mikudagur 10. mai 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 90 - 10. mai 2006
Nýggju Fordarnir,
S-MAX og Galaxy,
hava nýliga fingið
TÜV-sertifikat og
besta karakter fyri
allergitest í kabinuni.
Hetta verður gjørt,
fyri at fólk sum líða
av ovurviðkvæmi
kunnu verða trygg við
at keypa ein slíkan bil
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Teir báðir nýggju Fordarnir
S-MAX og Galaxy hava
nýliga fingið TÜV-sertifikat
og besta karakter fyri allergi
test í kabinuni. Sama heiður
hava Ford Focus og Focus
C-MAX eisini fingið.
Av tí at alt fleiri fólk líða
av ovurviðkvæmi er tað
vorði alt meira vanligt at
nógvir ymiskir brúkslutir
verða allergitestaðir, eisini
bilar.
Øll kabinan verður testað
fyri skaðilig evnir so sum
trygdarbeltir, gólvmáttir, og
annars alt plast-tilfarið inni
í bilinum.
Hetta verður gjørt, fyri
at fólk sum líða av ovurvið
kvæmi kunnu verða trygg við
at keypa ein slíkan bil, sum
hevur fingið allergisertificat.
TÜV er ein nógv vird týsk
institutión, sum t.d. testar
nógv ymisk ídnaðar- og
forbrúkaraprodukt.
Mazda6 2.0 Touring
stationcar er av
Business Danmark
kosin sum besti
businessbilur
í Danmark
2006. Tað vóru
arbeiðsumhvørvis
konsulentar,
motorjournalistar
og testkoyrarar sum
valdu bilin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Business Danmark er ein
organisatión fyri sølu- og
marknaðarfólk og motor
redaktiónina á Bilavisen,
saman við arbeiðsumhvørvis
konsulentum.
Mazda6 varð valdur í
eini kapping, har serligur
dentur varð lagdur á bilin
sum arbeiðspláss. Tað vóru
arbeiðsumhvørviskonsul
entar saman við royndum
motorjournalistum og test
koyrarum, sum valdu bilin
til Business Bilen 2006
Tilsamans tólv bilar luttóku
í kappingini. Teir vóru
vurderaðir og mettir út frá
hvussu teir vóru innrættaðir,
hvussu teir vóru at sita í,
trygdini, komforti, útgerð,
koyrieginleikum, økonomi
og hvussu lættir teir vóru
at koyra og umgangast í tí
dagliga. Prísurin hevði eisini
stóran týdning í samlaðu
vurderingini av bilunum.
S-MAX og Galaxy:
Allergitestaðir
Fordar
Mazda6 2.0 Touring:
Business Bilen 2006
Mazda6 2.0 Tuoring
stationcar er kosin sum besti
businessbilur í Danmark 2006
Ford S-MAX er ein av bilunum, sum
nýliga hevur fingið TÜV-sertifikat og besta
karakter fyri allergitest í kabinuni
Leiðslan í Toyota hevur
tikið avgerð um at gera íløg
ur upp á umleið 75 milli
ardir krónur tey næstu árini
til bygging av nýggjum bil
verksmiðjum, serliga uttan
fyri Japan.
Toyota vænta, at sølan
av nýggjum bilum fer at
vaksa við millum 25 og
30 prosent tey næstu trý
árini, og at teir longu í
ár fara fram um General
Motors sum heimsins
størsti bilframleiðari.
Kelda: Motor Magasinet
Toyota:
Heimsins størsti
bilframleiðari