkinum hjá Albarn, Gorillaz.
Men Damon Albarn sigur í sama viðfangi, at í løtuni
arbeiðir bólkurin ikki við eini fløgu, men er ístaðin
í ferð við at gera ein spælifilm, so næsta fløga
verður filmtónleikur. Hann sigur, at
vit kunnu hyggja
hvussu tað gongur
hjá
Gallagher
komandi árið, og
at hann væntar, at
Gallagher ivaleyst
fer at klára seg í
sínum egna bólki,
uttan
hjálp
frá
Albarn.
Er Liam Gallagher ein komandi Gorilla?
Oasis sangarin Liam
Gallagher er sambært
Damon Albarn vælkomin í
Gorillaz.
Teknirøð bólkurin Gorillaz hevur
borðreitt við stuttligum samstørvum
millum nógv ymisk fólk.
Adam Sandler skal nú spæla leiklutin sum Big Daddy við hús.
Paris Hilton dámdi væl Stavros Niarchos,
men nú tað er liðugt, hevur hon trupult við
at fáa tann rætta.
Camden familjan fer ikki longur at
lata sjónvarpshyggjararnar fylgja
teimum í gerandisdegnum.