hósdagur 11. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 11.-14. mai 2006
5
Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya
størsta fakfelag, er
ikki sørt skelkað
av, at Løgtingið
hevur samtykt at
hækka eftirlønina
hjá landsstýris
monnunum munandi
Eftirløn hjá
landsstýris
monnum
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er hvørki rætt ella
rættvíst. Hetta er tvørturímóti
ein skammblettur fyri Føroya
Land.
Tað hevur skelkað Inge
borg Vinther, forkvinnu í
Føroya størsta fakfelag,
ikki sørt, at Løgtingið hevur
samtykt at hækka eftirlønina
hjá landsstýrismonnunum
munandi.
Tá ið Løgtingið atkvøddi
um uppskotið, vóru tað
javnaðarflokkurin og fólka
flokkurin, sum atkvøddu fyri
og syrgdi fyri, at tað varð
samtykt við 14 atkvøðum.
Tjóðveldisflokkurin, Mið
flokkurin og Sjálvstýris
flokkurin atkvøddu nei og
sostatt vóru bara 11 atkvøður
ímóti.
Hinvegin
vildi
sambandsflokkurin als ikki
taka støðu og atkvøddi blankt
og sostatt varð tað samtykt við
einum meiriluta.
Ómetaliga grovt
Tað, sum Ingeborg Vinther
heldur er serliga grovt, er,
at nú fáa landsstýrismenn
eftirløn við afturvirkandi
kraft, aftur til 1998.
Tað merkir, at tá ið eftirløn
til ein landsstýrismann skal
roknast út, verður 1998 brúkt
sum grundarlag.
– Hetta er ómetaliga
grovt og hetta er ein grov
provokatión ímóti øllum
pensjónistum og ímóti øll
um Føroya Fólki, tí við
hesum hava politikararnir
lóggivið niður í sín egna
lumma og hava syrgt fyri,
at landsstýrismenn fáa ein
framíhjárætt og fáa betri
sømdir enn nakar skatt
gjaldari fær.
Ingeborg Vinter vísir á, at
samstundis sum politikarar
geva sær sjálvum eina sera
góða eftirløn, ber onki til,
tá ið eftirlønin hjá vanligum
fólki skal fáast í rættlag.
– Pensjónistar liva á hung
ursmarkinum. Eftirlønin
stendur so at siga í stað
og klárar ikki at viga upp
ímóti príshækkingunum,
serliga nú oljan dýrkar so
nógv. Oljan er nú so dýr, at
tá ið ein pensjónistur hevur
goldið ein oljutanga, er valla
eitt oyra eftir av eftirlønini.
– At kalla tað einasta, sum
er hent á eftirlønarøkinum,
er, at viðbøturnar eru
hækkaðar eitt sindur hesi
seinastu nógvu árini og
samhaldsfasti er hækkaður
eitt sindur, men tað, sum
veruliga hevur týdning, er, at
grundupphæddin hækkar.
Onki kemur burturúr
Samstundis átalar Ingeborg
Vinther, at onki røkist fyri,
at samgongan klárar at gera
eina eftirlønarskipan til
vanliga løntakaran.
– Politikarar hava í fleiri
ár tosað um at gera eina
eftirlønarskipan, men onki
kemur burturúr. Men eitt
úrslit verður helst, at allir
løntakarar skulu betala ein
prosentpart av lønini í ein
eftirlønargrunn, soleiðis
sum nógvir løntakarar longu
gera.
Og Ingeborg Vinther
heldur, at tað er blóðugur
órættur, at allir vanligir
skattaborgarar skulu noyðast
at betala sína egna eftirløn,
men teir, sum stýra landinum,
syrgja fyri, at teir fáa hana úr
landskassanum.
– Sosttatt skulu allir føroy
ingar fyrst betala sína egnu
eftirløn, men síðani skulu
teir eisini betala eftirlønina
hjá landsstýrisfólkunum.
Annars sat ein arbeiðs
bólkur og arbeiddi við eini
eftirlønarskipan.
– Men hann er ikki
til longur, tí nú eru tað
embætisfólk í landsstýrinum,
sum sigast at arbeiða við
eini eftirlønarskipan. Men
sostatt kann staðfestast, at
løntakarar onga ávirkan
fáa á, hvussu skipanin skal
síggja út.
