mikudagur 10. mai 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 10. mai 2006
19
Á altjóða bilafram
sýningini „New
York International
Automobile Show“
varð BMW 3 kosin
WORLD CAR OF
THE YEAR 2006.
Grundgevingarnar
vóru m.a. at teir um
allan heimin verða
mettir sum eitt ikon
Bilar
MagnusGunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað vóru 46 motorjournalistar
úr øllum heiminum, sum
valdu BMW 3 til WORLD
CAR OF THE YEAR
2006.
Bilarnir, sum eru við í hesi
kapping, skulu verða seldir
í størri mongdum á allari
klótuni. Teir verða mettir
eftir 20 ymiskum kriterium.
Dentur verður t.d. lagdur á
design, stíl, koyrieginleikar,
komfort, brúkaravinarligheit,
virði fyri pengarnar og
at teir eru praktiskir og
umhvørvisvinarligir.
BMW 3 varð nummar
eitt framman fyri 26 aðrar
bilar í kappingini um eina
av heimsins mest virdu
heiðurslønum, sum WORLD
CAR OF THE YEAR er.
Grundgevingarnar fyri at
geva BMW 3 hendan heiður
vóru m.a. at teir um allan
heimin verða mettir sum
eitt ikon av einum vaksandi
tali av bileigarum og saman
við kenda kvalitetinum
og góðu sportsligu koyri
eginleikunum, er heildar
myndin av nýggja BMW
3 tann, at talan er um ein
gjøgnumførdan bil í allar
mátar.
Hesin nýggjasti er 5.
generatión av BMW 3, sum
hava verið á marknaðinum
í 30 ár.
BMW 3 verða gjørdir í
fýra ymiskum útgávum:
Sedan, Touring, Coupé og
Cabriolet.
Hjá Sp/f Nordcar væntar
stjórin Jens Petur Jensen sær
nógv av BMW 3, ið eisini
hevur fingið sera góða
móttøku her hjá okkum.
Sambært eini kvalitets
frágreiðing hjá týska bil
magasininum AutoBild, hava
Opel tann besta kvalitetin av
øllum týskum bilum.
„AutoBild Quality Report
2006“, sum frágreiðingin
eitur, vurderar t.d. kvalitet
in í bilinum, service, kunda
nøgdsemi og hvussu álítandi
og feilfríur bilurin er.
Fleiri aðrar kanningar sum
t.d. ein kanning hjá kenda
analysustovninum
J.D.
Power vísti, at Opel Signum
lá framman fyri allar aðrar
týskar bilar.
Bilmagasinið AutoBild
brúkar fleiri ymiskar mátar
at koma til teirra vurderingar.
Í hesi kanningini spurdu
teir ikki minni enn 24.000
bileigarar.
BMW 3 :
Ársins bilur í øllum heiminum
„AutoBild Quality Report 2006“:
Opel besta týska bilmerki
Sambært kvalitetsfrágreiðingini „AutoBild
Quality Report 2006“, hava Opel tann
besta kvalitetin av øllum týskum bilum
Nr. 90 • mikudagur • 10. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
BMW 3 er kosin WORLD CAR OF THE YEAR 2006. Her er nýggjasti BMW 3 Coupé