mikudagur 10. mai 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 90 - 10. mai 2006 ]
Nr. 90 • mikudagur • 10. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Norska felagið Start spælir
í kvøld ímóti Arendal í
steypakappingini. Todi
Jónsson verður helst við á
liðnum hjá Start til hendan
dystin. Heimasíðan hjá
Start skrivar, at viðgerðin
av einum skaða hjá Toda
í fótliðnum hevur gingið
væl, og Todi kann spæla
við fullari ferð. Sunnu
dagin spældi Todi allar 90
minuttirnar í dystinum hjá
Start ímóti Lillestrøm.
Ingi Højsted hevur eftir
øllum at døma ikki slitið
krossbandið, sum annars
varð roknað við. Ein
lækni við kunnleika til
slíkar skaðar kannaði Inga
í gjár, og hann heldur, at
krossbandið er toygt.
Ingi fekk skaða í dystin
um ímóti HB fyri tveimum
vikum síðani, og í fyrstu
syftu vóru boðini til Inga,
at krossbandið var slitið.
Men Ingi sleppur við
skelkinum.
Gongur tað væl, kann
Ingi Højsted spæla fótbólt
aftur um nakrar vikur.
Ingi skal nú í holt við
at venja spakuliga aftur.
Heimasíðan hjá B36 skriv
ar, at í fyrstu syftu skal
hann renna, og so skal
hann vita, hvussu skaðin
í knænum fer at laga seg.
Ingi slapp við
skelkinum
Gjáramorgunin varð tað
staðfest, at Jón Rói Jac
obsen hevur slitið kross
band í knænum, og hann
kann tí ikki spæla fótbólt
aftur í ár.
Tí hevur landsliðsvenj
arin Jógvan Martin Olsen
tikið Mortan í Hørg út til
landsdystin ímóti Póllandi
sunnudagin. 25 ára gamli
Mortan í Hørg hevur spælt
4 landsdystir fyri Føroyar.
Mortan aftur á
landsliðnum
Tað gekst væl, tá fýra før
oyingar um vikuskiftið
tóku lut í Tårnby Games,
sum er kapping í frælsum
ítrótti. Rannvá Djurholm,
Bjørk Herup Olsen, Regin
Joensen og Rúni Seloy
vóru føroysku umboðini,
og tey fingu framúr
úrslit. Millum annað setti
Bjørk nýtt føroyskt met á
1500 metra teininum við
5.11,96, meðan Regin
Olsen vann gull á 800
metra teininum.
Met og
gullmerki
Todi klárur
at spæla
Tað kostaði HB sig
urin í steypadystinum
ímóti VB/Sumba, at
ein spælari ikki hevði
sítt spæliloyvi í lagi. Í
annaðkvøld spæla HB
og VB/Sumba aftur
dyst ímóti hvørjum
øðrum
HB-VB/Sumba
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
HB fær í annaðkvøld vitjan
av VB/Sumba í Formula
deildini. Tá ið feløgini
seinast
spældu
ímóti
hvørjum øðrum, var tað
í steypakappingini, og tá
vann HB trygt. Eftirspælið
hevði tó við sær, at HB varð
dømt at tapa dystin, tí eitt
spæliloyvi hjá teimum var
ikki í lagi.
Nú spæla feløgini aftur
ímóti hvørjum øðrum, og
hesaferð verður dysturin
avgjørdur á vøllinum.
HB hevur fingið styrk í
enum nýggjum serbiskum
spælara, sum fyrstu ferð
var við sunnudagin. Hóast
hann bert spældi ein hálvleik
í Klaksvík, sannførdi Panic
øll um, at hann verður
ein fongur fyri HB-liðið.
Roknað verður við, at Panic
verður á vøllinum frá byrjan
í kvøld.
Jákup á Borg hevur verið
eymur í lúskuni eftir dystin
í Klaksvík, og málmaðurin
Bárður Johannesen hevur
ein snudd í knænum, men
teir verða báðir tøkir til
dystin í morgin.
Hjá VB/Sumba er lagið
munandi betur nú, enn tað var
fyri tveimum vikum síðani.
Einasta
Suðuroyarliðið
í Formuladeildini hevur
vunnið sínar tveir seinastu
dystir, og hóast uppgávan í
Gundadali í morgin verður
strævin, hava teir gott mót.
VB/Sumba fer fullmannað
til Havnar at dystast við
HB.