– Men eitt tað mest
skilaleysa av øllum er, at
samstundis, sum embætisfólk
í Fíggjarmálaráðnum arbeiða
við eini eftirlønarskipan, er
eisini ein arbeiðsbólkur settur
undir Visjón 2015 at arbeiða
við akkurát tí sama.
Ingeborg Vinter minnir
eisini á, at stutt eftir, at
løgtingslimirnir seinast
hækkaði sína egnu løn fyri
nøkrum árum síðani, varð
heitt á tey um at vera hóvlig
í sínum krøvum og at vísa
samfelagssinni.
– Tað verður helst tað sama
til tey næstu samráðingarnar,
at politikararnir fara at
biðja fakfeløgini vísa hógv,
samstundis sum teir fáa sær
sjálvum í posa í sekk.
– Men eitt er vist og tað er,
fakfeløgini hava onga orsøk
til at vísa samfelagssinni,
tí politikararnir gera tað
í hvussu so er ikki, sigur
Ingeborg Vinther.
Ingeborg Vinter langar til:
Hetta er ein
skammblettur
– Tað fer at svíða fast
hjá javnaðarflokk
inum og løgmanni, at
teir hava hækkað sína
egnirløn
Eftirløn hjá
landssstýris
monnum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fer at raka bæði
løgmann og javnaðarflokkin
beint aftur í høvdið.
Tað er metingin hjá Víg
dis Johannesen, nú sam
gongan hevur samtykt at
hækka eftirlønina hjá lands
stýrismonnum.
Forkvinnan hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag heldur,
at við hesum hevur javnað
arflokkurin av álvara fingið
sína stevnuskrá í klemmu og
tá ið løgtingsval verður aftur,
fer hetta eisini at merkjast
hjá flokkinum, tað ivast hon
ikki í.
Hon heldur, at tað, sum
er hent, líkist ongum, tí
samstundis sum politikarar
syrgja fyri at tryggja sína
egnu eftirløn, samstundis
viðurskiftini hjá vanligum
pensjónistum og vanligum
løntakarum yvirhøvur, ikki
fæst í rættlag.
Vígdis Johannesen vísur á,
at pensjónirnar hava staðið í
stað í fleiri ár og hóast onkrar
smávegis hækkingar eru, er
tað als ikki nóg mikið til at
svara til príshækkingina og
tí minkar virðið á vanligu
pensjónini hvønn einasta
dag.
– Og hjá øllum teimum,
sum forvinna eitt oyra aft
urat pensjónini, verða við
bøturnar skerdar, leggur
hon afturat. Hetta hendir
har fakfeløg hava fingið sær
sína egnu eftirløn.
Hon sigur, at vóru allar
pensjónir fingnar í rættlag,
vildi hon eisini tosa um eftir
lønt til landsstýrismenn, men
hon hevur onki forstáilsi
fyri, at teir hækka sína egnu
eftirløn nú.
– Hetta er ikki rætta løtan,
sigur hon.
Hon dugir ikki at siga,
hvørja ávirkan hetta fer at fáa
eina komandi samráðingar.
Men hon heldur, at har,
sum hetta fer at ávirka
mest, er á atkvøðutalinum
hjá javnaðarflokkinum, tá ið
Løgtingsval verður aftur.
– Tá ið hendan samgongan
kom til, varð tosað um ein
skattalætta til tey lágløntu.
Vit vístu beinanvegin á, at tað
fóru at vera háinntøkurnar,
sum fóru við skattalættanum
og tíverri fingu vit rætt.
– Men tá varð eisini sagt,
at samhaldsfasti skuldi
hækkast munandi afturfyri
skattalættan. Men tað er so
ikki hent og tað fer heldur
ikki at henda.
Vígdis ásannar, at sam
haldsfasti er hækkaður eitt
sindur, men tað er onki av
týdningi og slett onki ímóti
skattalættanum og prís
hækkingum o.s.fr.
Eftir tað, sum nú er hent, er ongin orsøk hjá fakfeløgunum til at vísa samfelagssinni, sigur
Ingeborg Vinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag
Fer at raka løgmann og javnaðarflokkin hart
Javnaðarflokkurin hevur
brent seg alvorliga, men tað
fer nokk eisini at síggjast aftur
á einum komandi løgtingsvali,
heldur forkvinnan í Havnar
Arbeiðskvinnufelag, Vígdis
Johannesen
Lesið meira um sama
evni á síðu 15