Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 90 - 10. mai 2006 ] Fleiri kilometrar uppi yvir jørðini kunnu fótbóltsáhugaðir føroyingar fylgja gongdini í heimligu dystunum. Flogskiparin umborð á Atlantsflogi boðar ferðafólkinum frá støðuni í dystunum í Formuladeildini Fótbóltur á flog Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Áhugin fyri fótbólt í Før­ oy­um er kanska størri enn nakrantíð áður, og hóast fólk eru stødd uttanlands, fylgja tey væl við í dystunum, sum verða spældir heima. Hetta sæst eisini aftur, tá ið fólk eru á ferð uttanlands – sum nú sunnudagin, tá ið fleiri spennandi dystir vóru í Formuladeildini. Eftir einari líltari løtu í tax-free handlinum í Kastrup hoyrast fleiri føroyingar ringja heim at frætta, hvussu støðan er hjá teirra liði. Ein viðhaldsmaður hjá EB/Streymur fær boðini um javnleikin í toppdystinum í Havn, ein HB’arir hevur gott mót um ein sigur í Klaks­vík, og aftanfyri ein stóran bunka av dósaøl, ið tað kanska er loyvt at taka við sær til Føroya, tosar ein gøtumaður heim um dystin hjá GÍ á Skála. Gott at kunna fáa støðuna Tá ið flogfarið hjá Atlants­ flogi lendir í Kastrup, sæst á øllum brøgdum, at okkurt serligt er áfatt. Ein smílandi NSÍ’ari kemur í land,og ein HB’ari sær nøkunlunda nøgdur út. Teir og øll hini ferðafólkini umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi hava kunn­að fylgt gongdini í For­mula­ dystunum heima, tí flog­ skiparin hevur verið so beinasamur at boða teim­ um frá støðuni á veg til Danmarkar. – Hetta er óført at kunna fylgja við dystunum heima, meðan tú ert á flogi, sigur NSÍ-spælarin Danial Han­ sen, sum fegnast um stór­ sig­urin hjá sínum liði á ÍF. Hann er á veg av landinum í arbeiðsørindum. Fólk fegin um tænastuna Umborð á Atlantsflogi greið­ ir flogskiparin Janus Rein frá, at hann plagar at siga ferðafólkunum frá støðuni í fótbóltsdystunum heima, tá ið teir flúgva sunnudagar. – Vit hava radiosamband allan vegin, so vit kunnu lurta eftir útvarpinum. Eg troytti ikki fólk við tosa um fótbólt alla tíðina, men eg gevi teimum støðuna nakrar ferðir á túrinum, og tað dámar teimum sera væl. Eg byrjaði at gera tað sum eina roynd, men fólk vóru so glað fyri hetta, at eg mátti halda fram, sigur Janus Rein. – Fólk eru sera áhugað í fótbólti, og tey vilja helst kunna fylgja dystunum heima. Vit gjørdu nakað líkn­andi við kappróðrinum í fjør, og tað riggaði eisini væl, sigur hann. Janus Rein er sjálvur íðin HB-viðhaldsmaður, og hann sigur seg vera nøkunlunda nøgdan við úrslitið hjá sín­ um liði í Klaksvík. – Vit vóru á odda og høvdu kjansir at vinna dystin, men ein javnleikur í Klaksvík er nú ikki so galin, sigur hann. So um tú ert staddur nakr­ar kilometrar omanfyri jørðina við kós av landinum í einum flogfari, so ber tað til at frætta tað nýggjasta um fótbóltin heima. Spenningur í luftini Flogskiparin Janus Rein letur ferðafólkini umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi vita støðuna í fótbóltsdystunum heima, tá ið flogið verður sunnudagar Mynd: Jonhard Hammer Sivic fer til arbeiðis í dag   Tá tað fyri stuttum kom fram, at Sivic skuldi gerast lands­liðs­ venjari, var hann eisini staddur í Uganda. Ta ferðina var hetta tó bert fyri at undirskriva sáttmála. Í dag ferðast Tomislav Sivic, kona hansara, Mira, og tey bæði børnini, sum tey hava, til Uganda, har tey ætlandi skulu búleikast komandi fýra árini. Og sum skilst, so verður farið til verka alt fyri eitt. Longu fríggjadagin fer hann soleiðis til Tanzania, har hann skal hyggja at dysti millum stórfeløgini, Police og FC Villa. Holst kann blanda seg upp í toppin Í kvøld spælir Lyngby útsettan dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hetta er ein dystur, sum Lyngby hevur átt til góða í eina tíð, og sum kann gera, at felagið rýkur heilt fram í toppin í donsku 1. deild. Vinnur Lyngby dystin í kvøld, er felagið bert eitt stig aftanfyri oddaliðið Randers og javnt í stigum við Velje á næstfremsta plássinum. Tvey tey fremstu plássini í 1. deild geva uppflyting til superliguna, og Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir hava tí veruliga møguleikan at blanda seg upp í hetta stríðið, nú endaspurturin er farin í gongd. Kravið er, at teir vinna heimadystin ímóti Herfølge í kvøld.