Spennandi Panic-loysn í HB
– Ágangurin á okkara
fótbóltsdómarar
er alsamt vaksandi,
og veruligur
vandi er fyri, at
neyðugt verður at
niðurleggja partar av
fótbóltskappingini,
sigur FSF-forsetin,
Óli Holm, í eini
óvanligari áheitan á
spælarar, áskoðarar
og onnur. Hann heitir
á fólk um at gevast við
at hótta, illtonkja og
spilla dómararnar út
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað hava verið óvanliga
nógvar sjónligar illstøður
millum spælarar, dómarar,
venjarar og áskoðarar í bestu
mansdeildini í fótbólti í
hesum kappingarárinum.
Rok í Havn, rok í Klaks
vík, rok í Vági, ja, hvørt
umfar hevur havt sínar
samanbrestir, reyðu kort
og tvídráttir, og í bløðunum
hava hvøss lesarabrøv borið
brenni til bálið.
Hetta fær nú FSF-forsetan,
Óla Holm, at koma við ein
ari óvanligari áheitan á
spælarar, leiðarar, áskoðarar
og onnur.
– Eins og í 2005 er ágang
urin á okkara fótbóltsdómarar
alsamt vaksandi, og vit kunnu
staðfesta, at tað veruliga er
vandi fyri, at neyðugt verð
ur at niðurleggja partar av
landskappingini, um ikki
vend kemur í, sigur Óli
Holm í sínari áheitan.
Miðlarnir eiga sín lut
FSF-forsetin heldur, at tað
ger ikki støðuna betur, at
fjølmiðlarnir fylgja væl
við í øllum tí, sum fer fram
á vøllinum, tá ið dystir
í Formuladeildini verða
spældir.
– Tað bøtir tíverri ikki um
støðuna, at ávísir fjølmiðlar
alsamt tykjast leggja seg
eftir at draga fram støður, har
sáddur verður ivi um førleika
og døming hjá dómarunum í
síni heild, heldur enn at seta
fótbóltsspælið í miðdepilin,
sigur Óli Holm.
– Dómararnir hava eina
torføra uppgávu á vøllinum,
og vit ivast onga løtu í, at
teir døma eftir síni sannføring.
Og er tað av størsta týdningi
fyri fótbóltin, at øll gera sær
greitt, at meting dómarans
í hvørjum einstøkum føri
er galdandi; teirra avgerð á
vøllinum er endalig og eigur
og má góðkennast, óansæð
um ein er samdur ella ikki.
Stuðla heldur
enn at háða
Óli Holm heldur, at atburð
urin hjá summum spælarum,
venjarum og áskoðarum
er á heilt skeivari leið, og
atburðurin er til vanda fyri
fótbóltskappingina í Før
oyum.
– Dómarar verða ikki betri
dómarar við at verða útspiltir,
háðaðir, illtonktir, hóttir og
at rópt verða ókvæmisorð
eftir teimum, nei teir – sum
vit øll onnur – hava brúk fyri
stuðli til tað arbeiða, sum
teir eru settir til, og sum teir
fyrst og fremst gera av áhuga
fyri fótbóltspælinum, sigur
Óli Holm
– Vit í Fótbóltssamband
inum hava kenslu av, at
útspilling, happing, til
einkisgerðing av dómarunum
hevur tikið yvirhond, og at
tað, sum støðan er í løtuni,
ikki er tespiligt hjá okkara
dómarum at døma dyst ella
at ferðast i hesum landi, og
tað kann aldri vera rætt.
– Skal tað veruliga vera
so, at dómarar okkara skulu
hava løgreglu- og ella aðra
trygdarverju fyri at røkja
dómaragerningin eins og fyri
at hava eitt rímuligt privatlív,
tí at fólk føla trongd at gera
seg inn á teir, spyr FSF-
forsetin.
– Fótbóltssambandið vil tí
staðiliga heita á fjølmiðlar,
áskoðar, leiðarar, leikarar
og annars øll, sum vilja
føroyskum fótbólti væl,
um at sláa ring um okkara
dómarar og geva teimum
tað viðurkenning og tann
stuðul, sum teir náttúrliga
hava brúk fyri – soleiðis at
vit kunnu halda fram við
fótbóltskappingini á ein
virðiligan og siðiligan hátt,
sigur Óli Holm.
Fótbólturin er í vanda
– Skal tað veruliga vera so, at dómarar okkara skulu hava løgreglu- og ella aðra trygdarverju fyri at røkja dómaragerningin eins og
fyri at hava eitt rímuligt privatlív, tí at fólk føla trongd at gera seg inn á teir, spyr Óli Holm, FSF-forseti. Hann stúrir fyri, at partar
av føroysku fótbóltskappingini mugu steðga, tí fólk fara so illa við dómarunum
Mynd: Álvur Haraldsen